hósdagur 16. august 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
21
Undirvísa í landgrunni
í Tansania
Í vikuskiftissosialinum í síðstu
viku var samrøða við Ettie
Higgins, sum er varðaleiðari hjá
UNICEF í Jordan. Hon greiddi
frá, at tey saknaðu at lond gjørdu
avtalur yvir fleiri ár og at fleiri
tilboð innan eitt nú útbúgving
verða veittar. Poul Michelsen
vísir á, at peningur onkuntíð er
latin til undirvísingarætlanir,
men at tað ikki hevur verið
nóg væl skipað. Hann ger ikki
beinleiðis
viðmerkingar
til
flóttafólkalegurnar í Jordan, men
hann endurtekur, at tað eru fleiri
ymiskir mátar at veita hjálp uppá
og vísir á, at landsstýrið í ár lat
pening til Fróðskaparsetur Føroya
í eini heilt serligari ætlan.
Fróðskaparsetur Føroya hevur
í ár hava skipað fyri seminari í
Tansania um landgrundsrætt, har
eitt nú Bjørn Kunoy og Martin
Heinesen, serfrøðingar innan
økið, hava undirvíst. Hugsanin
við fyrilestrunum hevur júst verið
at brúka føroyska vitan at hjálpa
til við í menningarlondum, sum
eitt nú ikki eru komin so langt í
at krevja sítt sjóðøki. Tá akkurát
landsgrundsrættur er valdur,
er tað tí at Føroyar hava eina
sterka vitan innanfyri økið. Poul
Michelsen heldur, at Føroyar eiga
at hugsa í hesum banunum, tí við
at gera meira nágreiniligar ætlanir,
kann Føroyar gera mun við síni
relativt lítlu játtan. Men at enda
endurtekur landsstýrismaðurin
at tað týdningarmiklasta er at
endurhugsa menningarhjálpina.
- Vit mugu fáa eitt álit, sum
greiðir frá, hvussu vit gera.
Fólkini, sum hava sitið við hesum,
mugu revurdera, hvussu verður
gjørt og tað er tað arbeiðið, sum
verður gjørt nú. Tá vit eru betri
fyrireikaði, havi eg onki ímóti at
biða um meira pening, sigur hann.
FØROYAR OG
MENNINGARHJÁLP:
Føroyar lata í dag 9 milliónir í menningar- og neyðhjálp, sum er
skipað undir tveimum ymiskum kontum á fíggjarlógini. Tað svarar
til áleið 0,05 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Sameindu
Tjóðir mæla til, at øll ídnaðarlond lata 0,7 prosent av BTÚ, og
Føroyar eiga tí at lata umleið 130 milliónir, sum er meira enn tíggju
ferðir so nógv, sum latið verður nú.
Landsstýrið arbeiðir nú við, at gera nýggjar skipanir á økinum,
so at hjálpin verður latin á annan hátt og við betri gjøgnumskygni.
Nakað av peninginum er áður latin til at hjálpa flóttafólki úr Sýria,
men játtanin verður ofta latin til humaniterar kreppur í løtuni og
ikki yvir fleiri ár.
ALTERNATIV HJÁLP:
Fróðskaparsetur Føroya skipaði í ár, við stuðli frá Uttanríkis-
og Vinnumálaráðnum, fyri seminari í Tansania í landgrundsrætti.
Á seminarinum undirvísti Bjørn Kunoy, doktari í lóg, og Martin
V. Heinesen, limur í landgrundsnevndini hjá ST. Í Uttanríkis- og
Vinnumálaráðnum brúka tey hesa ætlnina sum dømi um, hvussu
Føroyar kunnu gera mun við síni relativt lítlu játtan.
JÁTTANIN TIL NEYÐHJÁLP
OG MENNINGARSAMSTARV
SEINASTU ÁRINI
Tús. kr.
2015
2016
2017
2018
Neyðhjálp
1.250
1.000
4.000
6.500
Menningar
samstarv
1.560
2.500
2.500
2.500
Samanlagt
2.810
3.500
6.500
9.000