Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 13 Threedeemee BLOGGUR Málmennandi spæl skal læra børn 500 orð Uppfinnari: Julius Biskopstø Tórshavnar kommuna skrivaði í vár út hugskotskapping um mál­ menn­ing hjá børnum. Vinnandi upp­skotið bleiv spælið Hey Breyð hjá smápartafelagnum, Gaman. Hey Breyð tekur støði í einari søgu frá einum bóndagarði, har spæl­ar­ in sleppur at royna seg við at trýsta á ymisk ting fyri so at hoyra tað verða úttalað. Julius Biskopstø kom við hugskotinum og er ein av menn­arunum í Gaman. Hvat er navnið á produktinum? - Beint nú er heitið Hey Breyð. Men vit eru akkurát í ferð við at hugsa altjóða, og tá riggar Hey Breyð ikki líka gott. Um vit broyta tað, verður tað nokk til nøvnini á høvuðs­per­ són­unum í søguni. Hvat er hetta fyri eitt spæl? - Hey Breyð er eitt spæl til børn, har tey kunnu læra 500 tey fyrstu orðini á føroyskum. Tað er ein søga um tveir bøndur, ein mann og eina konu, sum skulu gera ymiskt á garðinum hjá sær. So skal mann trýsta á ting fyri at síggja, hvussu tey eita og loysa ymsar uppgávur. Hvar stavar hugskotið til Hey Breyð frá? - Eg gekk í skúla í Onglandi fyri átta árum síðani, og har fekk eg eina uppgávu um at gera eitt spæl. Til tað vildi eg gjarna hava eitt føroyskt motiv, og eg fekk so ein at tekna eitt uppskot, sum minti eitt sindur um hetta. Hetta hugskotið mentu vit so enn meira nú, og tað er nú blivið til Hey Breyð. Hvat er støðan við Hey Breyð nú? - Vit eru í ferð við at menna tað frá einum frumsniði til eitt liðugt spæl, og skjótt koyra vit tað út á sølustøðini hjá Apple og Google. Hvussu verður verkætlanin fíggjað? - Vit vunnu eina hugskotskapping hjá Tórshavnar kommunu um málmenning og fingu 30.000 krón­ ur burturúr tí. Vinnandi bólk­urin skuldi samráðast við Tórshavnar kommunu um 100.000 krónur aftrat. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? - Mann kann útvikla hetta til fleiri ymsar søgur enn hesa einu við bóndunum. Hetta kann eisini brúk­ast til at læra útlendingar føroyska málið. Seinni kundu vit eisini hugsað okkum at farið víðari til onnur mál enn føroyskt. Vilja loysa trupulleikan hjá mótaídnaðinum Uppfinnarar: Pætur Mortensen hevur uppfunnið algoritmurnar, mannagongdirnar og funkurnar aftanfyri hugskotið. Tað er fyritøkan Klerq IVS við Pætur Mortensen, Jákup Martin Vands­dal og Atla Joensen, sum menn­ir produktið. Tá menninir handan Klerq IVS fingu eina áheitan frá bretskum sam­starvsfelagum, fóru teir undir at menna eitt produkt, ið kann broyta søluna hjá klædnahandlum á net­inum í framtíðini. Nú er fyri­ tøk­an klár til næsta umfar. Hvat er Threedeemee? Stutt sagt er Threedeemee eitt royndarrúm til klædnahandlar á netinum. Tað virkar soleiðis, at brúkarin downloadar Three­dee­ mee appina, sum mátar og ger ein 3D avatar av brúkaranum, sum kann brúkast til at royna klæðir á net­handlum. Hvar stavar hugskotið til Threedeemee frá? Eftir at hava arbeitt við eini líkn­ andi uppgávu í nøkur ár, fingu vit ein fyrispurning frá nøkrum bret­ um um at hyggja eftir tøkniligu og fíggjarligu møguleikunum í at hjálpa nethandlum at selja klæðir. Hetta mest tí, at mótaídnaðurin hevur stórar avbjóðingar við at flyta sína sølu online vegna stórt tal av returvøru og manglandi møgu­leika hjá kundanum at royna vør­una áðrenn keypt verður. Tað vísti seg, at okkara táverandi tøkni loysti nógvar av trupulleikunum, onn­ur ikki kundu loysa. Eftir eitt tíðar­skeið við R&D komu vit fram til, at tað bar til at menna eina loysn til royndarrúm á netinum. Nær bleiv byrjað upp á at menna produktið? Tað eru kanska fimm ár síðani fyrstu algoritmurnar vórðu roynd­ ar, men tá vóru tær ikki gjørdar til hetta endamálið. Fyri umleið tveim­um árum síðani byrjaðu vit arbeiðið við at umleggja skip­ anirnar til Threedeemee enda­ málið. Síðani hava vit so líðandi ment meiri og meiri hollar proto­ týpur. Hvussu verður verkætlanin fíggjað? Fígg­ingin til verkætlanina er í stór­ an mun komin frá okkara egna virki, Klerq IVS, og okkara bretsku sam­starvsfelagum. Harumframt er ein partur av fíggingini komin ígjøgnum Crowdfunding, har nógvir føroyingar hava verið við. Tann føroyski áhugin er serliga nakað, ið vit hava verið positivt ovfarin av. Nakrar størri altjóða fyritøkur hava ligið framvið, men higartil við minni innskotum. Hesin áhugin tykist vera vaksandi. Hvat er støðan við Threedeemee nú? Vit eru júst liðug at menna eina prototýpu, ið tekur neyv 3D mát av einum persóni við brúk av video frá myndatólinum hjá eini fartelefon. Eisini hava vit víst at vit megna at automatiserað tilgongdina til skap­anina av einum 3D avatari við hesum mátunum. Hetta vil siga, at grundtøknin nú er prógvað. Nú­ver­andi íløguumfar, sum er at saman­bera við seed kapitalin, er nú næstan komin at enda. Hetta merk­ir, at vit nú fara út við tí, sum vit hava, og søkja størri íløgur til næsta stig. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? Visiónin við Threedeemee er at vera tey, sum koma við loysnini at bjóða royndarrúm á nethandlum. Í løtuni eru vit komin at enda við einari íløgurundu, og arbeiða fram móti tí næstu. Royndirnar siga okkum, at ein tíð fer at ganga áðr­ enn farið verður av álvara í gongd við víðari menning av hug­skot­ in­um. Hetta arbeiðið hevur leitt okk­um inn á menning av Artificial Intellig­ence, Computer Vision og Mach­ine Learning, og tað er her, vit síggja okkara mest spennandi avbjóð­ingar í nærmastu framtíð. Hey Breyð