Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MARATON Renna maraton í føroysku fjøllunum Danjal av Rana Fyrst fóru føroyingar at renna maraton úti í heimi, men seinastu árini er skipað fyri fleiri hálv­mara­ ton og maraton­kapp­ingum her í Føroyum. Tað er týdning­armikið at skilja seg út úr mongdini í kapp­ ingini um uppmerk­semi og tað ger nýggjasta kappingin við lít. Tí 7. til 9. septembur fara før­oy­ ingar og útlendingar at renna mara­ ton í føroysku fjøllunum. Talan er um Útilív Adventure Festival, sum bjóðar fólki at koma at renna í Norð­streym­oy. Tey, sum hava hug at royna seg, kunnu velja millum fýra ymiskar teinar. Teir báðir longstu teinarnir, ultramaraton, sum er 65 kilometrar, og maraton, sum er 42 kilometrar, eru úr Leynum til Saksunar og síð­ ani víðari til Tjørnuvíkar. Her verður ikki runnið eft­ir landsvegnum, nei. Ultra­marton­leið­ in gongur úr Leynum, inn gjøgnum Mýrarnar upp á Sneis og síðani í ein vestan Framm á Vatn. Síðani verður runnið vestur á Hægstafjall og síðani norður eftir vestursíðuni á Streymoynni, omanfyri Vest­ manna­bjørgini. Hiðani skulu renn­ ar­arnir renna upp á Ørvisfelli og síðani vestur aftur framvið Mala­ knúki, síðani norður á Pollin og til Saksunar. Hiðani gongur leið­in upp á Tjørnuvíkarskarð og Heygg­ in Mikla, norður í Sjeyndir og síð­ ani fram við fjallartromini í ein boga vestureftir og suðureftir og síðani um Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnuvík. Tey, sum velja maratonleiðina renna inn gjøgnum Mýrarnar, fram­við Ærgisá móti Heygadali, upp á Loysingafjall og síðani Framm á Vatn. Hiðani gongur leið­ in gjøgnum Snædal móti Gásavatni og Heljardalsá. Síðani upp á Kopp­ senni, norður á Pollin og til Saks­un. Hiðani er tað beina leið um Tjørnu­ vík­ar­skarð til Tjørnuvík. Longri túrurin er tilsamans 3.500 hæddarmetrar, meðan hægsta hæddin er 650 metrar. Mara­ton­ tein­urin er 2250 hæddarmetrar og er upp á tað hægsta 625 metrar. Teir báðir styttru teinarnir eru úr Saksun til Tjørnuvíkar. Hálv­ mara­tonleiðin gongur úr Saksun upp á Húgvuna, síðani norður á Skora­dalsheyggj, suður aftur á Heygg­in Mikla og so umvegis Tjørnu­víkarskarð niður í Tjørnuvík. Stysti teinurin, 13 kilometrar, er úr Saksun upp á Húgvuna og síð­ ani um Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnu­vík. Tað er sjálvandi ikki vandaleyst at renna í føroysku fjøllunum, og tí hava fyriskipararnir lagt inn fleiri eftirlitsstøð á teininum. - Vit hava ásett eitt evsta mark fyri nær rennararnir skulu koma framvið eftirlitsstøðunum. Eru teir ov seinir, sleppa teir ikki at halda á. Hetta er fyri at tryggja okkum, at allir rennararnir koma niður aftur úr fjøllunum áðrenn myrkur legst yvir landið, siga fyriskipararnir. Tað er fólk við tilknýti til ensku fyritøkuna Little Big Adventure, sum hava tikið stig til kappingina. Tey hava drúgvar royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renn­ ing í Føroyum. Meginparturin av kappingini gongur fyri seg í Sunda kommunu, og tí skipar kommunan fyri kappingini saman við hinum fyriskiparunum. Sambært komm­ un­uni hava fyriskipararnir sam­ starva við føroyskar veitarar og teir bønd­ur, sum eiga jørð, har runnið verð­ur. Sunda kommuna veit at siga, at út við 200 útlendingar hava meldað seg til renningina. Millum teirra eru tað, sum mugu metast sum heimsstjørnur innan hetta slagið av renning. Mira Rai úr Nepal hevur teknað seg til at renna hálv­ mara­ton. - Tað sær ótrúligt út. Líkist als ikki Nepal. Vit hava einki hav í Nepal og hygg eftir Føroyum! Eg gleði meg at vitja har, sigur Mira Rai. Mira Rai hevur vunnið ein hóp av slíkum kappingum, síðani hon byrjaði at kappast í 2014. Hon eigur eisini fleiri met í altjóða kappingum, so sum Mont Blanc 80 km og Ben Nevis Ultra. Ein annar altjóða luttakari er danska Kristina Schou Madsen, sum í mars setti nýtt met í at renna upp á Kilimanjaro-fjallið, hægsta fjall í Afrika. Hon brúkti seks tímar og 53 minuttir upp á at renna úr 1.630 metrum upp á 5.895 metra høga toppin. Tveir aðrir kendir sonevndir trail-rennarar, sum koma til Føroya, eru Tom Owens úr Onglandi og Sim­on Grimstrup, sum er á danska lands­liðnum. Eitt, sum fyriskipararnir fegn­ ast um, er, at hetta helst er ein­asta kapping í heiminum, har lut­tak­ ar­arnir fáa mat frá eini Michelin- matstovu á vegnum. KOKS er sett sum eitt av eftirlitsstøðunum og her verður høvi hjá rennarunum at fáa okkurt at bíta í og okkurt at drekka á langa teininum, sum bíðar teimum. - Vit ivast ikki í, at hetta er fyrsta slíka kapping í heiminum, har ein Michelinstjørnumatstova er eftirlitsstað og bjóðar rennarunum mat og drekka, siga fyriskipararnir. Sjálvar rennikappingarnar eru leyg­ardagin 8. Septembur. Fríggja­ dagin eru fyrilestrar og filmar á skránni og sunnudagin er høvi hjá lut­tak­arunum at royna ymiskar aðr­ar útilívsavbjóðingar.