Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 17 Heimsumfatandi vín app Uppfinnari: Heini Zachariassen Vivino er heimsins mest brúkta vín app, og maðurin aftanfyri appina er Heini Zachariassen. Hetta er allarhelst tað produktið, ment av einum føroyingi, sum hevur fingið tað størsta altjóða gjøgnumbrotið í nýggjari tíð. Ivast mann í, hvat tað er fyri ein vínfløska, mann hevur framm­an fyri sær, tekur mann eina mynd av etikettini, og so kemur Vivino við neyvari frágreiðing og brúkara­ um­mælum av ávísa víninum. Har­ aftrat ber til at bíleggja vínið á staðnum beinleiðis gjøgnum app­ ina. Vivino hevur inntikið plássið sum heimsins størsta handilsstað fyri vín. Tað byrjaði í 2009, tá tað gekk upp fyri Heina Zachariassen, hvussu torført tað var at finna runt í risastóra vínmarknaðinum, tá mann skuldi velja sær eina vín­fløsku út. Hetta vildi hann gera okkurt við, og herfrá byrj­ aði stóra vínævintýrið hjá Heina Zachariassen og tveimum sam­ starvsfeløgum, sum hann setti seg í samband við aftaná hugskotið. Vivino hevur í løtuni fleiri enn 31 miliónir brúkarar, og fleiri enn 9 milliónir ymisk vínsløg eru skrásett í teirra dátugrunni. Fyri­ tøkan hevur vunnið og verið í uppskoti til alskyns altjóða virðis­ løn­ir. Høvuðssætið hjá Vivino er í Keyp­mannahavn, men fyritøkan hevur eisini skrivstovur í USA, Írlandi, India og Ukraina. Verður brúkt umborð á skipum um allan heim Uppfinnari: Kaj Joensen Tá vágbingurin Kaj Joensen fyri trettan árum síðan var til skips, troyttaðist hann av trupul­leik­ an­um við, at nógv spillolju var í vatn­inum umborð á skipinum, ið hann sigldi við tá. Tá setti hann sær fyri, at loysa trupulleikan og fann skjótt eina loysn. Hann fram­leiddi eina skipan, sum tekur olju av yvirflatuni av vatni. Síðan er skip­ an­in sett í verk umborð á skip­um um allan heim. Uppfinningin fekk navnið OC, ið er stytting av enska heitinum Oil Con­veyor. Í stuttum er talan um ein oljuútskiljara til skip, ið skilir vatn frá oljuni, ið liggur í kjølinum á einum skipi. Skipanin virkar á tann hátt, at eitt flutningsband flyt­ur oljuna úr einum staði í annað. Høvuðsendamálið við skip­anini er at reinsa soguvatnið í kjølinum á einum skipi og leiða olj­una í spilloljutangan. Í løtuni eru tað fýra eigarar í fyritøkuni Faroe Maritime Technic, ið eigur rættindini til OC og aðra tøkni. Høvuðseigarar eru Kaj Joen­ sen og Bergur Poulsen, meðan Ragn­ar Vest og Niels Juul Arge eiga ein part eisini. Faroe Maritime Technic hevur fleiri ordrar liggjandi, ið teir eru í gongd við at fáa ígjøgnum, aftaná at virksemið byrjaði aftur í fjør, og framtíðarútlitini síggja góð út hjá fyritøkuni. Eftirspurningurin kem­ur serliga úr føroyska marknaðinum í løtuni, men áhugi er eisini úr útlondum fyri skipanini hjá felagnum. Harumframt er fyritøkan í holt við at menna SDE skipanina, ið er ein stytting fyri Sludge Dewat­ er­ing Evaporator. Ætlanin er, at skip­anin skal bólkast sum ein reinsi­vatnsskipan. Fyrr í ár fekk fyritøkan eisini játtað stuðul frá Horizon 2020 til hesa skipan, ið hevur tilknýti til OC skipanina. Fyritøkan er góðkend og liðug við fyrsta umfarið og søkir nú stuðul til næsta umfar. Málið við menningini av SDE er at menna eina Oily Water Separat­ or skipan, ið kann avloysa verandi OWS-skipanir umborð á skipum. DROPBUCKET Í PLAGIATSTRÍÐI VIÐ BONES Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe frá DropBucket kennir sviðan av at fáa sítt produkt kopierað. Hon heldur, at tað er týdningarmikið at verja sítt produkt ímóti stuldri frá størri fyritøkum PÆTUR HJALMAR EVENSSON D ropBucket er ein burð­ardygg einnýtis rusk­spann, sum sein­ astu fimm árini hev­ ur verið nógv at sæð á festiv­ al­um og tiltøkum Danmark, Hol­landi, Týsklandi, Svøríki og Før­oyum. Ruskílatið er gjørt av end­urnýtslupappi, og hugskotið aftanfyri er, at tá ruskílatið er fult, so blakar mann alt ruskílatið burt­ ur. Heiða Gunnardsóttir Nolsøe og Marie S. Berggreen eru kvinn­urnar handan slóðbrótandi skrelli­spann­ ina. Í hálvtannað ár hevur Drop­ Bucket verið í drúgvum stríði við donsku matstovuna, Bones, sum hevði stolið DroBbucket-hugskotið til teirra matstovur. Aftaná eitt langt og kostnaðarmikið stríð í rætt­inum, hava DropBucket nú vunnið sakarmálið. Kopieraðu eina hálva millión eintøk Plagiatsøgan byrjaði við, at tey í DropBucket settu seg í samband við Bones við vón um eitt samstarv teirra millum. Bones hevði tá nøkur onnur ruskíløt standandi á borð­unum til matstovugestirnar. Hugskotið um samstarvið snúði seg um at skifta hesi ruskíløtuni út við lítlar nýmentar Dropbucket, sum eisini kundu nýtast sum informatiónsskelti á borðinum. - Tey í Bones vóru ordiliga spent uppá samstarvið. Men í staðin fyri at seta seg í samband við okkum aftur, so settu tey teirra egnu DropBuckets í verk, greiðir Heiða G. Nolsøe frá. Bones náddi at framleiða nær­ um eina hálva millión eintøk av kopieraðu ruskíløtunum hjá Drop­ Bucket áðrenn rættarstríðið var av. Nú er stríðið liðugt, og DropBucket fingu endaliga dómin á pappír týsdagin. Matstovan Bones varð dømd til at beina øll ruskíløtuni burtur og steðga framleiðsluni av teimum. Haraftrat fekk fyritøkan bót og endurgjaldskrav uppá øll tey umleið 500.000 ruskíløtuni, tey høvdu framleitt. Dávid ímóti Goliat: Handlaði um æruna Heiða Gunnarsdóttir Nolse greiðir frá, at rættargangurin hevur kravt nógv og verið bæði drúgvur og dýrur fyri Dropbucket sum fyri­ tøku. - Vit vistu, at tað fór at vera ræðuliga dýrt fyri okkum at fara í holt við eina tílíka rættarsak fyri eina lítla fyritøku sum okkum. Tað hevur verið øgiliga strævið, men vit eru glaðar nú tað endiliga er yvirstaðið. Bones er ein risastór mat­stovu­ keta í Danmark, so í mun til Drop­ Bucket var hetta, sum tá David bardist ímóti Goliat. Heiða G. Nolsøe heldur, at tað er týdn­ing­ armikið hjá smáum fyritøkum at standa ímóti, tá stórar fyri­tøk­ur velja at kopiera spírandi íverk­set­ ar­ar. - Vit gjørdu hetta fyri at verja danskt-føroyskt design, og fyri at vísa, at tað ikki er í lagi, at stórar fyritøkur kopiera eitt produkt frá smærri fyritøkum, sigur Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe. Fyri DropBucket hevur hetta alla­tíð verið eitt prinsipielt mál, sum hevur snúð seg um at senda eitt signal um, at plagiat ikki er í lagi. - Í síðsta enda standa vit næst­ an á minus orsakað av, at vit hava brúkt um tvey ár uppá hesa rættarsakina. So einki er vunnið peningaliga fyri okkara við­kom­ andi - men tað er æran sum er vunn­in. Patent er gott at hava Dropbucket hevur vøru­merkis­ verju og designpatent. Teirra pat­ ent fevnir um formin og heildar­ útrykkið á spannini. Tað er m.a. mátin, hon verður lukkað sam­an uppá, holini í botninum og hond­ tøk­ini. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe veit, at tað er vanligt at fyritøkur kunnu vænta, at vørur verða kopi­eraðar av t.d. kinesiskum fyri­tøkum. Men at ein solid donsk fyri­tøka ger slíkt plagiat, skilir hon ikki. Tí er tað gott at hava eitt rættar­system, sum kann gera av, um talan er um plagiat. - Í prinsippinum verjir eitt patent ikki framleiðsluna av einari vøru, fyrr enn onkur tekur sakina upp, og rætturin gevur kæraranum viðhald. Rætturin tók so í okkara føri undir við tí, av tí at okkara design var eitt eindømi. So nú hava vit hetta uppá skrift og kunnu brúka dómin, um onkur ann­ar velur at kopiera okkara design. Hetta vísir, at vit hava eina góða rættarskipan, sigur Heiða G. Nolsøe. Vivino Oil Conveyor