hósdagur 16. august 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
19
Frammi í Dali 166 • 410 Kollafjørður
tlf. 47 90 00 • fax 47 90 20 • bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi
við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði
innan landbúnað, sum gevur rætt til at
festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava
mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á
Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar
4. september 2018 kl. 19.00. Undirvíst
verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00
- 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum
fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið
hava óhøgliga farleið, eru til skips ella
uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini
á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og
fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina
skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til
juni 2019. Hvør skeiðspartur endar við
próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar
venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.000. Skeiðsgjaldið
skal vera goldið á kontu 6460-1719663
í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri
bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska
í sambandi við skeiðið. Luttakarar,
ið ynskja at melda seg til skeiðið,
skulu boða frá luttøku í seinasta lagi
fríggjadagin 24. august 2018. Boðast
skal frá við teldubrævi til bst@bst.fo
ella við at venda sær til skrivstovuna
á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá
meldað verður til, skulu navn, bústaður,
teldupostur, telefonnummar og P-tal
upplýsast.
Vegna summarfrí svarar telefonin
ikki frá 23. juli til 17. august. Í hesum
tíðarskeiði verða teldupostar móttiknir,
men ikki svaraðir fyrrenn 20. august.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í
sambandi við ítøkiliga avtalu um
festaraskifti, hava framíhjárætt.
Sjógæti hevur eina nýhugsandi umsókn
um royking av makreli og sild, umframt
aðrar góðskaðar framleiðslur. Felagið
byggir sína menningarætlan á ítøkiligar
royndir og søluarbeiði yvir eitt munandi
tíðarskeið.
Talan er eisini um strategiskt samstarv
við øki 7 (Norðoyggjar), ið verður við til
at tryggja neyðugu góðskuna á fiskinum
og søluna.
Verkætlanin vil skapa munandi
viðrisøking, førleikamenning og fleiri og
støðugari arbeiðspláss í økinum, sum
fevnir um Norðstreym og Sundalagið.
SJÓGÆTI
P/F Kósin Seafood og Næraberg fáa
tillutað kvotu til verkætlan til byrjan av
framleiðslu av sild til matna í sunnaru
helvt av Suðuroynni, hetta í samstarvi við
aktør í økinum.
Ætlanin vil vera við til at seta fram
leiðslu í gongd í einum øki, har aktørar
frammanundan hava lítla atgongd til
sjófeingi, og tí stendur økisatlitið eisini
sterkt.
P/F KÓSIN SEAFOOD OG NÆRABERG
P/F Jókin fær tillutað kvotu av svartkjafti,
ið kann vera við til at styrkja tøkniligu
menningina í felagnum , harundir
virkinum í Hvalba. Økisatlitið stendur
eisini sterkt í hesi ætlanini.
P/F JÓKIN
P/F Steintór og P/F TG Fish hava ætlanir
um at veiða sild og makrel til virkingar
í Hvalba.
Ætlanin byggir á tøkniliga menning av
sínum virksemi á sjógvi og landi, har økis
atlitið eisini stendur sterkt.
P/F STEINTÓR OG P/F TG FISH
P/F Vørðustíggjur, ið eigur trolaran Eyst
urbúgvan, hevur ítøkiligar ætlanir um at
fáa gongd á virksemi á landi í Sandoynni,
hetta til framleiðslu a sild og makreli.
Eysturbúgvin er í samstarvi við partn
arar í øki 4 (Norðsteymi), ið vil styrkja
grundarlagið fyri rakstri og menning.
Verkætlanin kann geva munandi virð
isøking, umframt fleiri og støðugari
arbeiðspláss á landi í Sandoynni, eitt øki
sum í serligan mun uppfyllir økisrættaðu
treytirnar.
P/F VØRÐUSTÍGGJUR
NGARKVOTUR