Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Løgreglan boðaði í vikuni frá, at tey taka málið um illgrunasama deyðan hjá 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen uppaftur til kanningar. Maria Fuglø Christiansen doyði í 2012. Menningarkvoturnar vórðu loksins latnar týsdagin. Níggju loyvi vórðu latin tó eitt tíggjunda kann koma upp á tal. Sí yvirlit aðrastaðni í blaðnum Glasir varð tikin í nýtslu hósdagin, tá ið hundraðtals næmingar høvdu sín fyrsta skúladag í skúlanum. Kendi politikarin, Heini O. Heinesen, doyði í vikuni, 80 ára gamal. Varðin og TAKS hittist hesa vikuna aftur í rættinum, hesaferð snýr málið seg um 300 milliónir krónur í skatti Menningarkvotur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fóru í 1. flokk í ár 665 Hetta orðið finst av góðum grundum ikki í Sprotanum, men orðið menning ger. Og um tað orðið sigur Sprotin: 1 framburður, framvøkstur, framgongd, framstig, framtak, vøkstur, menning var eingin; átrúnaðarlig menning2 tað at hann mennir vindin el. ættina, upp undir menning; Nakar sum veit hvar kann man keypa, ella leiga eitt uppsjóvarskip?  Spyrji fyri ein vin Tað eru fleiri sjómenn í Tórshavn enn í Klaksvík segði ein við meg í gjárkvøldið. Passar tað?  Skulu vit flyta sjómannadagarnar til Havnar? Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 6 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni dregur samanum og í støðum fer at regna. Hitin um 12 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn flestastaðni. Hitin um 9 stig. Lot til gul av ymsum ættum ella vestri, undir 6 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 9 stig. Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin um 12 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og lækkar í ein vestan og útsynning. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig. 6-10 m/s 1-6 m/s Loksins komu tær nógv umrøddu menningarkvoturnar. Sum væntað gjørdi tað, at summi gleðast og onnu gráta. Tað kann neyvan vera øðrvísi. Tá ið ein setir sær eitt mál og tað so ikki eydnast, so verður ein vónbrotin. Ì hesum førinum vóru tað 29 fyritøkur ella samtøk, sum fingu noktandi svar. Í politisku skipanini er framvegis kjak um hugskotið við menningarkvotum. Summi halda, at hetta er ein skilagóður máti at skumpa undir menning og virðisøking, meðan onnur halda, at hetta bara er at taka frá nøkrum fyri at geva øðrum. Í Føroyum fara vit ongantíð at semjast um eina fiskivinnuskipan. Áhugamálini eru so mong og nógvir pengar eru uppá spæl. Milum annað ger tað, at sjálvt vinnan ikki hevur felags mál, tí ein og hvør er sær sjálvum næstur. Ája! Í gjár fóru skúlabørnini aftur í skúla eftir langa summarfrítíð og meira enn 700 børn fóru í skúla fyri fyrstu ferð. Hetta er eitt gott høvi hjá okkum øllum at hugsa um, hvat tað er fyri eitt land og hvat tað er fyri ein heimur við lata til eftirkomararnar. Við noyðast at minka um yvirforbrúkið og ikki tráðnýta tað tilfeingið, sum jørðin gevur. Vit mugu minnast til, at vit kunnu ikki brúka meira enn jørðin framleiðir. Annars endar alt spinnandi galið um ikki serliga langa tíð. Summarið hevur víst okkum – sjálvt um eitt ár skal takast við fyrivarni – at veðurlagsbroytinganar síggjast klárt og tíðuliga. Her hjá okkum við nógvum regni og í norðara parti av Evropa við steikjandi hita. Tað áliggur okkum at taka ábyrgd av hesum. Ája! Vit fara nú inn í seinasta árið, hendan samgongan situr undan einum vali. Samgongan hevur loyst fleiri stórmál, men nú skal ein fíggjarlóg gerast fyri komandi ár. Tað fer at krevja sín mann. Serliga er tað landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, sum noyðist at seta seg tungt á lokið á landskassanum. Øll tingfólk úr øllum flokkum vilja sleppa at gjara út. Men sum øllum kunnugt so ber ikki til at gera alt í senn. Politikkur er millum annað at raðfesta, men tað er eisini at stýra skilagott, kanska serliga í hesum føri búskaparliga. Nógir tunlar eru nevndir, men eisini har er neyðugt við einari raðfesting. Vit vita, at heilsuverk og almannaverk skulu brúka nógvar pengar, sjálvt um tað er rakstur og ikki íløgur. Íløguhugurin má tálmast, bæði hjá landi og kommunum. Nógv er í gongd komandi tvey-trý árini, so nú ræður um ikki at seta ov nógv í gongd. Glasir er tikin í brúk, landssjúkrahúsið verður bygt, tunnlar verða gjørdir og kommunurnar byggja skúlar og havnir. Harumframt ger SEV stórar íløgur. H e t t a g e v u r búskapinum høga ferð og gera tað serliga dýrt hjá teimum, sum skulu seta búgv. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? at Sjómanna­ dagar eru í Klaksvík hesa vikuna? 10-15 m/s