hósdagur 16. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
20
REGIN WINTHER POULSEN
- Tað verður beint nú skrivað eitt
nýtt upprit um, hvussu vit eiga at
lata pening í neyðhjálp, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður í
uttanríkis- og vinnumálum.
Føroyar lata alt ov lítið í
menningar- og neyðhjálp, um
tú spyrt ST. Sameindu tjóðir
mæla øllum ídnaðarlondum
til at lata 0,7 prosent av sínari
bruttotjóðarúrtøku
(BTÚ)
til menningarhjálp. Føroyar
lata áleið 0,05 prosent av síni
bruttotjóðarúrtøku, tá bæði
neyðhjálp og menningarsamstarv,
sum samanlagt gevur 9 milliónir
krónur, er roknað saman.
Tað vil siga, at Føroyar skulu lata
meira enn 10 ferðir so nógv ímun
til tað, sum verður givið nú, og tað
svarar til umleið 130 milliónir. Ein
kann tí illa ímynda sær, at nøkur
samgonga í nærmastu framtíð
nærkast hesum talinum, tí játtanin
skal hækka so ógvusliga, um
røkkast skal á mál. Poul Michelsen
heldur eisini, at tað er órealistiskt
at rokna við, at vit náa málinum.
- Vit koma ongantíð har, tí tað
svarar til umleið 130 milliónir. Vit
mugu sikta ímóti tí, men tey flestu
londini í heiminum fylgja ikki
tilmælinum, greiðir Poul Michelsen
frá. Tá løgmansskrivstovan í
2004 skrivaði álit um altjóða
menningarpolitikk fyri Føroyar,
vóru tað bara norðurlond, sum livdu
upp til krøvini um menningarhjálp.
Tá varð sagt, at Føroyar ikki vóru
bundnar at sáttmálanum hjá ST, tí
hann einans fevndi um sjálvstøðug
lond, og at Føroyar tískil vóru
fevndar at menningarhjálpini hjá
Danmark. Nú verður arbeitt við
at gera nýtt álit, og tá er ætlanin
hjá landsstýrismanninum í
uttanríkis- og vinnumálum, at
Føroyar skulu nýhugsa neyð- og
menningarhjálpina.
Mugu skipa arbeiði ørvísi
- Nær, hvar og hvussu vit skulu
brúka peningin. Vit hava vanliga
latið neyðhjálp, tá okkurt er
hent ella um vit fáa eina umbøn
frá einum altjóða felagsskapi.
Nú eru vit í gongd við at skriva
ein nýggjan politikk, har allur
peningurin kemur undir eina
kontu og ein nevnd kemur at sita
við neyðugu førðleikunum, greiðir
Poul Michelsen frá. Hann sigur at
hann hevur fingið eitt nýtt upprit,
men at tað enn skal skerpast til,
áðrenn tað kann brúkast.
Í ískoytispartinum til ólavssøku
røðu løgmans verður viðgingið, at
játtanin til menningarhjálp hevur
verið ov lítil ímun til tey londini,
sum Føroyar vanliga samanbera
seg við. Har verður eisini skrivað,
at játtanin er fleirfalda undir
sitandi samgongu og at tað, eins
og landsstýrismaðurin nevnir,
veðrur arbeitt við at menna ein
nýggjan leist at lata pening eftir.
Í nýggja leistinum skal føroysk
vitan og førðleiki verða gagnýtt,
og Poul Michelsen greiðir frá, at
ætlanin er nýhugsa, hvussu vit
veita neyðhjálp.
- Í bæði Danmark og Íslandi
verður stuðulin latin á ein heilt
annan hátt. Tá er eitt nú vinnan
við, so at hon kann menna-
og skapa produktión, sum so
gevur vinning í longdini, greiðir
landsstýrismaðurin frá.
- Men higartil hevur játtanin
verið brúkt ov tilvildarliga.
Tingfólk koma til mín og fortelja
um føroyingar, sum ferðast til
ymisk lond við menningarætlanum
og fólk, sum koma frá ymiskum
hjálparfelagsskapum koma á gott.
Vit hava ongan møguleika fyri at
kanna, um hesar verkætlanir eru
burðardyggar og veruliga hjálpa
og menningarhjálp kann ikki verða
latin á hesum støðinum. Tað er nú
einaferð almennir pengar, sum vit
hava við at gera.
- Eg havi onki ímóti at fara
niðan í Løgtingið at biða um meira
pening, men eg føli at eg eri fór illa
ílatin til at biða um meira pening.
Eg skal viðganga við brestin, at vit
eiga at lata meira pening, greiðir
Poul Michelsen frá.
POUL MICHELSEN:
VIT MUGU HAVA
EIN POLITIKK
FYRI NEYÐHJÁLP
Føroyar lata meira enn tíggju ferðir minni í neyðhjálp enn
Sameindu Tjóðir mæla ídnaðarlondum til at gera. Játtanin
er hækka undir núverandi samgongu, men Poul vil ikki
hækka hana meira, fyrr enn politikkur er gjørdur á økinum
POLITIKKUR: Flóttafólk
Í síðstu útgávuni av vikuskiftis
sosialinum varð tema um flótta
fólkalegur í Jordan. Eg hevði
sjálvur ferðast í legunum, har
eg hevði kanna umstøðurnar og
tosað við ymisk flóttafólk.
Nú venda vit eygunum heim
og kanna, hvussu almennu Før
oyar hjálpa flóttafólkum. Føroyar
taka ikki ímóti flóttafólkum
sum er, og landsstýrismaðurin
í uttanríkis- og vinnumálum,
Poul Michelsen, hevur áður
sagt, at hann heldur at vit skulu
gera tað. Hann heldur tó, at vit
eiga at bíða til vit hava yvirtikið
útlendingamál, soleiðis at vit
kunnu gera ein sjálvstøðugan
politikk á økinum.
Ofta er tvíbýtingin, tá tosað
veðrur um flóttafólk, hvørt
vit skulu taka ímóti flóttafólki
ella hjálpa í nærumhvørvinum.
Hettar er ikki bara støðan í Før
oyum, men um alt Evropa, har
nógv flóttafólk hava leitað sær
friðskjól. Ein partur, sum serliga
viðkemur flóttafólkalegunum
í Jordan er, at peningur verður
latin í nærumhvørvinum.
Sameindu Tjóðir mæla til, at 0,7
prosent av bruttotjóðarúrtøkuni
hjá øllum ídnaðarlondum verða
nýtt til menningarhjálp. Før
oyska bruttotjóðarúrtøkan varð
í fjørð av búskaparráðinum mett
at vera áleið 18,2 milliardir krón
ur. Tí áttu Føroyar at latið 128
milliónir krónir um árið, um vit
fylgdu tilmælinum, men vit lata
einans 9 milliónir.
Vit hava í hesari greinarøð
tosað við Poul Michelsen um,
hvørt Føroyar eiga at taka ímóti
flóttafólkum og um
vit lata nóg nógva
menningarhjálp.
Vit
hava
eisni
tosað við, Katrin
á Neystabø, aðal
skrivara í Amnesty
I n t e r n a t i o n a l
Føroyar, um hon
heldur at Føroyar
liva upp til sína
skyldu.
FØROYAR OG FLÓTTAFÓLK: