Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór B36 snávar í stríðnum um týdningarmikla 4. plássið í Betrideildini, tá teir spæla 1-1 í útsettum dysti á útivølli ímóti TB/FCS/Royn. Brandur Hendriksson er á blettinum fyri FH í íslendsku Pepsi- deildini, tá hann við máli í evstu løtu tryggjar FH eitt stig við 1-1-javnleiki ímóti KA. HB-leigaði SønderjyskE- spælarin, Teit Jacobsen, fer sín fyrsta rennitúr eftir at hann sleit krossbandið fyri fýra mánaðum síðani. Spanski Kepa Arrizabalaga gerst dýrasti málverjin í søguni, tá Chelsea keypir hann fyri 592 milliónir krónur úr Athletic Bilbao. Júst heimvendi KÍF- arin, Nicklas Selvig, verður útleigaður til bestu donsku deildina og TMS Ringsted, har hann nýliga spældi. HB leggur seg fimm stig á odda í Betrideildini, tá teir við máli frá Ara Mohr Olsen vinna 1-0 á KÍ í oddabrakinum á Summarfestivalinum. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Sonny Jakobsen Aldur: 27 Yrki: Fótbóltsspælari (07 Vestur) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Bill McLeod Jacobsen 2. Signhild Joensen 3. Italia 4. Roger Federer 5. Rókur í Jákupsstovu 6. 1979 7. Maja Dragoljubovic 8. Semir Hadzibulic 1. Hvussu eitur venjarin hjá B68 í 1. deild hjá monnum? 2. Hvussu eitur kvinnuligi svimjarin, sum júst hevur umboðað Føroyar í EM í Glasgow? 3. Úr hvørjum landi er nýggi Chelsea-venjarin, Maurizio Sarri? 4. Hvussu eitur tennis-spælarin, ið hevur funnið flestar Grand Slam-kappingar? 5. Hvussu eitur formaðurin í Svimjisambandi Føroya? 6. Nær varð Fótbóltssamband Føroya sett á stovn? 7. Hvussu eitur kvinnuligi hondbóltsmálverjin, ið júst er skift úr Kyndli til Neistan? 8. Hvussu eitur KÍ-leikarin á myndini? Hvussu var at skjóta sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur? - Tað var sjálvandi deiligt at skjóta sítt fyrsta mál – eisini á heimavølli. Tað týdningarmesta var tó, at tað hjálpti liðnum til trý stig, sum vit trongdu til. Hvussu var hýrurin eftir fyrsta sigurin í eina tíð? - Hann var góður. Tað var dansur og sangur í skifirúminum, júst sum tað skal vera aftaná ein sigur. Hvussu metir út møguleikan vera fyri at yvirliva í Betrideildini? - Mær er fortalt, at vit eisini skulu hava eitt eyga við 1. deild, tí tað hevur týdning hvussu nógv lið flyta upp. So tað er rættiliga trupult at svara upp á, men eg havi eina kenslu av, at vit á liðnum stríðast til tað ikki er nakar møguleiki longur. Hvat metir tú um støðið í føroyskum fótbólti? - Tað er ilt at siga longu eftir tveimum dystum, men tað eru nøkur góð lið, sum vit hava møtt. KÍ gjørdi tað gott, og støðið er heilt gott. Hvussu trívist tú í Føroyum? - Eg trívist væl. Eg búgvi saman við mínum fyrrverandi liðfelaga í Thisted og núverandi liðfelaga í 07 Vesturi, Charlie. Tað er ein góð byrjan ikki heilt at standa á egnum beinum. Eg havi fingið eitt gott inntrykk, og øll tey, sum eg higartil havi møtt, eru fitt, smílandi og hjálpsom. Tað hevur nógv at siga. Eg skal tó venja meg við nøkur ting. Eg komi frá einum býi við 200.000 íbúgvum til ein bý við 800-1200 íbúgvum, men eg njóti vøkru og róligu natúruna. ”Vit mugu eisini respektera, at HB spælir ein øgiliga góðan dyst. Teir verja væl og stríðast allir menn sum ein” - Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ ”Vit koma at vera eitt helviti at spæla ímóti síðstu níggju dystirnar” - Glenn Ståhl, venjari hjá TB/FCS/Royn 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Fyri fyrstu ferð í 22 ár stóð Arsene Wenger ikki á odda fyri Arsenal í Premier League, tá liðið í sunnudagin tapti 2-0 fyri Manchester City. Unai Emery (myndin) er neyvan nøgdur við byrjanina