hósdagur 16. august 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Sonni Jacobsen
Búðstaður: Sørvágur
Yrki: Rithøvundur
Hví Miðflokkin: Sosialmál, vælferðarmál,
gudsótti, átrúnaður og etisk mál eru
altumráðandi fyri land og fólk. Havi valt
Miðflokkin frá fyrsta degi, tí tað er einasti
flokkur, sum stendur fyri øllum hesum, og
meir, á ein hátt, sum eg taki fult undir við.
Hjartamál: - at fólk fáa eyguni upp fyri, at
ófødda barnið er eitt menniskja,
eins og tú og eg
- at landsins politikkur skal
avmynda kristna siðvenju
- at førdur verður ein sunnur og
tryggur vinnu- og
fíggjarpolitikkur
- at tey gomlu og veiku skulu
hava góð og virðilig kor.
Miðflokkurin ynskir at verða á
odda í verjuni av siðbundnu kristnu
virðunum!
Miðbólkurin í Norðurlandaráðnum hevur í vikuna hildið fund í
Føroyum. Í bólkinum eru 29 umboð, vald í Norðurlandaráðið av
flokkum, ið meta seg liggja um miðjuna á politiska ásinum. Í ráðnum
eru íalt 87 limir.
Annað umboð føringa í ráðnum er formaður Miðfloksins, og talan er
um eina miðvísa raðfesting, tí flokkurin ynskir at verða á odda í
verjuni av siðbundnu kristnu virðunum, ikki bert her heima, men
eisini á stóru pallum heimsins, m.ø. Norrønna pallinum!
Tí stilla vit eisini fús upp til komandi fólkatingsval, og geva føroyska
veljaranum høvið at velja eina øðrvísi rødd á fólkating, eina rødd,
sum altíð er har, og sum torir at tala, tá onnur, mangan av berum
ótta, velja tøgnina.
Umboð Miðfloksins á fólkatingi hevði brúkt fólkatingspallin sum
lopfjøl fyri føroysk sjónarmið og áhugamál, og virka fyri at fingið hesi
út í allan heim. Umboð okkara hevði umboða og kunnað um føroysk
virði, sum vit seta høgt, og tala ímóti og avdúka nógv av tí, ið
glaðbeint verður tikið imóti uttanífrá. Slíkt, sum vit meta ikki er vert
at verða boðið vælkomið okkara millum.
Dømi um uppskot, vit í Norðurlandaráðnum hava gjørt vart við og
virka ímóti, er uppskot frá seinasta fundi í Norðurlandaráðnum um
"selvidentifikation af køn", t. e., at tú, tá tær lystir, kann boða tí
almenna frá, at "í dag havi eg skift kyn".
Á fundinum í vikuni varð aftur boð eftir Miðflokkinum, har vit,
saman við øðrum, forðaðu einari roynd at fáa miðbólkin at leggja
fram uppskot um at lætta um møguleikan fyri sokallaðari
"kynskorrigering".
Jú, sanniliga eru boð eftir Miðflokkinum, og avgerðandi er, til
komandi val, bæði fólkatings-
og ikki minst Løgtings, at
hava trygd og trivna Føroya
og føringa í huga- og velja
øðrvísi.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Út um landoddarnar við
miðflokspolitikki!
Vangamynd
ENDURLÝSING EFTIR
SÝNSFÓLKI
UPPGÁVAN
Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak før um
og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend
við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits -
støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í
Saltangará. Tað eru 6 sýns fólk í starvi á deildini.
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara-
útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur
verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir
og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja
sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum
stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og
koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr -
andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna
og onnur aðalráð.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av møguligum
prógvum og viðmælum skulu sendast til:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO 110 Tórshavn
ella til akstovan@akstovan.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 3. Sept. 2018. Fleiri upplýsingar
fáast við at venda sær til Búgva Apol,
deildarleiðara, á tlf. 35 04 28.
Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt.
Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og
akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting,
skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni
starvast 23 fólk.
Vikarstarv sum
deildarskrivari á
Fróðskaparsetri
Føroya
Søkt verður eftir vikari frá 1. september 2018 til 31. august
2019 fyri deildarskrivara í farloyvi.
Starvið er fulltíðarstarv á Deildini fyri Heilsu- og
Sjúkrarøktarvísindi og fevnir m.a. um at hava ábyrgd av
dagliga virkseminum á skrivstovuni samsvarandi
ásetingum frá miðfyrisitingini á Fróðskaparsetri Føroya.
Les alla starvslýsingina á www.setur.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 28. august 2018.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna
Mohr, dekan, á teldupostadressu magnim@setur.fo við
evninum “skrivarastarv-vikar” ella á tel. 292270.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Ra-Fish,
Ovari vegur 10, 800 Tvøroyri,
skrás.nr. 6295, sks.nr.
3-44/2018, verður einhvør, ið
hevur krøv biðin um,
skrivliga at venda sær til
bústjóra, advokat Ingi
Højgaard, Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, innan 4 vikur eftir
at hetta er kunngjørt, og
boða frá hesum krøvum,
uppgjørd við møguligum
rentum á trotadegnum tann
18. juli 2018.
Skjalprógvan fyri krøvunum
og makaskjal av fráboðanini
skulu sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund fríggjadagin tann
12. oktober 2018, kl. 09:15, í
skiftirættunum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, at
royna fráboðaði krøv og
møgulig onnur krøv. Ein listi
við krøvunum og við
tilmælum bústjórans og
fráboðanum liggja til
eftirskoðan í skiftirættinum 2
vikur innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 7. august 2018.