Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað vóru týðandi stig upp á spæl í Sørvági í gjár, har botnbrak var ímillum 07 Vestur og AB. Bæði liðini høvdu stóran tørv á at fáa stig á kontuna til botnstríðið, har serliga júst hesi bæði liðini hava verið afturúrsigld. Ken Fagerberg hevði ein risa møguleika at leggja heimamenninar á odda í fyrra hálvleiki, men úr stuttari fjarstøðu rakti hann á tvørtræið. Hetta var størsta hendingin í fyrra hálvleikinum, sum endaði málleysur 0-0. Forloysandi málið hjá 07 Vestur kom tá ið eitt korter var eftir. Tað var nýggi danski framherji teirra, Sonny Jakobsen, sum var á blettinum og gav heimaliðnum eina 1-0-leiðslu, sum teir hildu allan dystin. Argjamenn eru argir um, at dómarin ikki bríkslaði fyri frísparki til teirra. -Eg haldi at tað er fríspark til okkum. Vit hava einki fingið í okkara lut í hesum kappingarárinum. Tað ljóðar sum grenj, men eg meini tað veruliga. Tó minnist eg ikki nær vit seinast hava skorað, men vit trúgva enn upp á tað. Annars er ongin orsøk at spæla fótbólt, sigur Bárður Olsen, sum spældi allan dystin á miðvøllinum hjá AB. Við 1-0-sigrinum hevur 07 Vestur vunnið seg upp á sjey stig, sum er eitt stig færri enn AB og átta stig frá bjargingini. Tapið hjá AB var tað áttanda á rað í Betrideildini. Teir hava ikki vunnið síðani 13. mai. -Nú er ikki líka langt upp til hini liðini. Vit trúgva upp á at vit hava eitt gott lið, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá 07 Vestur. B36 mist stevið – og Magnus Í Gundadali endaði tað 2-2 millum B36 og EB/Streym, eftir at B36 í seinna hálvleiki leingi var frammanfyri 2-1 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Innskifti Arnbjørn Hansen javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu tveir minuttir. EB/Streymur hevur merkisvert gott tak á B36. Í fyrsta umfari vann EB/Streymur 3-2 á heimavølli ímóti B36. Magnus Holm Jacobsen váttar í samrøðu við Røddina hjá Kringvarpinum, at hann í gjár byrjaði ferðina til Portugal, har hann skal spæla við Pacos de Ferreira, sum er í næstbestu deildini. - Eg fari úr Føroyum sunnudagin og eri har mánadagin. Eg gleði meg mest at sleppa at liggja á strondini og sóla mær, sigur Magnus H. Jacobsen millum annað í sjónbandasamrøðu við Røddina hjá Kringvarpinum. 18 ára gamli miðvallarin var við U17 landsliðnum, sum fyri einum ári síðani luttók í EM-endaspælinum í Koratia. Tað var í seinnu av teimum undankappingum, at umboðmenn høvdu fingið gott eyga á eginleikarnar hjá Magnusi H. Jacobsen. NSÍ og Víkingur hanga í Heima í Runavík hevði NSÍ vitjan av TB/FCS/Royn, Víkingur var á Skála. TB/FCS/Royn stóð seg væl í Runavík og var væl á veg at fáa tað eina stigið við sær aftur til Suðuroynna, men smáar tíggju minuttir fyri leiklok var málrevurin, Klæmint A. Olsen, á blettinum og tryggjaði NSÍ ein tepran 1-0-sigur. Hetta er mál nummar 156 hjá honum í bestu deildini í Føroyum. Fyri hvørt mál økir hann um metið hjá sær. Greiðari var sigurin hjá Víkingi, sum við málum frá Adeshina Lawal og Filip Djordjevic longu í fyrra hálvleiki legði seg á sigurskós við einari 2-0-leiðslu, sum helt sær allan vegin til síðsta bríksl. Við hesum báðum sigrunum halda NSÍ og Víkingur fram við at vera nærum stavn um stavn í kappingini um bronsuplássið, samstundis sum tey økja um munin til B36, sum einans hevur fingið tvey stig burturúr síðstu tveimum dystunum. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR 18. umfar: 07 Vestur vann botnbrakið, meðan NSÍ og Víkingur hanga í. B36 hevur misti stevið og rakar ikki málið í løtuni RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Nú er gott lag 2-2 er ikki so galið Arnbjørn er okkara. Og KVF sum segði, at EB/Streymur einki hevur, at spæla fyri. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Tillukku við FM HB. Næsta ár verður tað JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Langt um leingi byrja slíkir dystir at koppa til okkara fyrimun! Ein frustrerandi dystur, við einum forloysandi enda. Vit hanga í! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Betra liði vann í dag, og tað var tíverri ikki okkara. Koma sterkt aftur næsta dyst. Go Skála REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR: Hetta var tað sum skuldi til... fult uppiborin sigur, og nú má fylgjast upp tí hetta liðið eigur at vera nóg gott til bestu deildina. 07 VESTUR VANN BOTNBRAKIÐ