Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 6 At viðurkenna veruleikan, vera eyðmjúkur um støðuna og ásanna, at løtan er komin, har eg eri bundin av einum, sum trillar meg, krevur styrki og vilja. Eg havi fingið mítt lív og frælsi aftur, og tað kann ikki samanberast við nakað annað, eg havi roynt ella avrikað, sigur Hanus Samró um avgerðina at brúka koyristól. HALLUR AV RANA HALLURR@SOSIALURIN.FO N ú er dagurin her, sum eg í nógv ár stúrdi fyri, men sum síðan skuldi vísa seg at vera besta avgerðin, eg havi tikið. Eg havi sett meg í koyristól. Seinastu árini havi eg treiskast, men tá treiskni gongur út yvir damuna, vin­fólkini og familjuna, er talan ikki longur um stríðsvilja og dirvi. Tað er idiotið. Veruligt dirvi er at viðurkenna støðuna og laga seg eftir veruleikanum, og veruleikin er tann, at eg havi brúkt koyristól síð­ani apríl. Soleiðis byrjaði dagføringin hjá Hanus Samró á sosiala miðlinum Facebook 5. august. Høvi var, at hann var farin upp í ikoniska Sigurs­bogan, Arc de Triomphe sum fraklendingar nevna hann, í franska høvuðsstaðnum Paris. Dagføringin fekk heitið Mín sig­ ur á Arc de Triomphe og sipaði til ein persónliga bardaga hjá Hanusi Samró móti herviligu sjúk­uni Facio Scapulo Humerale muskel­ dystrophy (FSH), ið betri er kend und­ir heitinum vøddasvinn, og útlit­ini, ið hann hevur livað við í mong ár, fyri at beinini hjá honum ein dagin fóru at blíva so veik, at tey ikki longu megnaðu at bera hon­um. Tí hevur koyristólurin í mong ár eisini verið ímyndin av sjúkuni, ið hann við dirvi hevur bart eitt móti, væl vitandi, at talan mest sannlíkt var um eitt tapandi stríð. Sjúkan kann nevniliga ikki lýsast sum annað enn náðileys. Líðandi tærir hon uppá likamið, og einasta vónin er, at hon steðgar av sær sjálvari. Við dagføringini hendan dag­in fylgdi myndin av honum í koyri­ stóli, Tann fyrsta slíka myndin, ið hann hevur lagt út til almenningin at síggja. Almenna staðfestingin av, at nú var dagurin komin, at koyristólurin var veruligur. Men dagføringin hendan dag­in vísti tó, at hóast slagið móti koyri­ stól­inum var tapt, so megnaði Hanus Samró kortini at venda tað til sín persónliga sigur, tí sum hann eisini endar dagføringina við: Sigrar eru ymiskir í vavi og stødd, men hetta er mín størsti! Besta avgerð eg havi tikið Hálvonnur vika er farin síðan Han­ us Samró legði myndina út á Face­ book. Hon bleiv løgd út í byrjanini av feriuni saman við damuni og beiggja hennara í Paris og komu tey heim aftur til føroysku klettarnar síðsta vikuskiftið. Ferian tykist tó ikki at hava minkað um nakað av sigurs­kensl­ uni, ið tykist enn at vera frísk, tá hann verður spurdur, um hvussu hann hevur tað í dag. - Hetta er besta avgerðin, eg havi tikið. Nú kann eg taka lut og vera við á jøvnum føti sum øll onnur. Eg havi til dømis ikki verið á nøkrum festivali í nógv ár, men í ár havi eg verið til allar festivalarnar saman við damuni og vinfólkunum. Tað hevur verið heilt einastandandi stuttligt og hugnaligt. Hetta er tann besta summarferian nakrantíð, svarar Hanus Samró. Í svarinum hómast eitt frælsi, ið er komi við avgerðini, og út­ dýp­ar hann tað, tá hann verður spurd­ur, hvat hann leggur í orðini í dag­føringini, at hetta er hansara størsti sigur. - Tað er ikki fyri stuttleikar at eg seti meg í koyristól. Eg havi brúkt tíggju ár upp á tankan. Eg eri sjálvstøðugur, eg vil gera alt sjálv­ ur, og eg vil ikki vera bundin av nøkr­um. At viðurkenna veruleikan, vera eyðmjúkur um støðuna og ásanna, at løtan er komin, har eg eri bundin av einum, sum trillar meg, krevur styrki og vilja. Eg havi fingið mítt lív og frælsi aftur, og tað kann ikki samanberast við nakað annað, eg havi roynt ella avrikað, svar­ar Hanus Samró. Onnur nýtast ikki stúra longur Tað er ikki bara ein lætti og sigur fyri sjálvan, nú Hanus Samró er farin at brúka koyristól, men hev­ ur avgerðin havt eina ávirkan á fam­ilju, vinir og onnur, ið eru um hann dagliga. - Nú sleppi eg undan at stúra fyri longri teinum, brekkum ella bera ótta fyri at detta. Vinfólkini sleppa eisini undan at vera bangin. Tey trilla meg, vit hugna okkum, og tað er fantastiskt at fáa ta frælsi aftur, sigur Hanus og Samró og leggur afturat. - Eg brúki eisini koyristólin, tá eg eri í arbeiðsørindum. Serliga nú, tá eg og pápi arbeiða saman við nýggju fyritøkuni, Fishfacts.fo, ið er ein dátabasi við yvirliti yvir skipum, fiskirættindum og eigara­ við­urskiftum um allan heimin. Tað er okkara Google til fiskivinnuna. Vit ferðast nógv, taka lut í ráð­ stevn­um og sølumessum, og tá er neyð­ugt við koyristóli. Meðan koyristólurin er eitt fys­ iskt prógv um, at beinini ikki orka tað sama, ið tey einaferð megnaðu, so er einki annað broytt, er Hanus Samró skjótur at vísa á. - Eg havi tað annars akkurát sum eg altíð havi havt tað. Einki er broytt. Eg eri enn tann sami Hanus, sum eg altíð havi verið, men nú siti eg bara viðhvørt í koyristóli. Hetta er ein natúrligur partur av mínum lívi, sigur Hanus Samró. Ein stór mental avgerð Tankin um at koyristólurin bíðaði seinni í lívinum hevur tó aldrin verið ein, ið Hanus Samró hevur verið serliga glaður fyri. Tað kom millum annað til sjóndar í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin í desember í fjør. - Eg veit, at tey, sum hava verið í somu støðu sum eg, siga, at tað besta tey hava gjørt, er at góðtaka støð­una, men eg seti meg ikki, fyrr enn tað er neyðugt, segði Hanus Sam­ró í samrøðu við Sosialin í des­ emb­er og legði tá afturat. - Tann dagurin kemur, og hann kem­ur kanska eisini skjótt, men eg vil gjarna brúka beinini, meðan eg havi tey. Tí, tá eg seti meg, seti eg meg fyri lívið. Men tað er ikki nakað, eg stúri fyri. Eg havi onnur ting at hugsa um. Tá hann verður mintur á hesa heldur døpru lýsingina, nú av­gerð­ in er tikin, vísir hann á, at handan av­gerð­in er hann ein harður, mental­ur bardagi, ið hann enn stríð­ist við. - Tað er sjálvandi ein stór mental PERSÓNSSØGA - Nú sleppi eg undan at stúra fyri longri teinum, brekkum ella bera ótta fyri at detta. Vinfólkini sleppa eisini undan at vera bangin. Tey trilla meg, vit hugna okkum, og tað er fantastiskt at fáa ta frælsi aftur FINGIÐ LÍV OG FR Hanus Samró Dagføringin frá Sigursboganum við Eifeiltorninum í bakgrundini 5. august.