hósdagur 16. august 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
23
REGIN WINTHER POULSEN
- Meiningin hjá Amnesty er tann
sama, sum hon var í 2013, tá vit
heittu á Føroyar, at, vit skulu taka
eina avgerð í flóttafólkamálinum,
sigur Katrin á Neystabø, aðal
skrivari hjá Amnesty International
Føroyar. Hon sigur at Amnesty ikki
kann siga, akkurát hvat Føroyar
skal gera ella hvussu nógv flótta
fólk skulu koma til Føroyar.
- Føroyar er eitt lítið og fjar
skotið landið, og tað er sjálvsagt
avmarkað, hvat vit megna. Men
sjálvsagt kunnu og skulu vit
eisini gera mun. Og vit halda at
Føroyar kunnu gera nakað ímun
til kvotaflóttafólk, leggur Katrin
afturat.
Amnesty International Før
oyar hava áður gjørt sína mein
ing galdandi viðvíkjandi flótta
fólkaspurninginum í Føroyum.
Boðskapurin hevur verið, at um
politiskur vilji er til at yvirtaka út
lendingaøkið, eiga vit at byrja uppá
at fyriteika okkum.
- Vit hava sjálvsagt onga meining
um, hvørt Føroyar eiga at yvirtaka
útlendingaøkið ella ikki. Vit hava
bara lagt dent á, at um so er at vit
vilja yvirtaka økið, og tað hava
tvær tær seinastu samgongurnar
skrivað í samgonguskjali at tær
vilja, so eiga vit at byrja at fyri
reika okkum nú, sigur Katrin á
Neystabø. Og ótengt av, hvørt vit
yvirtaka útlendingamál ella ikki
er tað viðkomandi at gera nakað
á økinum. Amnesty gleðis um, at
tað hevur verið arbeitt á økinum,
men tað er ógreitt, hvussu langt
myndugleikarnir eru komnir.
Eiga at lata meira
pening í neyðhjálp
- Tað er ein umbering, tá politikkarir
siga, at pengarnir skulu brúkast í
nærumhvørvinum, Hon vísir á, at
tað serliga verður ein umbering, tá
Føroyar hvørki taka ímóti flóttum
ella lata nakað sum líkist tí, sum ST
mælir til, í menningarhjálp.
Poul Michelsen sigur í samrøðu
í hesum blaði, at uttanríkis- og
vinnumálaráðið arbeiðir við at orða
ein nýggjan politikk viðvíkjandi
neyðhjálp. Hann sigur millum
annað, at hann onki hevur ímóti at
hækka játtanina til neyðhjálp, men
at hann ikki følir at neyðhjálpar ar
beiðið er nóg væl skipað sum er.
- Lat meg fyrst siga tað, at vit
halda tað vera ógvuliga gott, at vit
hava hækka játtanina, hóast hon er
langt frá tí, sum ST mælir til, sigur
Katrin á Neystabø. Hon heldur
tó ikki at tað er nóg gott, at Poul
Michelsen skal gera ein nýggjan
politikk, áðrenn Føroyar kunnu
lata meira í menningar hjálp. Hon
heldur at tað mest ljóðar sum ein
umbering. Hon sigur eisini, at
tá føroyskir politikkarir breggja
sær av, at Føroyar eru ríkari enn
grannalondini pr. íbúgva, er tað
undarligt at vit ikki miða ímóti at
lata eins nógv og tey í peningaligum
stuðli til eitt nú flóttafólk.
- Vit halda eisini at man skal
fara inn at kanna, hvat man kann
gera ímun til kvotaflóttafólk longu
nú. Løgfrøðingar hava staðfest,
at tað væl ber til at taka ímóti
kvotaflóttafólkum, hóast vit ikki
hava yvirtikið útlendingamál.
Tí halda vit at vita bara skulu
kanna hvussu vit kunnu hjálpa
í nærumhvørvinum, men eisini
um vit kunnu hjálpa teimum,
sum ikki kunnu hjálpast í nærum
hvørvinum, og tað er kvotaflótta
fólk, sigur Katrin á Neystabø. Hon
leggur afturat, at tá útlendingaøkið
verður brúkt sum grundgeving
fyri, at tað ikki ber til at gera nakað,
eiga politikkarinir at koma við eini
niðurstøðu um, hvat kann gerast
aftaná.
- Ein tílík niðurstøða skuldi so
sjálvandi blivin viðgjørd sakliga og
virðiliga í tinginum, men vit vita
lítið um, hvussu tað gongur við at
lýsa málið, greiðir Katrin frá.
Mátin vit umrøða
flóttafólk hevur nakað siga
- Ein av arbeiðssetningunum hjá
Amnesty er, at málið hevur nakað
at siga. Tað er týdningarmikið, tá
vit tosa um flóttafólk, at vit um
røða tey sum fólk, sum eru í dýrastu
neyð, greiðir Katrin á Neystabø frá.
Hon sigur, at tað als ikki merkir
at Evropa skal taka ímóti øllum
flóttafólkum, men at vit mugu
viðurkenna at flóttafólk ikki eru
tað sama sum aðrir migrantar, tí
tey eru rikin frá húsi og heimi.
- Øll hava rætt til at søkja um
friðskjól. Tey hava ikki øll rætt til
at fáa friðskjól. Tað hava búskapar
liðir migrantar ella onnur ikki, og
tí skulu tey sendast virðiliga heim
aftur. Men øll skulu viðgerðast
virðiliga, sigur Katrin á Neystabø.
Retorikkurin í Evropa hevur
verið harður seinastu árini.
National populistiskar rørðslur
hava vunnið fram um alt Evropa,
og bara í norðurlondum eru fleiri
flokkar, sum hoyra til tílíkar
rørðslur, vorðnir heilt stórir. Eyð
kenni fyri allar hesar rørðslur er,
at tær eru ímóti tilflyting, og at
flóttafólk skulu sendast aftur har,
sum tey koma frá, so skjótt tað
er trygt aftur. Retorikkurin frá
flokkunum er ofta harðligur og
serliga rættaður ímóti Islam sum
religión. Fyri kortum var samrøða
í Kringvarpi Føroya við lim úr
einum føroyskum bólki, sum er
ímóti Føroyum, og í Føroyum
er málið ofta eisini ógvusligt, tá
muslimsk flóttafólk verða umrødd.
Katrin á Neystabø heldur tó, at tað
er týdningarmikið at allar røddir
verða hoyrda, eisini tær ósakligu.
- Eg haldi tað er fínt at bólkar
sum hesin tosa og greiða frá sín
um hugsjónum í útvarpinum. So
kunnu vit taka diskutiónina og tá
verða øll klókari. Men vit vinna
bara nakað, um vit tosa virðiliga.
Tað nyttar ikki at vit lúgva um
hvønn annan ella tosa haturstalu,
sigur Katrin og leggur afturat,
at tað sjálvandi altíð fara at vera
ósaklig argumentir í diskutiónini,
men at tá mugu tey sakligu taka
lut. Katrin á Neystabø greiðir frá,
at eitt av høvuðsendamálunum
hjá Amnesty er at skapa meira
vitan um flóttafólkastøðuna,
men eisini at tosa meira um teir
trupuleikarnir, sum eru í integra
tión. Hon heldur at er kjakið er
nakað óbúgvið í Føroyum, møgu
liga tí at vit hava fáar royndir á
økinum.
- Vit ynskja at málið einaferð
skal koma á Løgtingið til viðgerar,
men tá er tað umrøðandi, at við
gerin verður virðilig og fólk seta
seg inn í málið, sigur aðalskrivarin
í Amnesty.
Amnesty gjørdi eina altjóða
kanning, sum so er blivin saman
borðin tvørtur um landamørk.
Kanningin varð eisini gjørd í Før
oyum í 2016, og úrslitið vísti, at
Føroyingar yvirskipað hildu at
flóttafólk skuldu hava rætt at søkja
sær friðskjól. 83 prosent av teimum
spurdu søgdu eitt nú, at tey vóru
samd í, at flóttafólk høvdu rætt til
at fáa friðskjól og 77 prosent søgdu
at tey hildu, at landsstýrið átti at
gjørt meira. Í tí kanningini søgdu
80 prosent eisini, at flóttafólk
høvdu verið vælkomin í Føroyum.
- Føroyar lá tá í tí positiva enda
num av kanningini. Men hóast
tað vóru 83 prosent, sum hildu at
flóttafólk høvdu rætt til friðskjól
var tað eisini 17 prosent, sum als
ikki untu flóttafólkum friðskjól.
Tað vil siga at 17 prosent hildu, at
fólkini skuldu verða í sínum egna
landi, hóast har var kríggj.
Aðalskrivarin í Amnesty er bangin fyri, at politikkarar súlta málið um
flóttafólk. Um samgonga aftaná samgonu vil yvirtaka útlendingaøkið,
mugu vit fyrireika okkum sum land. Og um ein politikkur vantar
fyri at hækka játtanina til neyðhjálp, so er at gera politikkin
KATRIN Á NEYSTABØ:
POLITIKKARAR
SÚLTA MÁLIÐ