Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 10 TEMA Nýskapandi Føroyingar FØROYSKIR UPPFINNARAR OG TEIRRA HUGSKOT - At gagnnýta spillvatn. At hjálpa fólki í neyð. At yvirnátta í føroysku náttúruni. At verja umhvørvið. Hetta eru bert fá av hugskotunum hjá føroysku uppfinnarunum, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt. LAGT TIL RÆTTIS: PÆTUR HJALMAR EVENSSON & HALLUR AV RANA S einastu árini hevur rákið um íverksetan verið nógv á breddanum í Føroyum. Føroyskir íverksetarar hava fingið betri sømdir at royna seg við sínum kreativu evnum, og hetta hava Íverksetarahúsið í Klaksvík og Hugskotið í Havn m.a. verið karmur um. Íverksetan er eisini komið inn í skúlarnar, og í vár lat miðnámsskúlin á Kambsdali nýggju talgildu verksmiðjuna, FabLab, upp fyri almenninginum. Her ber til at royna seg við ymsum nýmótans maskinum, harímillum 3D printarum. Vit hoyra javnan um nýggjar føroyskar uppfinningar. Summar blíva vit við at hoyra um, meðan aðrar hoyra vit um eina ella tvær ferð, og so er tað dottið burtur aftur. Tað ræður sambært umsitaranum í Hugskotinum ofta um at hava røttu drívmegina og at finna tey røttu fólkini at arbeiða saman við, fyri at ein uppfinning skal kunna klára seg á marknaðinum. Miðlarnir hava varpað nógv ljós á íverksetan, og tá ein føroyingur hevur klárað seg væl við sínari verkætlan ella uppfinning, hevur tað ivaleyst birt áhuga hjá nógvum spírandi íverksetum. Eitt, sum hevur eyðkent føroysku uppfinnarar gjøgnum tíðirnar hevur verið vinnuloysnir. Uppfinningar, sum loysa trupulleikar í m.a. fiski- og oljuvinnuni, eru fleiri í tali eftir hondini, men seinastu árini hava nógvar uppfinningar í øðrum vinnum verið at síggja. Á komandi temasíðunum hitta vit nakrar av føroysku uppfinnarunum, sum hava gjørt um seg seinastu árini. Eisini hitta vit nýggjar uppfinnarar við nýggjum uppfinningum, sum eru á veg á marknaðin, og eru við til at seta dám á nýskapandi Føroyar. Niels Ryberg Finsen M ætasti føroyski uppfinnarin í søguni má vera Niels Finsen, sum er einasti føroyingurin, ið hevur vunnið Nobelvirðisløn. Hann var lækni og varð heiðraður fyri sínar kanningar og uppfinningar til læknafrøðina. Millum annað uppfann hann ein serligan skurðknív og eitt blóðpreperat til sjúklingar við blóðtroti. Hansara størsta gjøgnumbrot var, tá hann kom fram við slóðbrótandi ljósviðgerðini, sum kundi grøða sjúklingar við húðsjúkum.