Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 11 Framsøkin persónligur alarmur við altjóða ætlanum Uppfinnari: Sverre Nolsøe Sverre Nolsøe úr Havn hevur í fleiri ár havt ein dreym um at menna ein persónligan alarm, ið kann hjálpa fólki í neyð. Hann hev­ur arbeitt miðvíst seinastu trý árini uppá at menna produktið lið­ugt, og SafeFriend alarmurin er nú á gáttini til handilshillarnar. Sam­starvspartnari hansara er navnframi íverksetin, Jesper Buch, og teir hava stórar ætlanir um at inntaka altjóða marknaðin. Hvat er SafeFriend? - SafeFriend er ein persónligur blue­tooth alarmur, sum mann sam­ bind­ur við snildfonina. Knøtturin á alarminum hevur beinleiðis sam­band til SafeFriend appina, og heldur tú knøttinum inni í trý sekund, so boðar tú appuni frá, at okkurt er ávási. Innanfyri 1,3 sekund fáa útvaldir persónar við appuni boð um, at mann er í neyð, og appin vísir, hvar mann er stadd­ ur. Hvar stavar hugskotið til SafeFriend frá? - Eg havi nú búð í Keypmannahavn í nógv ár, og hvønn einasta dag kann mann lesa um neyðtøkur, álop og annað. Eg hugsaði, hví er tað eingin, sum ger nakað við hend­ an trupulleikan? Tað er m.a. tí, at fólk ganga runt við einari far­tele­ fon og halda, at um okkurt hendir, so kann mann bara ringja eftir hjálp. Men tá mann verður álopin, so verður mann frystur og fær ikki gjørt nakað. So í staðin fyri at fara í lumm­an eftir telefonini og læsa hana upp, so kanst tú bara halda á Safe­Friend knøttinum. Nær byrjaði tú at menna SafeFriend? - Síðan 2012 havi eg arbeitt miðvíst við tí. Eg havi verið undir lesnaði, sum hevur gjørt, at eg havi ikki kunnað arbeitt fulla tíð við tí. Men síðstu trý árini havi eg arbeitt fulla tíð við tí. Hvussu verður verkætlanin fíggjað? - Eg hevði ein dreym um at fáa hetta undir framleiðslu, og har var eg so heppin, at Vinnuframi hjálpti mær til menning av tí. So havi eg eisini fingið Jesper Buch sum íleggj­ara. Síðan hann kom uppí, eru ræðuliga nógvar hurðar opn­að­ar. Hann hevur hjálpt mær lyfta verkætlanina til eitt væl hægri støði. Hvat er støðan við SafeFriend beint nú? - Vøran er liðugt ment, og vit gera okkum nú klár at koma út á marknaðin bæði í handlum og á internetinum fyrst í oktober. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? - Sum tað er á marknaðinum beint nú innanfyri privata trygd, haldi eg, at SafeFriend er ein øgiliga góður kandidatur til at blíva ein seriøsur spælari á altjóða støði. Vit fara eisini at selja í Bretlandi, og vit ætla at taka ein marknað í senn. - Hetta er ikki tað einasta og síðsta produktið frá okkum. Vit eru í konstantari menning og sita longu nú og menna ta næstu útgávuna av SafeFriend. Patent Patent er einarættur til at fáa vinnuliga nyttu burturúr einari uppfinning. Onnur mugu tí ikki kopiera uppfinningina hjá tí, ið hevur patent uppá eina uppfinning. Patentmyndugleikin fyri Føroyar er í Danmark, og tað er Patent & Varemærkestyrelsen, sum tekur sær av hesum. Tað eru ymisk krøv, mann skal lúka fyri at fáa patent. M.a. skal uppfinningin vera nýggj og ikki vera í stríð við onnur patent, og hon skal koma samfelagnum til góðar. Tað er ofta ein dýr og tíðarkrevjandi prosess at søkja um patent. Sum alternativ til patent eru aðrir mátar, mann kann verja sína uppfinning uppá, m.a. við vørumerkisverju og designverju. SafeFriend