hósdagur 16. august 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
16
Vit eru á góðari
leið í Føroyum
Hugskotið er ein kommunalur
stovnur í Havn, ið bjóðar íverkset
um ókeypis vegleiðing og hjálpir
í tilgongdini at gera eitt hugskot
til veruleika. Sóley Heradóttir
Hammer er umsitari í Hugskot
inum, og hon heldur, at tað er
gleðiligt at síggja føroyskar upp
finningar breiða seg út til fleiri
ymsar vinnur.
Hon greiðir frá, at nógvar av
føroysku uppfinningunum gjøgn
um tíðirnar hava verið til gagns
fyri fiskivinnuna. Men nú byrja
føroyskir uppfinnarar at flyta seg
til aðrar vinnur.
- Vit í Føroyum hava verið øgi
liga dugnalig til at uppfunna ym
iskt til at betra um fiskivinnuna,
sum er okkara høvuðsvinna. Nú
byrja vit so eisini at gera okkum
galdandi í øðrum vinnum. Hetta
er m.a. tí vit hava Hugskotið og
Íverksetarahúsið, so tað er ordi
liga gott at síggja, at onnur ting
eisini sláa ígjøgnum, sigur Sóley
Heradóttir Hammer.
Hon heldur, at karmarnir at
uppfinna í Føroyum eru blivnir
góðir í mun til fyri nøkrum árum
síðani.
- Tey seinastu árini hava vit
havt stórt fokus á íverksetan við
fleiri tiltøkum, og skúlar hava
enntá kappingar í íverksetan. Nú
kemur Fróðskaparsetrið so eisini
við í rákið við nýggja skeiðnum
í nýskapan. Eg haldi, at vit eru á
góðari leið í Føroyum viðvíkjandi
íverksetan.
Uppfinnaratýpan
sær eina loysn
- Uppfinnarar arbeiða ofta umborð
á einum skipi ella á einari skipa
smiðju. Teir síggja ting, sum kunnu
forbetrast í einari arbeiðsgongd, og
í tí sambandinum uppfinna teir
ting, sigur Sóley Heradóttir Olsen.
Hon leggur aftrat, at hin bylgjan
av uppfinnarum ofta sprettast
burturúr skúlaverkætlanum og
kappingum.
- Ofta síggja vit, at fólk, sum eru
ung, kreativ og ikki hava bundið
seg til hús og familju, hava lættari
við at loypa út í tað og prøva seg
fram, um tey fáa eitt gott hugskot.
Í Hugskotinum síggja tey javn
an, at uppfinningar í Føroyum
verða framleiddar í garasjum og
kjallarum. Men at fara frá lidna
produktinum til marknaðin kann
ofta vera ein avbjóðing.
- Uppfinnarin trívist ofta í ein
ari garasju, har hann kann finna
uppá ting. Men hann er kanska ikki
altíð týpan, sum dugir við handli
og marknaðarføring. Tí handlar
tað um at seta fleiri fólk saman
og fáa tey røttu fólkini at bera
verkætlanina víðari.
Tað er typiskt, at tað ikki altíð er
tann fyrsta uppfinningin, ið slær
ígjøgnum hjá uppfinnararnum.
Hugskotið leggur merki til, at tað
sum oftast eru betringar av fyrsta
produktinum, ið enda við at gera
um seg.
- Ein fyrimunur at
vera uppfinnari
í Føroyum
Vinnuframi er ein grunnur, sum
íverksetarar og feløg kunnu søkja
um stuðul frá. Vinnuframi veitir
ikki rakstrar- og íløgustuðul,
men kann m.a. bjóða ráðgeving
og hjálpa til menning av einum
produkti. Haraftrat ber til at søkja
um patent gjøgnum Vinnuframa.
Vælvildin í Føroyum er stór
Dánial Hoydal er stýrisformaður í
Vinnuframa, og hann metir, at upp
finningar framleiddar í Føroyum
hava eins góðar møguleikar sum
uppfinningar uttanlands.
- Nógvar uppfinningar kunnu
líka so væl uppfinnast í Føroyum
sum aðrastaðni. Uppá nógvar mát
ar kann tað vera ein fyrimunur at
vera í einum so lítlum samfelag.
Vælvildin er stór, og tað er ofta lætt
at fáa hjálp, sigur Dánial Hoydal.
Hann vísir á, at tað eisini veldst
um, um mann ætlar at uppbyggja
eina framleiðslu í Føroyum fyri
at eksportera tað úr Føroyum. Tá
kann mann hava onkrar avbjóðing
ar av tí, at Føroyar liggja avskornar
frá umheiminum.
Tilvitanin um
íverksetan er størri
- Tað hendir nógv í íverksetara
umhvørvinum í Føroyum nú, og
eg haldi, at tilboðini til føroyskar
íverksetarar eru góð, sigur Dánial
Hoydal.
Hann meinar m.a. við tilboðini
um ráðgeving frá Íverksetarahús
inum og Hugskotinum. Hann vísir
á, at íverksetan eisini sæst í før
oysku skúlunum nú - Ungt Virkið
og SkúlaFM, sum bæði eru við til at
vekja áhugan hjá ungum um íverk
setaraleiðina.
- Mann er blivin nógv meira til
vitaður um, at tað ber til sjálvur
at menna eitt hugskot og fara
íverksetaravegin. Tað hevur altíð
ligið eitt sindur í føroyinginum at
finna uppá. Men at fara út og gera
tað til ein vinnuveg er nakað nýtt,
og eg eri sikkur uppá, at føroyskir
uppfinnarar eru á røttu leið.
Stór altjóða
íverksetarakapping
Hósdagin 23. august verður til
takið Creative Business Cup
hildið í Kongshøll í Sjóvinnu
húsinum. Hetta er ein innanhýsis
finala í Føroyum í eini íverkset
anarkapping, har ein vinnari skal
finnast til at umboða Føroyar í
stórari finalu í Danmark.
Creative Business Cup er ein
altjóða íverksetarakapping, har
kappast verður um heiðurin at
gerast heimsins besti íverkseti
innan kreativar vinnur. Í kapp
ingini í Keypmannahavn luttaka
umboð frá fleiri enn 70 londum.
Har verða seks nýggjar spenn
andi føroyskar verkætlanir lagdar
fram, og millum tær eru eisini
nakrar uppfinningar.
Fríðrikur krúnprinsur er í Før
oyum tá, og verður tað hann, ið
handar vinnaranum vinningin.
-
Um mann vil finna útav, hvat
rørir seg í íverksetan í Føroyum
beint nú, er tað eitt gott hugskot
at koma til Creative Business Cup,
sigur Sóley Heradóttir Hammer,
umsitari í Hugskotinum.
Tiltakið er fyriskipað av Vinnu
frama, Hugskotinum, Íverkset
arahúsinum og Fróðskaparsetri
Føroya.
TEMA
Nýskapandi Føroyingar
Hugskotið
Creative Business Cup
Vinnuframi
DrinkSaver
Skal fáa fólk at
stoyta minni
Uppfinnari: Laila
Midjord v. bólki
Tað byrjaði sum ein skúlaverkætlan
hjá Lailu Midjord og bólki hennara.
Nú hava bæði Carlsberg stjórin,
Flemming Besenbacher, og kendi
íverksetin, Tommy Ahlers sýnt
teirra vøru áhuga.
Havnargentan Laila Midjord
hevur saman við fýra øðrum ment
tólið, DrinkSaver, sum skal fáa fólk
at stoyta minni. Hetta kann bæði
gera festivalupplivingina lættari
og gerandisdagin hjá fólki við
rørslutrupulleikum.
DrinkSaver er ein rundur
plastlutur, sum skal leggjast niður
í koppar og drekkiíløt annars.
Hetta minkar munandi um vandan
fyri at stoyta, samstundis sum
heildarupplivingin av at drekka
drykkin er tann sama.
- Um vit hoppa og dansa, so
endar tað við, at vit ikki bara stoyta
á okkum sjálvi, men eisini á tey
fólkini, sum standa við síðuna av
okkum. Tann trupulleikan vildu
vit loysa, tí hava vit sniðgivið
DrinkSaver, sigur Laila Midjord.
Hendan útgávan av DrinkSaver
er enn eitt frumsnið, og bólkurin
satsar sterkt uppá at fáa fleiri
íleggjarar, soleiðis at tey kunnu
fara í gongd við at hópframleiða.