Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 12 Caraffee TEMA Nýskapandi Føroyingar Neysting Nýggjur máti at yvirnátta í náttúrini uppá Uppfinnari: Elin Maria Nolsøe Joensen Neysting er ein autentiskur máti at yvirnátta í føroysku nátt­úr­uni, sum Elin Maria Nols­øe Joensen fann uppá í sam­bandi við hennara endaligu roynd á Arkitekt­skúl­an­ um í Keyp­manna­havn. Hon hev­ ur sniðgivið eitt ból at seta upp í neystum, og hetta skal vera við til av varðveita neystini sum før­ oysk­an mentanararv. Hon valdi at byggja víðari uppá verkætlanina og setti saman við tveimum øðrum felagið, Neysting, á stovn. Hvat er Neysting? - Neysting er ein samanseting av nátt­úru, mentanararvi og design. Tað er eitt ból, mann hongur upp í neystinum, og uppá tann mát­ an ger mann neystini um til yvir­ nátt­ingarstøð. Tankin er, at hetta er ein nýggjur og øðrvísi máti at yvir­nátta í náttúrini uppá. - Tað snýr seg í veruleikanum um heildarupplivingina av at vera úti og inni samstundis. At hoyra skvatlið í fjøruni, fuglarnir syngja og vindin suða og at kunna vakna um morgunin við sýni beinleiðis út yvir havið og fjøruna. Hvar stavar hugskotið til Neysting frá? - Tað kom í sambandi við mína endaligu roynd á arkitekts­kúl­an­ um. Eftir tað fór eg til Føroya fyri at royna verkætlanina her. Har fall eygað á neystini, og samstundis beit eg merki í vaksandi ferðavinnuna. Eg hugsaði, at tað kann ikki vera nakað feitari enn at sova í hjart­ an­um av mentanararvinum, tá mann kemur til eitt so fjarskotið stað sum Føroyar. Hvat er støðan við Neysting beint nú? - Vit hava verið í gongd við frum­ sniðið í meiri enn eitt ár. Síðan tá hava vit stovnað felag. Nú er bara eftir at seta alt saman og heingja frumsniðið upp í neystinum og kanna eftir, um alt riggar, sum tað skal. Neysting hevur sum nú er fingið designverju og vørumerkisverju, og tey arbeiða við at fáa patent. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? - Visiónin er at heingja ból upp í neyst kring allar Føroyar og skapa samstarv við aktørar, ið ar­ beiða við uttandura aktivitetum í ferðavinnuni, soleiðis at vit verða veitarin av yvirnáttningini. Har­ eftir ætla vit at kanna, um tað ber til at fara uttanlands. Nýbryggjað kaffi, tá mann vil hava tað Uppfinnari: Súni Christiansen Longu strekkini millum bensin­ støðirnar á evropeisku motor­vegn­ um gjørdu, at Súni Christiansen fekk hugskotið um at menna eina termokannu, ið kundi bryggja kaffi í bilinum. Hetta ger tað møguligt at fáa heitt nýbryggjað kaffi til m.a. biltúrin og fjallatúrin. Hvat er Caraffee? - Tað er ein útbygging av einari vanligari termokannu, har eg út­nytti tóma luftrúmið millum íløtini. Í staðin fyri at tú bara hevur eina termokannu við heimanífrá, tá tú fert onkrastaðni, so kanst tú við Caraffee bryggja tær kaffi, sum tú vilt hava tað. Tá mann fer frá húsum koyrir mann vatn og kaffi­ pulvur í tveir ymisk íløt. Maskin­ an fær streym frá sigarett-tendr­ aranum í bilinum. Hvar stavar hugskotið frá? - Eg havi ferðast øgiliga nógv í bili í Evropa, og tá er tað ofta langt mill­um bensinstøðirnar, har mann kann keypa kaffi. Har hugsaði eg, at har mátti vera ein loysn til okk­ urt slag av kaffimaskinu í bilinum. Súni Christiansen byrjaði at menna kaffimaskinuna fyri umleið trim­um árum síðani, og hann hevur fingið stuðul frá Vinnuframa til menning av hugskotinum og patent­ering. Hann hevur fyrst søkt um danskt patent, men um­ sókn­in um evropeiskt patent er til við­gerðar í løtuni. Hvat er støðan við Caraffee beint nú? - Patentviðgerðin fer fram beint nú, og tað tekur langa tíð. Prototýpan er liðug, men eg arbeiði við at opt­ imera hana. Har eru enn ymsar av­bjóð­ingar, m.a. at tað ikki tekur líka skjótt at bryggja hálvan litur av kaffi í einum bili sum við hús. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? Ætlanin er at fáa sett maskinuna und­ir framleiðslu. Prototýpan vís­ ir, at hugskotið riggar, so nú skal tað sniðgevast og mennast enn meira.