Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 Tvey starvsfólk til náttarvaktartoymi í Tórshavn ALMANNAVERKIÐ X X 17.08.18 Starvsfólk at arbeiða í stuðulstoymi í Tórshavn ALMANNAVERKIÐ X X 20.08.18 Handilslærlingur til Colorama á Hálsi SP/F PROFA Á HÁLSI X X 20.08.18 Námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingur til barnaverndarøkið í Almannaverkinum ALMANNAVERKIÐ X X 22.08.18 Rakstrarfólk til Elektron P/F ELEKTRON X X 15.09.18 STARVSMARKNAÐUR Um Starvsmarknaðin: Starvsmarknaðurin er nýtt átak í Mikudags- Sosialinum. Talan er um fleiri samanhangandi síður í blaðnum við starvslýsingum, og eisini er ein teigur við starvslýsingum, har tær eru listaðar alt eftir, nær umsóknarfreistin er. Mikudags-Sosialurin verður prentaður í gott og væl 19.000 eintøkum og borin út til øll húsarhald í Føroyum, so við eini starvslýsing í Starvsmarknaðinum kemur tú út í hvørt heim í landinum. Hevur tú áhuga í at lýsa í Starvsmarknaðinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bartal í Gongini, søluráðgeva Tlf. 270600 bartal@sosialurin.fo STØRV Seinasta freist Námsráðgevar til fólkaskúlan Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi. Málið er at byggja upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður tí eisini partur av tvørgreinaligum samstarvi. Í fyrsta lagi verður søkt eftir fýra námsráðgevum í ávikavist: • føroyskum og lesimenning • náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrstu atløgu støddfrøði • handaverki og list • fremmandamálum Um starvið Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum. Ráðgevin skal virka fyri at menna námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum. Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herundir ráðgeva uppgávunevndum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava: • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning • góð samstarvsevni og vera fyrikomandi • góðar samskiftisførleikar • góðan málførleika, serliga í føroyskum Setanarviðurskifti Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið 2018/2019, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum. Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er trý skúlaár frá 1. september 2018, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum. Umsóknir Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal vera Námi í hendi í seinasta lagi 19. august 2018. Umsóknin skal sendast til: Nám Hoyvíksvegur 72 FO 100 Tórshavn ella við t-posti á eydun@nam.fo Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150. Søkt verður eftir einum vaskifólki til Bylgjuna í Runavík at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 5 tímar hvønn morgun frá kl. 6.00-11.00, mánadag til fríggjadag. Umsókn kann latast kommunuskrivstovuni, Heiðavegur 26, 600 Saltangará ella sendast til: runavik@runavik.fo Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Borgar Persson á tlf. 222639 Umsóknin skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 19/8-2018. Vaskifólk til Bylgjuna ktober 2014 · Nr. 120 ars 2018 · Nr. 31 Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti Starvsmarknaður í Sosialinum Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosia Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 STARVSMARKNAÐUR STØRV Ófulltikin dekkari til Vørn P/F VØRN Fulltiknir dekkarar til Vør N Dreymastarvið finnur tú á in.fo