Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 15 Sea Farm Innovation Define Energy Er á veg á marknaðin Uppfinnarar: Heri Schwartz Jacobsen og Amaliel Schwartz Jacobsen Eitt hugskot undir brúsuni um at spara orku gjørdist byrjanin til ein nýggjan hitavekslara og yrkisleiðina hjá Hera Schwartz Jacobsen. Tíggju ár seinni er før­ oyska uppfinningin á veg út á norð­urlendska marknaðin. Hvat er navnið á produktinum? - DE-Commercial. Tað er tann størra eindin til svimjihallir og vinnuligt virksemi. Navnið á fyritøkuni er Defined Energy. Hvat er DE-Commercial? - Tað er eitt modul, ið man setur í eina svimjihøll, ið dregur orkuna úr spillvatninum, ið verður brúkt undir brúsuni, og flytur orkuna yvir til tað nýggja kalda vatnið frá kommununi, ið skal hitast upp. Á tann hátt sparir mann orku, ið annars hevði farið fyri skeyti. Hvar stavar hugskotið til DE-Commercial frá? - Ein dagin í 2008 stóð eg undir brúsuni heima hjá foreldrunum í Norðragøtu. Sum ikki einaferð, so tók eg mær so góða tíð, at mamma rópti á meg at skunda mær, tí eg brúkti so nógva olju. Tá hugsaði eg beinanvegin, at tað mátti vera ein máti at standa longri undir brúsuni uttan at skula rinda meira. So fyrsta hugskotið var ikki við vinningi fyri eyga, men tí eg ynskti at standa longri undir brúsuni. Nær bleiv byrjað at menna produktið? - Sama dag fóru vit at planleggja. Eg arbeiddi hjá KJ Hydraulik og fór at gera ymisk amboð at framleiða fyrsta frumsniðið av vekslaranum. Hóast fyrsta eindin ikki var serliga pen, so var hon tann effektivasta til spillvatn og koyrir enn tann dag í dag heima hjá foreldrunum. Hvussu verður verkætlanin fíggjað? - Tá eg las til verkfrøðing á DTU, møtti eg Boga Bech Jensen. Vit gjørdu avtalu tá, at um hann hjálpti við tí fíggjarliga partinum og at finna íleggjarar, so skuldi hann eiga ein part av patentinum. Eitt ár eftir settu Palli hjá Mariannu, Birting hjá Bank Nordik og TF Holding hjá Betri samtakinum pening í verkætlanina og fyri tveimum árum síðan kom Varðin upp í eisini. So vit eru seks eigarar í felagnum í dag, greiðir Heri Schwartz Jacobsen frá. Hvat er støðan við DE- Commercial nú? - Ætlanin er, at tað kemur út á marknaðin við endan av árinum. Ætlanin var, at tað skuldi koma á marknaðin síðsta summar, men bleiv tað seinkað, tá vit fluttu ein stóran part av framleiðsluni úr Týsklandi til Danmarkar. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? - Byrjað verður við at selja í Dan­ mark, Norra, Svøríki og Týsklandi. Vit hava eisini áhugaðar keyparar í Írlandi og aðrastaðni, men vit byrja við skandinaviska og týska markn­ aðinum. - Tá DE-Commercial er komin á marknaðin og møguligar barna­ sjúkur eru loystar, er ætlanin at endurmenna sonevnda "DE-Home" hitavekslaran, sum er til húsarhald og onnur smærri brúk. Føroyski marknaðurin er ov lítil Uppfinnarar: Eyðbjørn Hansen, Andy Knudsen, Ari Eyðbjørnsson Hansen og Gunnar Johildarson Trupulleikin hjá alivinnuni við laksalús hevur verið væl lýstur í føroyskum fjølmiðlum síðstu árini. Tá eingin loysn tóktist at vera á trupulleikanum, ið bara vaks í vavi, avgjørdi toftamaðurin Eyðbjørn Hansen fyri fýra árum síðan, at um eingin annar gjørdi nakað, so kundi hann eins væl royna. Hvat er navnið? - Vit hava selt fyrstu maskinuna og kundin vildi vita, hvat navnið var. Men vit hava ikki givið henni nakað navn enn, so vit kallað hana bara fyri SFI, ið er ein stytting av navninum á fyritøkuni Sea Farm Innovation, sigur Eyðbjørn Han­ sen. Hvat er maskinan? - Ein maskina, ið vaskar lús av laksi. Tað verður spulað við sjógvi. Tað er ein øgiliga stutt og einføld prosess. Sjálv prosessin tekur 0,2 sekund. Tað tekur sjálvandi nøkur sekund frá tí, at fiskurin kemur úr sjónum, til hann er aftur í sjónum. Fiskurin skal pumpast upp ígjøgnum okkara skipan og so í sjógvin aftur, men tann tíðin er tann sama, óansæð hvørja skipan mann brúkar, sigur Eyðbjørn Hansen. Hvar stavar hugskotið til maskinuna frá? - Atli Gregersen var í útvarpinum dag og dagliga og eftirlýsti, at onkur fann upp á eina loysn. Tá hugs­aði eg, at um eingin annar kann gera tað, so kunna vit gera tað, sigur Eyðbjørn Hansen. Nær bleiv byrjað upp á at menna maskinuna? - Tað er eini fýra ár síðan. Hvussu verður verkætlanin fíggjað? - Vit hava fíggjað alt sjálvir og hava aldrin tikið nakað lán. Hvat er støðan við SMI nú? - Fyrsta skipanin er seld til eina føroyska fyritøku og er tikin í brúk. Higartil eru tað farnir eini 600.000 fiskar ígjøgnum. Serliga í Skotlandi og Norra er áhugi fyri skipanini, umframt eitt sindur úr Kanada. Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar? - Málið er at koma út á altjóða marknaðin, tí føroyski markn­að­ urin er ov lítil.