Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 TÍÐINDI sam­stundis, at hon ikki hevði sýnt rættan leiðsluatburð. Tá var millum annað sagt, at Liljan Weihe við sínum atburði hevði sett trúvirðið hjá stovninum í váða. Og hóast Mentamálaráðið tá segði, at slíkur atburður kann hava við sær starvs­ fólka­rætt­arligar avleiðingar, so metti ráðið, at tað var ov hørð revsing, at siga Liljuna Weihe úr starvi fyri hetta. Tað var ikki í samsvar við fyri­sit­ingarrættarliga pro­ portionalitets­prinsippið, segði Mentamálaráðið. Í niður­støðuni í dag vísir Menta­málaráðið til fyrru kæruna í málinum og til tey brot, sum Liljan Weihe tá varð mett at hava framt. - Við støðið í teimum upp­lýs­ingunum, sum fyri­ ligg­ja í málinum, verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KvF um at siga kæraranum (Lilju­ na Weihe, red) úr starvi sum leiðari fyri aktuelt, og sam­ stundis bjóða henni annað hóskandi starv, helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum, sigur Mentamálaráðið í dag. Víðari verður sagt, at Mentamálaráðið ikki sær orsøk til at seta til síðis met­ingina hjá KvF um, at atburðurin hjá Liljuna Weihe hevur viðført, at stjór­in í KvF misti álitið á henni sum leiðara á aktuelt deildini. Heldur ikki hevur Menta­málaráðið við­merk­ ing­ar til ætlanina um at seta Liljuna Weihe til at røkja aðrar uppgávur innan tíðinda­økið á stovninum. Men Mentamálaráðið stað­ fest­ir, at ein so týðandi broyt­ing í starvinum hjá Liljuna Weihe má gerast á rættan hátt sambært starvs­ fólkarættinum og fyri­ sitingarrættinum. - Tað kann ikki avvísast, at úrslitið av partshoyringini hevði verið øðrvísi, um KvF í staðin fyri at ætla at “flyta” kæraran (Liljuna Weihe, red) í annað starv, heldur ætlaði at siga kæraran (Liljuna Weihe, red.) úr starvi sum “leiðari fyri aktuelt”, og sam­ stundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv, sigur Mentamálaráðið og biður Kringvarpið taka málið upp til nýggja viðgerð. Tíðarlinja í málinum um Liljan Weihe Tað var síðst í november í fjør, at Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum fekk ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóra í Kringvarpinum. Stutt eftir, at Johnny í Grótinum tók við stjórasessinum í Sortudíki 1. september í fjør, byrjaði ósemjur at stinga seg upp millum fyrrverandi stjóran og fyrrverandi tíðindaleiðaran. Málið hevur útviklað seg nógv, og her sæst ein stutt tíðarlinja, sum vísir, hvat er hent í málinum. 1.september 2017 – Johnny í Grótinum verður settur sum stjóri í KVF 2. oktober 2017 – Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari, verður sjúkrameldað í tríggjar vikur orsaka av tí hon sjálv hevur kallað ”einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum”. Teir fyrstu mánaðirnar hjá nýggja stjóranum í sessinum tók stríð seg upp innanhýsis – serstakliga um sokallaða Skattamálið. 23. oktober 2017 – Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar stýrisformannin Rúna Heinesen um støðuna í Kringvarpinum. 24. november 2017 – Vikuskiftis Sosialurin ger stórt tema um støðuna við útgangsstøði í skjølum, sum Kringvarpsstýrið hevur fingið um støðuna. 30. november 2017 – Liljan Weihe fær ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum. 21. desember 2017 – Liljan Weihe verður endaliga søgd úr starvi. 3. januar 2018 – Liljan Weihe kærir uppsøgnina til Mentamálaráðið. 10. januar 2018 – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson kæra Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið og fáa stutt eftir kunning um, at ráðið ikki fer at viðgera kæruna, men tekur møguliga kæruna við í viðgerðina av kæruni hjá Liljuni Weihe. 20. apríl 2018 – Liljan Weihe fær viðhald frá Mentamálaráðnum. Uppsøgn hennara verður ógyldað, tí hóast brot verða staðfest, verður uppsøgn ikki mett at vera í samsvarið við proportionalitetsprinsippið. 24. mai 2018 – Liljan Weihe fær endaligt boð frá Johnny í Grótinum um, at tað varð gjørt av at “flyta” Liljan Weihe í annað starv í Kringvarpinum – eitt akademiskt starv. 24. mai 2018 – Sigmund Poulsen, sakførari, kærir vegna Liljan Weihe til Mentamálaráðið um avgerðina hjá Johnny í Grótinum um at flyta Liljan Weihe til akademiskt starv. Sakførarin metir, at hetta skal tulkast sum ein uppsøgn. 14. juni 2018 – Johnny í Grótinum fer úr starvinum sum Kringvarpsstjóri. Kári Sólstein verður settur sum fyribilsstjóri. 14. august 2018 – Mentamálaráðið gevur Liljan Weihe viðhald í seinnu kæruni, og sendir málið aftur til Kringvarpið. MÁLIÐ Í HØVDIÐ