Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 7 av­gerð. Eg kann framvegis ganga, men eg kann ikki ganga langt. Tað er ein tvístøða. Hevði tú sett teg í koyristól, um tú hevði møguleikan at ganga? Ikki bara koyristól, men at tú gjørdist bundin av einum persóni, ið trillar teg? Beinini eru veik, men armarnir eru veikari. Tað er henda tvístøða, eg havi verið noyddur at arbeitt og vant meg við, vísir Hanus Samró á. Tað er ein tvístøða, ið Hanus Samró hevur arbeitt við í tíggju ár, men hóast hesa stóra byrðu, so vil hann gjarna sleppa undan, at fólk taka synd í honum ella fara øðrvísi við honum. - Eg eri ein sjálvstøðugur persónur. Eg vil klára alt sjálvur. Eingin skal taka synd í mær ella hava sympatið fyri mær. Tað tími eg ikki. Eg eri akkurát sum øll onnur, men eg havi nakrar avbjóðingar, sum gera, at eg fái illa flutt meg. Men eg kann so øgiliga nógv annað, sigur Hanus Samró avgjørdur. Eg var ein byrða Tá tað kom til stykkis vóru tað tvær hend­ing­ar, ið vóru orsøkin til, at Hanus Samró gav eftir og góðtók, at tíðin var komin at fara í koyristól. Harímillum var atlitið til ein av hans­ara nærmastu. - Eg datt ógvusliga við damuni, tá vit vóru og ferðaðust í Abu Dhabi í mars. Eg skuldi skunda mær at taka mynd av henni, men sá ikki hellingina í vegnum. Eg meiðslaði knæið, skræddi hol á buksurnar, og tað var ikki stuttligt fyri hana, tí hon bleiv bangin. Tað kundi eisini enda nógv verri. Tað vil eg ikki útseta hana fyri aftur. Tað vigaði tungt, sig­ur Hanus Samró. Stutt eftir var hann aftur út fyri einari hend­ing, ið setti spurning við hvussu skila­gott tað var, at hann tvíhelt um at ganga alla­staðni sjálvur. Tað hendi tá feðgarnir vóru á arbeiðsferð í Belgia. - Eg havi altíð sagt, at sjálvt um eg ikki klári so nógv fysiskt, klári eg so øgiliga nógv annað. Men í hesum førinum forðaði sjúkan mær at gera tað annað. Eg kundi ikki gera arbeiði við Fishfacts til fulnar, greiðir Hanus Samró frá og heldur fram. - Hetta hendi ein mánað eftir óhappið í Abu Dhabi. Eg og pápi vóru á fiskarímessu í Brússel og eg gekk fyrsta dagin, men tað var ábyrgd­arleyst. Har vóru nógv fólk, teinarnir langir, leidningar lógu hips um haps, og eg hugsaði meira um ikki at detta enn arbeiðið. Pápi fekk heldur ikki gjørt sítt arbeiðið til lítar. Brádliga mátti Hanus Samró ásanna, at tað treiskni, ið hevði hildið honum á fótunum øll hesi ár, RÆLSI AFTUR Framhald á síðu 8