Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 8 nú var vorðin ein trupulleiki. Verri var, at tað ikki bara var ein trupul­ leiki fyri seg, men fyri hansara familju og nærmastu. - Nú snúði tað seg ikki longur um at vera treiskur. Eg var ein byrða fyri damuna, pápa, og ar­ beiðið. Tað gongur ikki. So løtan var røtt. Tað var eingin orsøk at stríð­ast ella vera djarvur longur. Tað er idiotið. Veruligt dirvi er at við­ur­kenna støðuna og laga seg eftir veruleikanum, og veruleikin er tann, at eg havi brúk fyri koyri­ stóli, sigur Hanus Samró um løt­ una, tá hann avgjørdi at brúka koyri­stól. Mátti viðurkenna støðuna Hóast hann í dag lýsir avgerðina at brúka koyristól sum bestu avgerð, ið hann nakrantíð hevur tikið, so er hann eins avgjørdur, tá hann verður spurdur, um hann ikki angrar, at hann ikki tók avgerðina fyrr. - Nei, tað geri eg ikki. Eg havi stríðst, verið treiskur og roynt mítt besta, men tað kemur ein tíð, tá tú verður noyddur at viðurkenna støðuna, er skjóta svari frá Hanusi Samró. Meðan Hanus Samró sjálvur hev­ur stríðst móti degnum, tá hann byrjaði at brúka koyristól, so hevur familjan sæð øðrvísi upp á støðuna. - Tey hava júkað um tað í fleiri ár, men løtan var ikki røtt. Tað skal sigast, at tey fingu sín vilja á ólavsøku í fjør. Tá hevði eg gingið ov nógv ólavsøkudag og mátti taka eina avgerð. Annaðhvørt at sita heima ella seta meg í koyristól. Tað var ein løtt avgerð. Tá setti eg meg, men tað var bara fyri ein dag. Eg hevði ongar ætlanir um at seta meg í koyristól fyri lívið, men tað broyttist, tá eg gjørdist ein byrða fyri damuna, pápa og arbeiðið, sigur Hanus Samró. Tá treiskni verður ein dygd Í samrøðuni okkara millum gongur treiskni sum eginleiki øgiliga nógv aftur. Sum ein góður eginleiki, tí tað var orsøkin til, at hann í so nógv ár megnaði at halda koyristólin í fjarstøðu, hóast likamið viknaði, men eisini sum ein keðiligur egin­ leiki, tí at tað var treiskni, ið gjørdi, at hann at enda gjørdist ein byrða fyri tey rundanum seg. At vera treiskur verður sjáldan brúkt sum eitt jaligt lýsingarorð, men í huganum hjá Hanusi Samró er talan um eina dygd og vitnar tað í stóran mun um, hvussu hans­ara støða skilur seg frá øðrum menn­ iskj­um. - Tú verður noyddur at vera treisk­ur. Tú møtir nógvum forð­ing­ um og avbjóðingum á vegnum. Tað er frustrerandi ikki at kunna gera tað sama sum vinfólkini. At vera heima, tá tey fara út at hugna sær, sita frammanfyri sjónvarpinum, tá tey gera frítíðarítriv, at vera inni­ læst­ur í íbúðini, tí veðrið er vánaligt og gongubreytirnar glerstoyttar. Tá kanst tú ikki geva upp. Ella fella í fátt. Tá mást tú vera treiskur og finna innihald í lívinum ella skapa inni­hald í lívinum, greiðir Hanus Samró frá. Fyri Hanus Samró merkir hetta treiskni heilt ítøkiligt, at hann fer at taka nakrar avgerðir í ger­andis­ degn­um, ið kanska tykjast at tala móti vit og skili. - Viðhvørt mást tú út í kavan, sjálvt um tað er vandamikið. Við­ hvørt mást tú ganga, sjálvt um tú kanst detta. Og sjálvt um eg havi sett meg í koyristól, fari eg ikki at gevast við at ganga. Eg eri framvegis treiskur. Eg fari fram­ veg­is at ganga, sjálvt um vandin at detta er til staðar. Eg fari fram­vegis til handils, sjálvt um gongu­breyt­ ir­nar eru glerstoyttar, sigur Hanus Samró og leggur afturat. - Hetta er bara ein partur av mín­um lívi. Eg sleppi ikki undan. Vandin er altíð til staðar. Tí er tað umráðandi at strika undir, at tú kemur at síggja meg ganga, tí eg kann framvegis ganga, men koyri­ stólurin kemur at gera lívið lættari, tá eg skal arbeiða, ferðast út í heim við damuni, ella njóta lívið saman við vinfólkunum á festivali. PERSÓNSØGA - Eg meiðslaði knæið, skræddi hol á buksurnar, og tað var ikki stuttligt fyri hana, tí hon bleiv bangin. Tað kundi eisini enda nógv verri. Tað vil eg ikki útseta hana fyri aftur. Tað vigaði tungt