hósdagur 16. august 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
14
TEMA
Nýskapandi Føroyingar
Decision3
OilSim
Seldu OilSim fyri
15 milliónir krónur
Tá føroyska oljuævintýrið var í hæddini í byrjanini av hesi øld sá
læringssimuleringin OilSim dagsins ljós. Hóast eingin olja spurdist
burturúr, so bleiv hildið fram at menna OilSim. Og fyri fýra árum
síðan bleiv tað selt til útlendingar fyri 15 milliónir krónur.
Uppfinnari: Ólavur Ellefsen
Hvat er OilSim?
- OilSim er ein læringssimulering.
Tað varð upprunaliga gjørt til
miðnámsskúlar, har hvør bólkur
var eitt leitifelag, ið kom inn í eitt
fiktivt leitiøki og leitaði eftir olju.
Kanningar blivu brúktar fyri at
finna út av, hvar oljan var. Feløgini
bjóðaðu móti hvørjum øðrum,
fóru í samstarv við hvønn annan,
boraðu eftir olju og funnu so olju
ella ikki. Tað lærdi brúkararnar um,
hvussu tilgongdin er í sambandi
við oljuleiting.
- Upprunaliga varð tað gjørt
til føroyskar skúlar, men vit í
Simprentis mentu tað víðari
og brúktu sama amboð hjá
oljufeløgum,
universitetum,
myndugleikum og tænastufeløgum
runt um heimin. Endamálið var at
geva fólki eina yvirskipaða fatan
av allari tilgongdini.
Hvar stavar hugskotið
til OilSim frá?
- Tað var eitt av oljufeløgunum,
Eni Oil, ið kom við hugskotinum
og setti okkum í gongd. Men
hugskotið at gera læringsspøl
av hesum slag hevur kanska
verið til síðan sekstiárini. Tað
finnast eisini onnur læringsspøl
innan oljuvinnuna, men tað vit
gjørdu øðrvísi var, at vit loftaðu
møguleikunum við internetinum
og gjørdu stór tiltøk.
Nær bleiv byrjað upp á
at menna produktið?
- Tað var í 2002, at tað fór í gongd.
Hetta var tann tíðin, tá føroyska
oljuævintýrið var í hæddini.
Frá føroyskari síðu var nokkso
stórur dentur lagdur á, at mann
skuldi førleikamenna føroyingar.
Okkara partur av tí var at geva
miðnámsskúlanæmingum eina
fatan av tí, ið gekk fyri seg.
Hvussu varð
verkætlanin fíggjað?
- Eni Oil rindaði fyri fyrsta partin
av tí. Tað var sum ein vanlig
menningaruppgáva. Síðani fingu
vit íleggjarar, men rímiliga skjótt
fingu vit kundar, ið rindaðu fyri
víðarimenningina. Tað vóru
kundar uttanlands, serliga í Norra,
ið keyptu skeið frá okkum, so vit
høvdu ráð at fara víðari við tí.
Hvat er støðan við
OilSim nú?
- OilSim bleiv fyri fýra árum
síðan selt til eina aðra fyritøku,
ið veitti skeið í oljuvinnununi.
Keypsprísurin var 15 milliónir
krónur. Vit seldu tað, tí vit sóu, at
tað var ringt at vaksa tað meira við
tí fígging, ið var.
British Petroleum
keypti meirilutan
Uppfinnari: Ólavur
Simonsen
Tað byrjaði sum eitt hugskot, tá
Ólavur Simonsen las á Fróðskapar
setri Føroya. Fleiri feløg sóu virðið
í verkætlanini, og í dag eigur stóra
bretska oljufyritøkan BP meiri
lutan í fyritøkuni, ið Ólavur Simon
sen stovnaði saman við tveimum
øðrum í 2016.
Hvat er søgan um
Decision3?
- Sjálvt hugskotið er nokk so gamalt.
Eg kom at arbeiða saman við
Landsbyggifelagnum og íslendsku
fyritøkuni, Marorka. Vit søktu um
stuðul í 2005 og fingu játtað stuðul
frá Granskingarráðnum, Amerada
Hess, Vinnuframa og Bitland. Í 2006
bleiv so eitt felag stovnað, ið fekk
heitið Decision3. Stovnararnir av tí
felagnum vóru Ólavur Simonsen,
Jóan Petur Petersen og Dánjal
Jákup Jacobsen, greiðir Ólavur
Simonsen frá.
Hvat er navnið á
produktinum?
- Upprunaliga itu við Marorka, men
samstarvið við íslendska felagið
steðgaði, og vit tóku felagið við
okkum og kallaðu tað Decision3.
Vit vóru tríggir, og tað, mann ar
beiðir við eitur á enskum “revi
sionist tree”, avgerðartrø, ið meta
um støðuna hjá skipum. Tí bleiv
navnið Decision3.
Hvat er produktið?
- Tað er ein skipan, ið metir um
orkuforbrúkið hjá einum skipi og
optimerar tað, so tað brúkar minni
olju. Skipanin ger, at man kann
regulera barlasttangarnar, so at
mann leggur skipið frameftir ella
aftureftir, alt eftir hvussu umstøð
urnar eru rundanum.
Hvar stavar hugskotið
til Decision3 frá?
- Eg las elektronikk á Setrinum og
arbeiddi við ultraljóð til at gera
frástøðumetingar. Tá fór eg at
hugsa um at brúka ultraljóð til at
máta aldu rundanum skip, tí aldur
hava so øgiliga stóra ávirkan á mót
støðuna gjøgnum vatnið. Eg prát
aði við pápa mín, ið er skipari, um
tað og harfrá kom hugskotið um,
at mann kundi spart eitt sindur av
olju upp á tað.
Hvussu varð
verkætlanin fíggjað?
- Í fyrstani bleiv tað fíggjað sum ein
granskingarverkætlan við stuðli
frá Granskingarráðnum, Amerada
Hess og Vinnuframagrunninum.
Fyrstu hálvttriðju árini bleiv hug
skotið ment, áðrenn tað bleiv
vinnuligt. Síðan komu Framtak og
Royndin inn sum íleggjarar.
Hvat er støðan við
Decision3 nú?
- Fyrst broyttu vit navn til Green
Stream, tí gamla navnið var so tor
ført, og eingin dugdi at stava tað.
British Petroleum kom so inn og
setti 11 milliónir í felagið í fyrsta
umfari. Síðan settu teir aftur meira
í felagið og eiga nú umleið 56 pro
sent av felagnum. Eg og Jóan Petur
Petersen eigur hvør sær fimm pro
sent, meðan Dánjal Jákup Jacobsen
eigur 2,5 prosent.
- Fyritøkan koyrir víðari í Dan
mark, og eg haldi, BP hevur stórar
ætlanir við tí. Men í dag er mín leik
lutur einans at møta upp til aðal
fund, sigur Ólavur Simonsen.