Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 Høgiklettur liggur sum hotelskip á Drelnesi - Nú verður bíðað eftir, at virkið á Tvøroyri verður klárt at taka ímóti, og tá klárt er, verður farið á makrelveiði, sigur Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum í Gøtu Vilmund Jacobsen Uppsjóvarskipini hjá Varðanum í Gøtu, sum nú hava ligið eina rúma tíð, fara um stutta tíð á makrelveiði í føroyskum sjógvi. Summarið er tíðin, tá upp­sjóv­ar­ skip­ini liggja, og tá verður vanliga ymiskt viðlíkahald gjørt, til skipini aft­ur fara á makrelveiði. Tórheðin Jensen, umsiting­ar­ leið­ari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at tað vanliga er eitt deytt tíðarskeiði, tá makrelur og svartkjaftur í fyrru hálvu av árinum er fiskaður, og til farið verður aftur á makrelveiði í seinnu hálvu av august. - Nú verður bíðað eftir, at virkið á Tvøroyri verður klárt at taka ímóti, og tá verður so farið á makrel­veiði, sigur hann. Leiga Høgaklett Umsitingarleiðarin veit at siga, at nú seinasta hond verður løgd á virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvør­ oyri, og nógv fólk er til arbeiðis á virk­inum, er Høgiklettur, sum felagið eisini eigur, lagdur suður á Drel­nes sum eitt slag av hotelskipi. - Tað er trupult at fáa innivist fyri øllum arbeiðsfólkinum, og tí hava vit fyribils lagt Høgaklett á Drel­nesi, sigur Tórheðin Jensen. Skipini hjá Varðanum, sum í næst­um fara á makrelveiði, eru Trónd­ur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter. Nógv hýsa Í nøkur ár hevur verið latið væl at gongdini við hýsustovninum undir Føroyum og soleiðis er eisini í ár Vilmund Jacobsen - Vit eru úti og kanna tosk, hýsu, upsa og onnur fiskasløg, og vit hava ikki sæð so nógva hýsu í nógv ár. Tað skrivar ein av manningini á Magnusi Heinasyni, Rósing Lydersen, á sínari Facebook-síðu mánadagin. Hann vísir á, at talan er um blandaða stødd av hýsu og metir, at umleið 60 prosent av veiðini er smá hýsa - og eini 40 prosent stór hýsa. - Hinvegin sær tað út til, legg­ ur Rósing Lydersen aftrat, at tosk­urin manglar nakað enn uppi í veiðini. Skipa fyri serstakari uppboðssølu av list - Vit vóna, at tiltakið fer at hava áhuga, soleiðis at hetta kemur at stuðla innsavningini til bussin, sigur áhugabólkurin á heiminum á Grønanesi Vilmund Jacobsen Á komandi Vestmannadøgunum, sum verða 17. - 23. septembur, ætl­ ar áhugabólkurin á Heiminum á Grønanesi at skipa fyri einari upp­ boðs­sølu av listamálningum. - Uppboðssølan verður skipað so­leiðis, at allir áhugaðir lista­mál­ ar­ar - royndir, sum óroyndir - fáa møgu­leikan at selja áhugabólkinum ein málning fyri ein avtalaðan minsta­prís. Síðan verður máln­ing­ ur­in settur á almenna uppboðssølu á heimasíðuni hjá VEKS og Face­ book-síðuni, har øll kunnu leggja boð inn. Áhugabólkurin á heiminum á Grøna­nesi sigur, at endin á upp­ boðs­søluni verður leygardagin hin 23. september í ítróttarhøllini í Vestmanna, har seinasti møgu­leik­ in verður at bjóða upp á máln­ing­ ar­nar. - Verða málningar seldir fyri meir enn minstaprísin, fer yvir­ skotið til bussinnsavningina. Kem­ ur einki keypsboð upp um minsta­ prís­in, fellur málningurin aftur til lista­fólkið. Áhugabólkurin vónar, at upp­ boðssølan fer at hava áhuga, so­ leiðis at tiltakið kemur at stuðla inn­savningini til bussin, sam­ stundis sum hetta kann vera ein góð reklama fyri listafólk, sigur áhuga­bólkurin á heiminum á Grøna­nesi í Vestmanna. Tað er so trupult at fáa innivist í Suðuroy, at Varðin hevur lagt Høgaklett á Drelnes sum eitt slag av hotelskipi hjá nøkrum teirra, sum arbeiða við at fáa virkið hjá Varðanum Pelagic liðugt SMÁTÍÐINDI