mánadagur 13. august 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Jóan Símun Edmundsson er í
holt við at sláa sítt navn fast
í 2. Bundesliguni í Týsklandi.
Leygardagin skoraði hann
sítt annað mál í bara tveim
um dystum, umframt at
hann átti hegnisligt upplegg,
tá Arminia Bielefeld spældi
sín fyrsta dyst á heimavølli.
-Tað var nakað heilt ser
ligt at spæla á heimavølli
frammanfyri
19
túsund
áskoðarum. Teir larma nógv
og fótbólturin er á høgum
stigi, sigur toftamaðurin,
sum legði Arminia Bielefeld
á odda 1-0, og legði upp til 2-0
málið.
-Fyrsta málið er, at ein
fær stútað bóltin til mín So
er bara at seta ferð á og prika
bóltin í málið. Tað kláraði eg
við høgra beini. Seinna málið
hjá okkum er eitt skjótálop,
har eg fái prikað bóltin víðari
til áleyparan hjá okkum, sum
skorar,
fortelur
føroyski
landsliðsspælarin og leggur
afturat:
-Tað er eitt sindur ringt at
greiða frá málinum, men tað
gekk skjótt. Vit finna væl
hvønn annan longu nú, so
vónandi heldur góða gongd
in fram, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Eg eri til reiðar
Toftamaðurin
skoraði
í
fyrsta umfari á útivølli móti
Heidenheim, men tað var ikki
vist, at hann skuldi spæla, tí
hann hevði ikki spælt sein
astu venjingardystirnar, tí
hann hevði smærri trupul
leikar í baklærinum.
-Eg væntaði ikki at byrja
dystin, tí eg var skaddur. Tað
var eitt stórt álit at fáa. Vit
fingu ein javnleik í truplum
umstøðum,
sigur
Jóan
Símun Edmundsson.
Tað bleiv sagt, at føroyski
landsliðsáleyparin var bara
80 prosent, men tey orðini
átti hann ikki, men venjarin.
-Hasi orðini eigur venjar
in, eg kendi meg til reiðar,
men tað er rætt at eg
ikki hevði spælt seinastu
venjingardystirnar. Kanska
eg eri 85 prosent so nú.
Eg kenni men til reiðar og
fysiskt kann eg næstan ikki
verða betri fyri, sigur Jóan
Símun
Edmundsson
eitt
sindur brosandi á málinum.
Týdningarmikið
at skora
Hóast toftamaðurin ikki er
eitt so kent andlit í Bielefeld
enn, so hevur tað týdning at
fólk fáa eina góða mynd av
honum longu nú.
-Tað er bara fantastiskt at
skora í 2. Bundesliguni. Tað
er eisini týdningarmiki, at
gera tað gott fyrstu tíðina,
tí tað er so avgerandi fyri
myndina fólk fáa av tær,
sigur Jóan Símun, sum eisini
heldur, at hann skal skjóta
nøkur fleiri mál, áðrenn fólk
koma at kenna hann.
-Onkur
hevur
steðgað
mær og ynskt mær til lukku
við málinum, men helst skal
eg skjóta nøkur fleiri, sigur
toftamaðurin.
Hann
heldur
fyri,
at
støðið í deildini er hægri enn
í Superliguni fyri uttan FC
Midtjylland, FCK og Brøndby.
Eisini eru umstøðurnar góð
ar.
-Nú komi eg frá OB, sum
kanska hevur ringastu um
støðurnar í Danmark, tá tað
kemur til vøllir og skiftirúm.
Her er einki at fílast á. Eisini
hava øll tikið væl ímóti mær,
sigur Jóan Símun Edmunds
son.
Hann er ikki so stinnur í
týskum, men í næstum skal
hann onkra løtu á skúlabonk,
so tað týska verður betri.
-Eg havi ikki havt tíð enn,
men eftir ætlan fái eg eitt
sindur av undirvísing í týsk
um í næstum, sigur Jóan
Símun Edmundsson.
Hann leggur afturat, at
hann er fegin um, at føroy
skir áskoðarar fylgja so væl
við. Hann vónr eisini, at tað
verður fult hús til komandi
landsdystirnar
í
Nations
League.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Áskoðaramet
í Klaksvík
Tað hava ikki verið so nógvir áskoðarar til dyst ein
føroyskan landskappingardyst, síðani eina ferð
fyrst í 90 unum, verður sagt úr Klaksvík. Dysturin
millum KÍ og HB, er bæði ein søguligur dystur, men
í hesum førinum eisini ein toppdystur.
Eg havi upp í saman sjabba um, at vit mugu
tora at leggja dystir til fyrimuns fyri áskoðaran.
Summar Festivalurin og stevnudystirnir eru góð
boð upp á dystir, sum verða lagdir til fyrimuns fyri
áskoðararnar. Tað endar eisini við, at ta mangan
koma nógvir áskoðarar.
Eg haldi, at dysturin í Klaksvík er eitt gott dømi
upp á, at vit skulu tora í størri mun at skapa dystir
rundanum hendingar. Tað gera vit longu nógv
av, men vit skulu ikki halda okkum aftur í øðrum
førum heldur.
Tað var ein fragd at standa við Djúpuýru og
síggja yvir trý túsund áskoðarar til dyst. Einki
UEFA-umboð, sum stendur við peikifingrinum
og fortelur okkum, at vandi er í hesum og hasum.
Bara trý túsund fólk, sum eru komin til dyst at
huga sær.
Tað er eisini stuttligt at síggja, at tá ein dysturin
hevur røttu umstøðurnar, so koma fólk úr øllum
landinum at hyggja. Tað vóru nógv fólk til dystin,
sum ikki kunnu bólkast sum KÍ arar ella HB arar.
Tað sama kann sigast um Europa League dystin hjá
B36 móti Besiktas. Útselt í Gundadali og fleiri 100
áskoðarar sloppu slett ikki inn.
Eg haldi onkursvegna, at vit eru við at finna stevið
við at gera fótbóltin í Føroyum áhugaverdan.
Vónandi er tað ikki bara summarið, sum eigur
skyldina í nógvu áskoðarunum.
trondur@sosialurin.fo
Tað sigur toftamaðurin í Arminia Bielefeld. Hann hevur
nú skotið tvey mál í tveimum dystum, og átti upplegg
í 2-1 sigrinum á Dynamo Dresden leygardagin
-Fysiskt kann eg næstan
ikki verða betri fyri
Jóan Símun Edmundsson: