týsdagur 14. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93
NØVN
Fyri tveimum ár
um síðan andað
ist ein av okkara
gávuríku gittar
leikarum, bert 50
ára gamal. Óla
Hans Andreasen
ið talan er um,
byrjaði á ung
um árum at fáa
áhuga fyri gittar
leiki og tað var í
skúlatíðuni á Ve
njingarskúlanum
í Havn, at hann
saman við øðrum
kom fram sum
ein gávuríkur
tónleikari.
Í ár eru tað 35
ár síðan seinna
singulplátan hjá
tónleikabólk
inum Funkies
varð útgivin.
Hans Egholm/
Føroyska Rokksøgan
Byrjaðu sum The Rock Boys:
Miðskeiðis í sjeytiárunum
stovnaðu
nakrir
dreingir
á
Venjingarskúlanum
í
Havn ein tónleikabólk. At
byrja við kallaðu teir seg
The Rock Boys, men síðst í
sjeytiárunum og inn í átta
tiárini broytti bólkurin navn
til Funkies. Hesin bólkur
gjørdist rættiliga kendur
um alt landið sum ein virkin
dansibólkur.
Oddamaðurin í hesum
bólki var gittarleikarin og
sangarin Óla Hans Andrea
sen. Frá heilt ungum árum
vísti hann serstøk góð evni
á gittaranum. Somuleiðis lá
væl fyri at gera løg. Funkies
gav tvær stakplátur út í
ávikavíst 1981 og 1983, sum
Plátubarrin gav út. Hesar
plátur gjørdu rættiliga vart
við seg. Her hoyrdust tíðar
innar tónar og ljóðføri. Disk
okendar rýtmur og elektron
isk ljómborðsljóð.
Teir, sum mannaðu bólk
in, vóru Hans Andrias Høj
gaard, bassgittara og sang,
Terji T. Rasmussen, gittara og
sang, Jónleif Müller, trumm
ur og Óla Hans Andreasen,
sologittara og sang. Nakað
undan seinnu plátuni var
eisini Magnus Johannesen,
ljómborð, komin við í bólkin.
Limirnir í bólkinum vóru um
15-16 ára aldur, tá fyrsta plát
an kom út.
Fyrsta plátan kom sum
nevnt út í 1981. Hon bar
heitið á bólkinum. Løgini
vóru It’s just a lie og Disco
Ride. Óla Hans hevði gjørt
bæði løgini.
Dimmalætting
hevur
stutt ummæli av plátuni.
Samanumtikið er ummæli
jaligt, hóast fýlst verður á,
at torført er at hoyra, hvat
verður sungið. Lagið Disco
Ride heldur blaðið minna
nógv um tónleikin hjá The
Shadows.
Lagið er kanska eitt sind
ur einstáttað, tí gjøgnum alla
plátuna er lagið tað sama.
Men tað er einki at ivast í, at
hetta lagið fer at vinna seg
inn sum eitt væl umtókt lag
á discotekunum runt landið.
(Dimmalætting 16.10.81)
Eingin ivi er um, hvaðani
íblásturin til lagið It’s just a
lie stavar. Funkies vóru kend
ir fyri at spæla nógv løg hjá
Dire Straits, og tað hoyrist
eisini á spælinum.
“... men hetta lagið er av
gjørt eitt tað besta lagið,
sum er komið út í Føroyum.
Solospælið á hesum lagnum
er einastandandi gott, og ein
hoyrir, hvussu nógv gittarin
er ávirkaður av Mark Knopf
ler úr Dire Straits”. (Dimma
lætting 16.10.81)
Á seinnu plátuni hjá
Funkies vóru tvey løg – Give
me some lovin og Love.
Funkies høvdu nógv til
far, ið teir sjálvir høvdu
gjørt, og meira enn eina ferð
vóru demoupptøkur gjørdar.
Terji Rasmussen heldur seg
minnast, at okkurt lag varð
soldað frá, tí sungið varð á
føroyskum. Tað var ikki rák
ið tá at syngja á føroyskum,
og tí blivu tvey løg við ensk
um tekstum vald. Demoupp
tøkurnar vórðu gjørdar í
kjallaranum heima hjá Hans
Andrias Højgaard við Venj
ingarskúlan í Havn.
Í 1984 gavst bólkurin at
spæla. Nakrir av limunum
høvdu verið til skips, og tað
eydnaðist ikki at fáa bólkin í
snúningar aftur.
Fútin stongdi
Discotek Queen
Funkies kom av óvart at ger
ast partur av stórum her
verki, ið hendi í Havn í 1981.
Bólkurin var ein av teim
heilt fáu, um ikki tann ein
asti, sum nakrantíð hevur
spælt til dans í Discotek
Queen ella Gaman, sum tað
nevndist tá.
Mikið rok stóðst aftan
á hetta, neyvan av fram
førsluni, men fútin valdi at
steingja
dansihølið
seint
í august mánaði í 1981, og
leygarnáttina eftir gjørdi
ein rættiliga stór og uppøst
mannamúgva um seg í Havn
ini. Herverk varð framt fyri
millum kvart og hálva milli
ón. 22 fólk vórðu handtikin,
og talan var um ein tann
herviligasta ófrið nakrantíð
í Føroya søgu.
Hoyr ella hoyr aftur eina
forkunnuga samrøðu við
Óla Hans Andreasen í út
varpssendingini, “Tónaslátt
ur” hjá kringvarpinum, miku
dagin 15. august kl.10:05
Sendingin
varð
send
fyrstu ferð í 2003. Hans Eg
holm legði til rættis
Gunvá við
Keldu
Býráðslimur
í Klaksvík
Víst kunnu vit gleðast um, at
vit hava fingið skipanir, sum
ALS, eins og aðrar sosialar
skipanir, ið lofta teimum ið
hava tørv á tí, og eru fyri øll.
Landsins stjórn eigur hin
vegin alsamt at leggja seg
eftir at føra ein politikk, ið
megnar at fáa borgararnar
úr ALS, heldur enn í ALS
Í
aftursvarinum
hjá
Signhild V. Johannesen til
mína grein, sæst munurin
á hugsjónunum og hvar
vit standa politiskt. Vit eru
kanska ikki so ósamdar um
karmarnar, men sera ósamd
ar um, hvussu vit halda
eitt samfelag best kann
mennast. Umráðandi er at
arbeiðsgevarar og íverkset
arar fáa støðug, góð og rúm
lig kor at virka undir, so hesi
alsamt menna og konsoli
dera seg, og harvið fáa fleiri
og fleiri borgarar í arbeiði.
Tað er vinnulívið, sum er
lokomotivið, ið ger, at vit í
heilatikið kunnu hava tað
vælferðarsamfelag, vit hava.
Fólkaflokkurin fyri øll
Tað er onki nýtt, at Fólka
flokkurin megnar at fevna
bæði arbeiðsgevarum, eins
og verkafólkum og -feløgum.
Tá ið málið um fiskivinnu
nýskipanina varð lagt fram,
kendu verkafeløgini í Norð
oyggjum seg beinanvegin
ótrygg og sendu skriv út 8.
mars 2017, har tey m.a. søgdu:
»Verður uppskotið um
nýggja
fiskivinnuskipan
samtykt, er stórur vandi fyri,
at hundraðtals arbeiðspláss
í Norðurøkinum fara at
hvørva um heilt stutta tíð.
Tí vilja vit við hesum heita á
politiska myndugleikan – og
fyrst og fremst á tingmenn í
Norðoyggjum, um at steðga
ætlanini hjá landsstýrinum.”
…Víðari søgdu tey: “Vit hava
tvær ferðir seinastu 25 árini
upplivað, at arbeiðið á Kósini
hevur ligið stilt, og tað er ein
støða, sum vit ikki ynskja at
uppliva aftur.”
Fólkaflokkurin í býráð
num legði upp til at fáa eitt
samt býráð, óansæð polit
iskan lit, at senda skriv út,
har vit stuðlaðu verkafel
øgunum.
Semja
spurdist
tíverri ikki burturúr hesum,
hóast fleiri av ætlaðu átøk
unum í Fiskivinnunýskip
anini, eisini tá, tyktust at
hótta tilverugrundarlagið í
Norðoyggjum. Tí varð stuð
ulsskrivið sent út bert um
boðandi Fólkaflokkin.
Tá ið Signhild V. Johanne
sen rør fram undir, at eg og
allur Fólkaflokkurin heldur
vilja hava stattarmun, heldur
enn eitt javnt samfelag, so er
hetta ikki rætt. Munurin á
flokkum okkara er, hvussu
vit meta vit best fáa eitt sam
felag fyri øll. Ein grundleggj
andi munur á hugsjónum.
Sum beinrakna orðatakið, ið
ofta verður nýtt, sigur: “You
cannot strengthen the weak
by weakening the strong.”
Tað er umráðandi, at tey
ið stjórna, til eina og hvørja
tíð, føra ein politikk ið megn
ar at fáa føroyska borgaran
úr ALS og ikki førir politikk,
soleiðis at borgararnir enda
í ALS.
Eiga at fáa borgarar úr ALS og ikki í ALS
Funkies loftaðu
tíðarinnar tónleikaráki
Fyrsta plátan hjá Funkies frá 1981. F.v Hans Andrias Højgaard,
Óli Hans Andreasen, Terji T Rasmussen og Jónleif Müller
Onnur plátan hjá Funkies kom í 1983. F.v Magnus Johannesen,
Terji T Rasmussen, Hans Andrias Højgaard, Jónleif Müller og
Óli Hans Andreasen.