Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR Norðsetur vantar fólk - Vit hava alla tíðina eini 8-10 sethús í gerð, og vit kundu saktans havt eini 2-3 fólk í arbeiði aftrat, sigur Helgi Olsen, stjóri Vilmund Jacobsen Tað er nógv byggivirksemi í Føroyum í løtuni og millum fyritøkurnar, sum leita eftir fólki, er byggifyritøkan Norð­setur í Hvalvík. Helgi Olsen, stjóri, sigur, at tey leita eftir húsa­smiðj­ um, arbeiðsfólki og lærlingi. - Okkum tørvar tveir góð­ar húsasmiðir til fram­ leiðsl­una á virkinum hjá okk­um í Hvalvík, her vit smíða hús. Okkum tørvar eis­ini eitt álitisfólk til at koyra vørur út í húsini, vit byggja, umframt til aðrar fyri­fallandi uppgávur. Helgi Olsen, stjóri, sigur, at Norðsetur hevur nakrar lærl­ingar, men kundi væl hugsað sær ein hugagóðan lærling aftrat. - Jú, tað er so vist, at vit saktans kundu havt nøkur fólk í fyritøkuni aftrat, tó at vit í løtuni eru stívliga 20 fólk til arbeiðis. 8-10 hús í gerð Stjórin í Norðsetur sigur, at byggivirkið alla tíðina hev­ ur eini 8-10 sethús í gerð samstundis, og smíðað verð­ ur á virkinum í Hvalvík alla tíðina. - Vit smíða hús í løtuni, sum skulu setast upp kring tað mesta av Føroyum, bæði í Norð­oyggjum, Eyst­ur­ oynni, inni á meginøkið og í Vág­um. Helgi Olsen vísir á, at nógv verður stykkjað út í ymisku kommununum, og tey eru ikki so fá, sum byggja sær eini størri hús. - Jú, eg haldi, at húsini, sum fólk byggja í løtuni, ofta eru rímiliga stór, og tey eru ikki so fá, sum eisini vilja hava kjallaran ella part av kjallaranum innrættaðan. Stjórin vísir á, at nógv fokus hevur verið á, at fólka­ talið í Føroyum veksur, og at tað eru fleiri, sum onga­ staðni hava at búgva – ella, at fólk búgva ov trongt. Flestu eru lyklaklár Flestu húsini, sum Norð­set­ ur smíðar, verða latin lykla­ klár. - Tað er sjáldan, at vit bara innrætta húsini, og at eig­arin síðan tekur yvir. Helgi Olsen heldur, at talið av teimum, sum gera nakað sjálvi, hevur verið mink­andi. - Jú, vit eru í gongd alla tíð­ina víða um landið. Tá hús­ini eru liðugt smíðað á virkinum og eru sett upp, verður arbeitt við inn­rætt­ ing og øllum tí, sum har til hoyr­ir, sigur stjórin í Norð­ setur. Claus V. Christensen í starv hjá Solar Føroyar Solar Danmark boðaði her­ fyri frá, at tey hava sett Claus V. Christensen sum deild­arleiðara fyri Solar Før­ oyar, og hann byrjar í hesum starvi hin 1. oktober í ár. Claus V. Christensen kem­ur úr einum starvi sum deildarstjóri hjá Würth, har hann at enda hevur havt ábyrgdina av søluni í Før­ oyum og Grønlandi. Nýggi maðurin hjá Solar í Føroyum hevur starvast fyri Würth í samfull 24 ár. Solar Danmark fegnast um, at Claus V. Christensen nú kemur at mynda Solar í Føroyum, og tey síggja fram til eitt gott og gevandi samstarv. vilmund@sosialurin.fo ENDURLÝSING: Eldhugaður námsfrøðiligur serfrøðingur Vilt tú vera við til at menna námsfrøðiligu tilgongdina í skúlaverkinum? Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum námsfrøðiligum serfrøðingi, sum við innliti og hegni skal seta námsfrøðiligu menning fólkaskúlans á breddan. Námsfrøðiligi serfrøðingurin skal vera við til at lyfta og stimbra skúlan námsfrøðiliga og fakliga. Arbeiðið fevnir um, saman við stjóranum og ráðgevunum í Námi, at menna eina ráðgevaskipan til skúlaverkið. Í fyrstu atløgu til fólkaskúlan og síðan eisini til dagstovnaøkið og skúlaverkið í síni heild. Harumframt verða viðgerð og tilráðing um dagføringar av námsætlanunum eisini partur av arbeiðinum. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. juli 2021 – við møguleika fyri leingjan til 31. juli 2023. Uppgávurnar eru m.a.: Saman við stjóranum, ráðgevunum og øðrum í Námi: • at menna námsfrøðiligu tilgongdina í skúlaverkinum • at seta í verk ráðgevaskipan í skúlaverkinum • at lyfta og styðja námsfrøðiliga og fakliga støðið í skúlaverkinum • at fylgja við í tí, sum fyriferst innan gransking og menning á námsfrøðiliga økinum, serstakliga, tá ið talan er um ráðgeving og kunning í hesum sambandi • at viðgera og ráða til dagføringar av námsætlanunum • at skipa fyri almennu kunningini um námsætlanir og atknýttar fyriskipanir • at skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar • at samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis • at luttaka í tvørgreinaligum granskingarsamstarvi eitt nú í sambandi við eftirmetingar fólkaskúlans • at ráðgeva Mentamálaráðnum í námsfrøðiligum viðurskiftum Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • útbúgving frá hægri lærustovni innan námsfrøði, didaktik ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi harumframt hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari. • góðan kunnleika um føroyska skúlaverkið, søguna og andan í fólkaskúlanum og -lógini • hug og hegni til námsfrøðiliga menning og ráðgeving. Royndir innan námsfrøðiliga ráðgeving og gransking er ein fyrimunur. • holla vitan um námsætlanir og rák, sum eru kring okkum innan námsætlanarøkið, og hegni til sjálvstøðugt at meta um, hvat hóskar til føroyska skúlaverkið og hví • góðan førleika at orða seg væl á føroyskum í skrift og talu • góð samstarvsevni Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at menna skúlaverkið. Starvið hevur nógvar skiftandi uppgávur og nógv samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Umsókn Skrivlig umsókn merkt ‘serfrøðingur’ saman við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast til: Nám Hoyvíksvegur 72 FO-100 Tórshavn Ella sum teldupostur á eydun@nam.fo Umsóknin skal vera Námi í hendi í seinasta lagi á midnátt sunnudagin 19. august 2018. Ynskjast fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tlf. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 23 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk. - Vit eru í gongd alla tíðina víða um landið, sigur Helgi Olsen, stjóri í Norðsetur