Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Royndi pol­it­ik­ar­ in úr Kunoy, sum fylti 80 ár mána­ dagin í síðstu viku, doyði seinn­ a­partin í gjár Eirikur Lindenskov Hann var longu ein royndur pol­itikari, tá hann á fyrsta sinni var valdur inn á ting fyri Norðoya valdømi á løg­ tings­val­inum 8. november í 1984. Heini O. Heinesen hevði fleiri ferðir havt sæti á tingi fyri Finn­boga Ísakson, sum hesa­ferð ikki stillaði upp aft­ur á løg­tings­val­i­num. Finnbogi hevði røkt løg­tings­ sess­in fyri Norðoya valdømi síð­ani 1966. Mestu politisku roynd­ir­ nar hevði Heini O. Heinesen tó úr komm­un­al­pol­i­tikki. Hann var um hetta mund­ið for­mað­ur í Komm­unu­fel­ ag­num, og hann hevði ver­ið bygd­ar­ráðs­limur í Kun­oy­ar kommunu í 16 ár – har­av í tey átta sum bygd­ar­ráðs­for­ mað­ur. Í samrøðu við málgagnið hjá Tjóð­veld­is­flokk­i­num, 14. September, tann 10. nov­emb­ er i 1984 segði Heini O. Hein­ e­sen, at tað fór at vera ein avbjóðing at loysa Finn­boga Ísakson av sum løg­tings­ mann, men at politikkurin verð­ur helst ikki tann sami. Heini O. Heinesen varð vald­ur við 175 per­són­lig­um at­kvøð­um ta ferð­ina. Tjóð­ veld­is­flokk­ur­in fekk til­sam­ ans 646 atkvøður í Norðoya val­dømi. Fólkaflokkurin var størst­ur við 849 atkøvðum, Javn­aðarflokkurin numm­ar tvey 759 og Tjóð­veld­is­flokk­ ur­in nummar trý við 646. Fjórða tingsessin fekk Sjálv­ stýr­is­flokkurin við 478 at­ kvøð­um. Heini O. Heinsen sigur víð­ari í samrøðuni við 14. Sep­ tem­ber, at hann hevði rokn­að við einum góðum vali, men at tað ikki var ætl­an­in, at hann skuldi vera best­ur. – Hesaferð høvdu vit einki leið­aravalevni sum so, og mettu okkum á jøvnum føti hvørt við annað, segði hann. Tá vit minnast Heina O. Heinsen sum ein lok­al­pol­it­ik­ ara, sum stríddist fyri sín­um valdømi, so er tað helst ikki heilt av leið – í øllum før­um ikki í mun til tað, sum Heini O. Heinesen sjálvur ætl­aði, tá hann varð valdur á ting. Hann segði í samrøðuni við 14. September, at munur fór at vera á politikkinum hjá sær og hjá Finnboga Ís­ak­son. – Har Finnbogi var meira ein politikari fyri alt landið, eri eg sjálvur meira ein pol­it­ ikari fyri mítt valdømi. Men við hesum er ikki sagt, at eg fari at avmarka meg bert til at arbeiða fyri Kunoyar bygd, sum onkur vidi vera við, segði hann. Samferðsluútbyggingar í út­jaða­r­anum lógu honum nær á hjarta. Men ikki minst var tað fisk­i­vinn­an, sum hann legði nógv fyri at menna. Heini Oyolvur Hein­e­ sen var føddur 6. august 1938 í Kun­oy. Hann var sjómaður 1954– 1955 og var síðan í snikk­ ar­a­læru í Klaksvík til 1959. Starvaðist sum bygg­i­meist­ari 1967–1977 og veg­a­for­mað­ur hjá Lands­verk­frøð­in­g­i­num 1978–1988. Heini O. Heinesen var í eitt mannaminni bygd­ar­ráðs­ lim­ur í Kunoy og borgarstjóri í komm­ununi 1977–2008 og vara­borg­ar­stjóri 2009–2012, og røkti hann eitt skifti aftur borg­ar­stjór­a­sessin. Sum lokal­pol­itikari var hann eis­ ini for­mað­ur í Føroya Komm­ un­u­felag 1983–1985. Heini O. Heinesen hevði nógv álitisstørv, bæði í Norð­ oya Tjóðveldisfelag og í Tjóð­ veld­is­flokk­i­num. Hann var eisini for­mað­ur í Tjóð­veld­ is­flokk­inum frá 1994–2000 og for­mað­ur floksins á tingi 1994–2004. Hann var valdur á Før­oya Løgting fyri Norðoya val­d­ømi á løgtingsvalunum í 1984, 1988, 1990, 1994, 1998 og 2002. Hann fall á valinum í 2004 fyri Karsten Hansen, sum hevði umboðað flokkin í lands­stýrinum í seks ár. Men tá Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2008 stillaði Heini O. Heinesen uppaftur og varð valdur við ikki færri enn 415 atkvøðum sum numm­ar seks á listanum hjá Tjóð­veldi. Á valinum í 2011 var Heini O. Heinesen ov stutt­ur at gerast millum tey seks, sum tá vórðu vald at um­boða flokkin á tingi. Heini O. Heinesen fekk heið­ur­in at seta løg­ting­ið á fyrsta fundi eft­ir løg­tings­val­ ið í 2008 sum ellisformaður, um fyri­skriv­að er, skal elsta fólk seta ný­valda Løgtingið. Tá var Heini 69 ára gamal. Heini O. Heinesen giftist Honnu Adam á 70 ára føð­ ing­ar­degi sínum í 2008. Hanna doyði í 2016.Seinastu ár­ini búði Heini O. Heine­sen á Norð­oya Ellis- og Røkt­ar­ heimi. Heini O. Heinesen er deyður Á fyrsta tingfundinum eftir valið í 2008, sum varð hildin 2. februar, hevði Heini O. Heinesen heiðurin sum elsti maður at seta tingið. Grein 2 í tingskipanini fyriskrivar, at elsta fólk, sum er valt á ting, skal seta tingið á fyrsta fundinum eftir valið Úr málgagni Tjóð­veld­is­floks­ins, 14. Sep­tem­ber, 10. nov­em­ber í 1984: »Tjóð­veld­is­mann­ing­in er munandi broytt, tá ting­ið kemur saman aft­ur. Heini Heiniesen er vald­ur í Norð­ur­oyggj­um, Sign­ar Han­sen í Eyst­ur­oynni, Jógv­an Dur­huus í Norð­ streym­oy og Herg­eir Niel­sen í Suðuroy. Hans Marius Jo­en­sen í Skopun var ikki aft­ur­ vald­ur og so­statt mistu vit mannin á Sandoynni. Petur Reinert og Ove Mikkelsen vóru heldur ikki afturvaldir. Erlendur Patursson og Karin Kjølbro eru einastu tinglimir, ið eftir eru av gomlu tingmanningni.«