hósdagur 16. august 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
22
REGIN WINTHER POULSEN
- Um vit velja at taka ímóti
flóttafólki til Føroyar, um vit velja
at hjálpa í nærumhvørvinum ella
uppá hvønn máta vit gera okkum
best galdandi, er eitt val, sum vit
mugu taka tá lóggávan er yvirtikin.
Tað sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður í vinnu- og
uttanríkismálum. Hann hevur
áður sagt, at hann heldur vit
eiga at taka ímóti flóttafólkum,
men at vit skulu bíða til økið
er yvirtikið. Støðan er enn, at
málsøkið skal yvirtakast, áðrenn
flóttafólkapolitikkurin verður
gjørdur, men Poul Michelsen
heldur nú, at avgerðin um, hvørt
vit taka flóttafólk til Føroyar
ella um vit hjálpa uttanlanda má
takast aftaná yvirtøkuna.
- Eg haldi ofta, at vit tosa við
manglandi vitan innan økið í
Føroyum. Jú meira tú setur teg
inn í evnið, jú meira varin verður
tú, sigur hann.
Fremja yvirtøkuna og
síðani gera politikk
- Eg eri ikki líka avgjørdur, sum
eg havi verið fyrr. Tað at fara at
melda út, at vit skulu taka ímóti
flóttum einsamalt fer bara at øsa
alt, og tað tími eg ikki í holt við. Tað
veit eg heldur ikki, eg kenni ikki
avleiðingarnar ordiliga av tí. Vit
eru inni í eini samráðingartilgongd,
og eg veit ikki hvørjar skyldur
fylgja við í at taka ímóti flóttafólki,
sigur Poul Michelsen og greiðir frá,
at fyrsta stigið í tilgondini má eftir
yvirtøkuna má verða eitt politiskt
kjak, har løgtingið tekur støðu til,
hvørja leið Føroyar skulu ganga
ímun til flóttafólk. Hann heldur,
at tað má verða upp til løgtingið
at avgerða, um vit skulu taka
flóttafólk til Føroyar ella um vit
heldur skulu hjálpa á aðrar hættir.
- Vit hava verðið í Íslandi og
kannað, hvussu tey gera tað
har. Tað bleiv eisini tosað um, at
man møguliga kundi samstarva
við kvotaflóttafólki. Har hevur
man gjørt nakrar skipanir um,
hvørji flóttafólk tey taka ímóti og
gjørt skipanir til tey, greiðir Poul
Michelsen frá og leggur afturat,
at hann heldur, at um føroyingar
taka ímóti flóttafólkum, eigur tað
at vera eftir einum leisti, sum líkist
tí íslendska.
- Tað er ein skipan, sum leggur
meira upp til at sjálvboðið arbeiði
skal verða ein partur av at intigrera
fólk, sum koma, greiðir Poul
Michelsen frá, og leggur afturat,
at Føroyar tá eisini skulu gera sær
grett, at tað er best at taka ímóti
flóttafólkum, sum eru løtt at
intigrera. Eitt nú hevur Ísland fyrst
og fremst tikið ímóti einligum
mammum við barni, einsamøllum
børnum ella familjum. Man hevur
eitt nú ikki tikið ímóti einsamøllum
monnum, tí tann bólkurin ofta er
torførari at intigrera.
Sum nú er, kunnu flóttafólk í
prinsippinum koma til Føroyar.
Føroyar hevur tikið undir við
flóttafólka-konventiónini hjá ST,
og tí hevur Føroyar skyldu til at
taka sær av flóttafólki, um tey
av donskum myndugleikum fáa
flóttafólkastatus og verða flutt til
Føroyar. Poul Michelsen vísir á, at
tað eru einkul dømir um flóttafólk,
sum liva í Føroyum nú, tí tey hava
søkt um at koma til Føroyar, har
tey hava havt familjusambond.
Hettar verður mett sum nóg góð
grund av donskum myndugleikum,
og so hevur Føroyar skyldu at liva
upp til konventiónirnar og geva
flóttafólkunum tað, sum tey hava
rætt til.
- Um ynski er at gera tað,
kann Føroyar í dag taka ímóti
kvotaflóttafólkum
umvegis
Danmark. Men eg haldi bara, at
vit mugu fyrireika okkum, áðrenn
vit gera tað og at vit eiga at taka
ræði á málinum áðrenn, greiðir
Poul frá. Hann heldur ikki, at tað
hevði verðið rætt at tikið ímóti
flóttafólkum áðrenn yvirtøkuna,
tí tá hevði tað verið danskir
myndugleikar, sum avgjørdu hvør
kom til Føroyar.
- Tað kann ikki verða nakar
annar myndugleiki enn vit, sum
avgerða hvørji fólk koma til hettar
landið, sigur hann og greiðir frá, at
hann heldur tey flestu í politisku
skipanini vera samd.
Roknar ikki við at náa at
yvirtaka útlendingaøkið
Í samgonguskjalinum frá 2015
stóð skrivað, at útlendingaøkið
skuldi yvirtakast í hesi tingsetuni
og arbeitt hevur verið við at fremja
yvirtøkuna. Í ískoytispartinum
til løgmansrøðuna í ár stóð,
at tað gekk væl at yvirtaka
útlendingamál, men at tað enn
vóru viðurskifti, sum greiða má
fáast á. Poul Michelsen roknar tó
ikki við, at yvirtøkan verður framd
í hesi setuni. Hann sigur at serliga
Schengen økið hevur tikið langa
tíð, tí støða skal takast til málið
uttanfyri Danska kongaríkið.
- Fólk frá okkum hava verið við
einari danskari deligatión í ES, og
har er eitt svar í umferð nú, sum
vit fáa tá tað er liðugt viðgjørt,
greiðir landsstýrismaðurin frá.
Hann sigur at tað er ein spurningur
um, at danska Schengen økið
ikki verður viðgjørt í Danmark
longur, tí skal Danmark vegna
Føroyar, søkja um at Føroyar kann
yvirtaka málsøkið, uttan at tað
broytir støðuna hjá Føroyingum
sum ferðast uttanlands ella hjá
útlendingum, sum koma til landið.
Poul Michelsen hevur áður
greitt frá fyri føroyskum miðlum,
at tað hevur gingið striltið at
samráðast um málsøkið, tí
danskir myndugleikar hava
súltað málið. Hann var tí á fundi
við Inger Støjberg, Danska
integratiónsministaran, í fjørð og
kærdi um, at danskir myndugleikar
hava arbeitt so seint við málinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at eftir
hettar hevur gingið betri, og at
hann nú merkir at danir arbeiða
seriøsari fyri, at tað skal bera á mál
við yvirtøkuni.
- Inger Støjberg orsakaði
fleiri ferðir fyri, at málið var
dottið niður ímillum. Eg havi
inntryk av, at tey súltaðu málið,
tí tey ikki vistu hvussu álvarsliga
føroyingar meintu tað, tá vit søgdu
okkum vilja yvirtaka økið, greiðir
landsstýrismaðurin frá. Hann
sipar til, at danskri myndugleikar
hava roynt áður, at arbeitt verður
við einum yvirtøkumálið, sum so
verður slept tí Løgtingið broytir
meining. Hann heldur tó, at
danskir myndugleikar nú taka
føroyska samgonguynskið í álvara,
men at tað allarhelst er ov seint, til
at føroyskir myndugleikar megna
at yvirtaka økið.
- Vit mistu fyrru hálvu av
tingsetuni, tí tað tók langa tíð,
áðrenn danskir myndugleikar
byrjaðu at arbeiða við okkum. Alt,
sum er hent, er tí hent í ár, sigur
landsstýrismaðurin og greiðir frá,
at hóast danskir myndugleikar nú
eru samstarvssinnaðir, er allarhelst
ov seint. Tað tekur heilt einfalt
ov langa tíð at eitt nú fáa onnur
lond at góðtaka føroyska ynski
um at yvirtaka Schengen, uttan at
Føroyar detta úr Schengen.
- Men um vit klára at
yvirtaka Schengen áðrenn jól,
so kunnu vit kanska yvirtaka alt
málsøkið í hesi tingsetuni, sigur
landsstýrismaðurin at enda.
POLITIKKUR: Flóttafólk
Flóttafólka
politikkur tengdur
at yvirtøku
Poul Michelsen heldur, at Føroyar skulu bíða við at taka avgerð um
flóttaflólkapolitikk, til útlendingaøkið er yvirtikið. Men hóast tað stendur í
samgonugskjalinum, verður útlendingaøkið helst ikki yvirtikið hesa tingsetuna
KVOTAFLÓTTAFÓLK:
Kvotaflóttafólk eru flóttar, sum ST metir ikki kunna liva í eitt nú
flóttalegum av serligum orsøkum. Ímillum orsøkirnar kunnu til
dømis vera, at økið er rakt av serliga nógvari sjúku, at fólkini eru
í vanda fyri at verða send aftur til upprunaøkið ella at fólkini á
aðrar háttir ikki hava grundleggjandi mannarættindi. Skipanin við
kvotaflóttum breyt so at siga saman, tá flóttafólkastreymurin úr
Sýria var fyri nøkrum árum síðani, tí fleiri lond brádliga høvdu
nógv flóttafólk í landinum. Eitt nú steðgaði Danmark fyri kortum
við at taka ímóti kvotaflóttafólkum, meðan eitt nú Ísland, burturfrá
nøkrum undantøkum, einans tekur ímóti kvotaflóttafólkum.
ÚTLENDINGAØKIÐ:
Samgongan skrivaði í samgonguskjalið frá 2015, at yvirtøka av
útlendingaøkinum skuldi fara fram í hesi tingsetuni. Útlendingaøkið
fevnir um fleiri ymiskar umsitingarligar uppgávur sum eitt nú
uppihaldsloyvi, men eisini flóttafólk. Um samgongan megnar at
yvirtaka økið, skal landið tí avgera, um føroyingar skulu taka ímóti
flóttum. Poul Michelsen vísir á, at tað í veruleikanum ber til at
taka ímóti flóttum umvegis Danmark í dag, men hann heldur, at
føroyingar heldur skulu gera egnar skipanir og hava valdið á tí
sjálvir, um Føroyar skulu taka ímóti flóttafólkum.