Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Barbara Holm Mentamálaráðið er komið til sína niðurstøðu í kæru frá Liljuna Weihe, men niður­ støðan setur ikki punkt­um fyri orrustuni í Kring­varpi­ num – heldur verður Kring­ varpið álagt at taka málið um frá­koyrda tíðindaleiðaran upp til nýggja viðgerð. Hetta er seinna kæran frá Liljuna Weihe til Menta­ mála­ráðið. Í fyrra um­farið kærdi Liljan Weihe av­gerðina hjá Johnny í Gróti­num, fyrrverandi stjóra í KvF, um at siga Lilju­na Weihe úr starvi, til Menta­mála­ráðið­ um. Liljan Weihe fekk við­ hald í kæruni, og uppsøgn hennara varð ógyldað. Síðani fekk Liljan Weihe nýtt ætlanarskriv frá John­ ny í Grótinum, har ætlanin var, at hon skuldi flytast frá leiðarasessinum á aktuelt­ deildini, til eitt nýtt aka­dem­ iskt starv. Og hetta metti Liljan Weihe sum eina reella upp­søgn, og tí varð hendan av­gerð kærd til Menta­mála­ ráðið. Tað er hesa kæru, sum Mentamálaráðið í dag hevur tikið støðu til. Sum ein uppsøgn Mentamálaráðið sigur, at av­gerðin um at flyta Liljuna Weihe úr starvinum sum leiðari fyri aktueltdeildina til eitt akademiskt starv í Kringvarpinum, má met­ ast at vera ein so týð­andi broyting av starvi henn­ ara, at hon ikki kann takast innanfyri vanliga leiðslu­ rættin. Hetta merkir, at Kring­varpið ikki kann áleggja Liljuni Weihe at taka av nýggja starvinum. Eisini sigur Menta­mála­ ráð­ið, at skuldi Kringvarpið framt hesa broyting á rættan hátt, so skuldi Kringvarpið sagt Liljuna Weihe úr starvi sum tíðindaleiðari, sam­ stundis sum Kringvarpið bjóð­aði henni eitt nýtt aka­ dem­iskt starv. - Røtt mannagongd í hes­ um málinum vildi sostatt verið, at KvF gav kæraranum eitt ætlanarskriv um upp­ søgn úr starvinum sum “leiðari fyri aktuelt”, sam­ stundis sum kærarin fekk til­boð um eitt nýtt starv. Hetta hevði havt við sær, at um kærarin ikki tók við nýggja starvinum, var hon at rokna sum uppsøgd av KvF sam­bært galdandi reglum, skrivar Mentamálaráðið. - Ein uppsøgn er ein fyri­ sitingarlig avgerð, sum skal vera sakliga grundað. Upp­ søgnin skal vera viðgjørd sam­bært fyrisitingarlógini, og hon skal lúka treytirnar sam­bært fyrisitingarligu megin­reglunum og góðum fyri­sit­ingar­siði. Áðrenn avgerð um upp­søgn verður tikin skal starvs­fólkið harumframt hava møgu­ leika at kanna eftir og gera við­merk­ingar til av­gerð­ar­ grund­arlagið, skrivar Menta­ mála­ráðið og vísur á, at í hesum førinum vildi víðka parts­hoyring verið galdandi. Helst proportionalt Víðari vísir ráðið á avgerð hjá ráðnum 20. apríl í ár, við­víkjandi kæruni av upp­ runaligu uppsøgnini av Liljuna Weihe. Hóast Menta­ mála­ráðið í hesi fyrru kæruni ógyldaði uppsøgnina av Liljuna Weihe, so segði ráðið – MMR fer við hesum at heimvísa málið til KvF til nýggja viðgerð, skrivar Mentamálaráðið KRINGVARPIÐ FÆR UM LILJUNA AFTUR