hósdagur 16. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
18
BÝTIÐ AV MENNINGARKVOTUNUM
Menningarkvotur
Mælt verður til at útluta Vestmanna
Seafood kvotu, tí talan er um eitt greitt
nýhugsandi hugskot við framleiðslu av
makreli og sild, umframt ítøkiligt uppskot
til stigvísa menning av framleiðslu av
svartkjafti til matna.
Talan er eisini um eitt øki, har aktørarnir
hava avmarkaða atgongd til sjófeingi og
eina verkætlan, sum vil geva munandi
virðisøking, førleikamenning og fleiri
og støðugari arbeiðspláss í økinum,
Norðstreymoy.
VESTMANNA SEAFOOD
Delta Seafood hevur drúgvar royndir
innan botnfiskavinnuna, serliga við
saltfiskaframleiðslu.
Felagið hevur eisini framt ítøkiligar
royndir at framleiða vørur úr sild og
makreli. Ætlanin byggir á samstarv við
aðrar aktørar í økinum.
Verkætlanin kann greitt vera við til at
skapa nýggj og støðugari arbeiðspláss
umframt nýggjar vinnumøguleikar í øki
num bygt á lokalt samstarv.
Talan er um eina áhugaverda virkis
ætlan, sum samstundis uppfyllir økis
rættaðu treytirnar.
DELTA SEAFOOD
Rock Trawldoors hevur í nógv ár arbeitt
við at nýmenna trolemmar, og tað er
eisini í hesum sambandi, at skotið verður
upp at lata kvotu.
Felagið hevur søkt um kvotu til at fíggja
og skipa royndir við eini nýskapandi verk
ætlan innan nýggja teknologi.
Verkætlanin kann stuðla undir støð
ugari og framkomin arbeiðspláss innan
handverksvinnuna í Suðuroy.
ROCK TRAWLDOORS
P/F Skip (arbeiðsnavn), saman við P/F
Snarfrost, eigur at fáa lutað kvotu av
fleiri nýhugsandi orsøkum.
Talan er um at veiða sild og makrel við
nót, umframt at nisjuframleiða á landi.
Talan er eisini um staseting í einum øki,
har aktørarnir hava rættuliga avmarkaða
atgongd til sjófeingi, umframt at verk
ætlanin við skipi og virki vil geva munandi
virðisøking, førleikamenning og fleiri og
støðugari arbeiðspláss í økinum, Vágoy.
P/F SKIP, SAMAN VIÐ P/F SNARFROST
HESI 9 FINGU MENNIN
EIRIKUR LINDENSKOV
T
ýsdagin upprann løtan,
tá, tá metingarnevndin
viðvíkjandi Menning
arkvotum av makreli,
norðhavssild og svartkjafti loysti
posabandið og avdúkaði, hvørjar
verkætlaninir fingu kvoturnar.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, setti nevndina at
viðgera og gera tilmæli um útlutan
av menningarkvotum:
Gestur Hovgaard, formaður.
Arnbjørn Egholm og Guðrið And
orsdóttir. Sum varalimir vórðu vald
Ásmundur, Rúna Hjelm og Bartal
Dulavík. Barbara á Tjaldrafløtti hev
ur virkað sum skrivari hjá nevndini.
Nevndin varð formliga sett
fríggjadagin 8. juni, tá fundur var
við Fiskimálaráðið. Á hesum fundi
varð kunngerðin gjøgnum gingin
og formligu viðurskiftini avgreidd.
Greitt var á fundinumm, at nevndin
ikki skuldi meta um, hvørt umsøkj
arar uppfylla treytirnar í grein 11, stk.
2 og grein 11 stk. 3 í kunngerðini.
Nevndin hevði fhysta formliga
fundin sama dag og avráddi m. a. at
eykalimirnir skuldu takast við í við
gerðina, hetta fyri at skunda undir
arbeiðið sum heild og fyri at hava
eitt meira dygdargott og breiðari
grundarlag at meta umsóknirnar
út frá.
Samanlagt hevur nevndin mót
tikið og viðgjørt 40 umsóknir, hetta
frá 38 umsøkjarum, tað vil siga at
tveir umsøkjarar lótu inn tvær um
sóknir. Onkur umsókn hevur eisini
fevnt um fleiri verkætlanir í somu
umsókn. Umsóknirnar umfata øll
øki í landinum, og fleiri umsóknir
eru úr hvørjum øki. Eisini eru fleiri
umsóknir frá aktørum, har verkætl
anin umfatar fleiri øki.
Tøka nøgdin til útlutan í 2018 er
41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons
av makreli og 7.510 tons av norð
havssild.
Samanlagt er søkt um munandi
størri nøgdir, enn nøgdin, sum er
tøk, og áhugin frá umsøkjarum er
lutfalsliga størri at fáa tilluta makrel
og sild í mun til svartkjaft.
Søkt var um 289.000 tons av
svartkjaft, har 41.912 tons vóru at
útluta. Útlutaði parturin var tí bara
14,5 prosent av tí, sum søkt varð um.
Søkt var um 87.000 tons av makr
eli, har 8.749 tons vóru at útluta. Út
lutaði parturin er tí bara 10,1 prosent
av tí, sum søkt varð um.
Søkt var um 67.500 tons av Norð
havssild, har 7.510 tons vóru at út
luta. Útlutaði parturin var tí bara 11
prosent av tí, ið søkt varð um.
Av teimum tilsamans 40 umsókn
unum, mælti nevndi til, at 9 um
sóknir fáa tillutað menningarkvotu.
Hesir umsøkjarar, økini, virksemið
umfatar, nøgdir fyri 2018 ot áramál
eru lýst í talvuni niðast á síðuni.
!
Umsøkjari!
Øki!
Svartkj.!
Makrel!
Sild!
Ár!
Vestmanna!
Fiskavirki!
Norðstreym!
12.970!
2.002!
1.593!
4!
P/F!Skip!/!
Snarfrost!
Vágar!
10.400!
2.002!
1.593!
4!
Sp/f!Sjógæti!
Norðureysturoy/!
Norðstreym!
0!
900!
!!!540!
4!
Rock!Trawldoors! Suðuroy!
1.360!
0!
0!
2!
Vørustíggjur!
!!
Sandoy!
0!
1.171!
900!
1!
Delta!Seafood!
!!
Suðuroy!
0!
900!
!
873!
1!
P/F!Jókin!
!!
Suðuroy!
8.800!
0!
0!
1!
Kósin!Seafood!&!
Næraberg!
Norðoyggjar/!
Suðuroy!
0!
0!
360!
1!
Steintór!og!TG!
Fish!
Suðuroy!
0!
900!
900!
1!
Samanlagt!
!!
33.530!
77.875!
76.759!!!
Gestur Hovgaard var formaður í metingarnevndini viðvíkjandi menningarkvotum
av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum legði fram tilmæli á tíðindafundi
MYND: ÁLVUR HARALDSENTÝSDAGIN