týsdagur 14. august 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Støv úr asbesti er
sera vandamikið
Gransking staðfestir, at asbeststøv, sum tú andar í teg í tvær til
fýra vikur, kann elva til ólekiliga krabbasjúku.
Men, er tað í lagi at drekka vatn, sum rennur gjøgnum asbestrør?
Vilmund Jacobsen
Andar tú asbeststøv í teg í bert
tvær til fýra vikur, kann hetta vera
nógmikið til, at tú verður ólekiliga
sjúkur av krabbameini.
Talið av dønum, sum hvørt ár
fáa staðfest krabbameini av hesi
orsøk, er heili 400.
Eftir fólkatalinum svarar tað til,
at umleið fýra føroyingar gerast
álvarsliga sjúkir av avbeststøvi um
árið.
Ein vísundalig kanning, sum
varð almannakunngjørd fyri trim
um árum síðan, staðfestir nevni
liga, at fólk, sum arbeiða við asbesti
og fáa asbeststøv í seg, kunnu ger
ast fongd við ólekiligum lungna
hinnukrabba.
Tað er gomul vitan, at asbest er
vandamikið, og tí hevur hetta tilfar
eisini verið ólógligt í fleiri ár.
Leiðandi yvirlæknin á sjúkra
húsinum í Slagelse í Danmark, Rolf
Petersen, sum eisini hevur skrivað
vísundaliga grein um evnið, er ov
farin av, at asbest kann gerast
deyðiligt eftir so stuttari ávirkan á
likamið.
Sambært nevndu kanning skal
ógvuliga lítið til, áðrenn vandin fyri
lungnahinnukrabba veksur. Krabbi
í lungnahinnuni er sjáldsom sjúku,
men hon er sera álvarsom.
Asbestið er gloymt
Av teimum umleið 400 tilburðunum
av krabbameini í Danmark um
árið, sum standast av asbesti, er
talan um einar 100 tilburðir av
lungnahinnukrabba.
Yvirlæknin heldur, at tað hevði
verið skilagott við einari greining
og neyvari kunning um vandan við
asbesti, tí asbest er líka sum farið í
gloymskuna hjá fólki.
Johnni Hansen, sum granskar í
arbeiðsumhvørvi og krabbameini
fyri Kræftens Bekæmpelse, sigur, at
nógvir ungir handverkarar eru ikki
greiðir yvir, at gamlir bygningar
kunnu vera bjálvaðir við asbesti.
- Ungu handverkararnir vita
ikki, hvussu vandamikið tað er, tí
teir vóru børn ella óføddir, tá trup
ulleikin var nógv frammi í sjeyti-og
áttatiárunum.
Johnni Hansen vísir til eina ar
beiðsætlan í Pólandi, sum miðjar
eftir, at alt asbest skal verða kort
lagt og beint burtur fyri ár 2032.
Gransking á Aalborg Universit
etssjúkrahúsi hevur víst, at eisini
fólk í familjuni og sambúgvar hjá
asbest-raktum sjúklingum kunnu
gerast álvarsliga sjúk.
Ógvuliga eitrandi
Í Danmark, har tað tað verður
goldið fyri eitt nú at brúka vatn,
hevur verið spurt, um regnvatn av
taki úr asbesti kann brúkast sum
drekkivatn.
Men, her verður mælt til, at slíkt
takvatn ikki verður drukkið.
Víst verður á, at tá takpláturnar
eru vorðnar gamlar og byrja at
molast sundur ella brotna, kunnu
spønir í slíkum føri enda í regn
vatninum, og tí verður mælt til, at
regnvatn av asbesttaki ikki verður
endurnýtt sum drekkivatn.
Í danskari vegleiðing verður
sagt, at eternittplátur, sum eru
framleiddar fyri 1984, altíð hava
asbest í sær. Hinvegin kann eter
nitt, sum er framleitt í árunum
1984-1988, hava asbest í sær.
Men, eternitt, framleitt eftir
1988, er ikki fongt við asbesti.
Drekkivatn í asbestrørum
Um dagarnar var grein á danskari
tíðindasíðu um barnagarð í Billund
kommunu,
har
námsfrøðingar
høvdu funnið lutir úr eternitti við
asbesti í, nú tey vóru í holt við at
veksa um spæliplássið. Úrslitið
varð, at nevnda økið í barnagarðin
um varð avbyrgt, meðan kanningar
skuldu gerast.
Men, eitt er so, hvat liggur í jørð
ini, og hvat vit hava á takinum, nú
vanligt er, at tøk og partvís húsa
klædningar kunnu vera úr eternitti.
Tey, sum gingu í haganum - eis
ini í føroysku náttúruni - plagdu í
sínari tíð at síggja beru eternitt
rørini stinga undan moldini, og
tað var og er partvís framvegis úr
hesum rørum, at vit fingu okkara
drekkivatn.
Tað eru longu fleiri ár síðan, at
danska Umhvørvisstýrið umhugs
aði at gera eina kanning sum ætl
andi skuldi staðfesta, um gomlu
vatnrørini í Danmark eru ein
heilsuvandi. Gomlu rørini, sum eitt
nú drekkivatn rennur ígjøgnum,
eru nevniliga úr eternitti við as
besti í.
Kanningin skuldi vísa, um tað
møguliga loysna asbestfiprur innan
úr hesum rørum, sum síðan um
drekkivatnið enda í menniskjum.
Tað var í sínari tíð Dansk Eternit
fabrik í Aalborg sum framleiddi
hesi rør, og bara í Aalborg vóru 200
kilometrar av tilsamans 600 kilo
metrum av vatnrørum úr hesum
tilfari.
Eisini í Føroyum
Men, tað er ikki bara í Aalborg, at
hesi rør eru brúkt. Tey eru nevni
liga brúkt um alt Danmark og í
øðrum londum eisini, eitt nú í Før
oyum, her drekkivatn framvegis
rennur gjøgnum gomul eternittrør.
Við tað, at danir bora gjøgnum
kálk fyri at fáa vatnið upp, er
møguleiki fyri, at fiprur úr asbesti
í vatninum verða ”kapslaðar” við
kálki inni í rørunum og tí kanska
gerast minni skaðiligar í drekki
vatninum av hesi orsøk.
Tað eru ikki smápengar, sum tað
hevði kostað at tikið øll eternittrør
upp og lagt onnur ístaðin. Tí eru tað
kommunur, sum hava skift ein part
av slíkum rørum út um árið.
Í 1920-unum og 1930-unum vórðu
rør úr stoypijarni brúkt til vatnleið
ingar, og eternittrørini komu ser
liga í fimmti-og sekstiárunum.
Spurningurin hevur verið, um
vandin við at drekka vatn, sum
rennur gjøgnum eternittrør, stend
ur mát við kostnaðin av at skifta
gomlu rørini út.
Øll vita í dag, at asbest kann vera
lívsvandamikið, um tað sleppur
inn í likamið um andarásina, men
spurningurin er, hvør støðan er, um
asbestfiprur eru í drekkivatninum.
Norskar kanningar hava víst, at
mikroskopiskar restir av asbest
fiprum eru í drekkivatni, sum
rennur í nevndu rørum. Men, tal
an er eftir øllum at døma um so
smáar nøgdir, at ivasamt er, um
tær yvirhøvur kunnu hava nakran
týdning fyri heilsuna.
Keldur: Jyllands-posten.dk/ Ing.
dk (Ingeniøren)
HEILSA
Danir mæla frá at endurnýta og drekka vatn, sum rennur av gomlum asbesttøkum
Men, er tað í lagi at drekka vatn, sum rennur gjøgnum gomul asbestrør?