Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 28 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 1.partur P eter Jacob Hansen var snikk­ari, ættaður av Glyvr­um. Hann flutti til Havn­ar, og her varð hann tí kall­að­ur Glyvrasnikkarin. Hann átti fleiri børn, men bert eitt teirra fekk eftir­komarar. Tað var sonurin Peter Jacob, við sama navni sum pápin, sum ungur fór út at sigla, og sum ættin ikki frætti aftur frá fyrr enn nógv ár seinni. Tá hitti ein før­oyskur skyldmaður í New Zea­ landi, so langt úr Føroyum, sum tað ber til at koma. Hetta skapti nógv samskifti við familjuna í Føroyum, sum eisini end­aði við, at øskan av Peter Jacob varð grivin í gamla kirkjugarði í Havn nógv ár eftir, at hann var deyð­ur. Hetta samband, sum var við sín­á­millum vitjanum og bræva­ skifti førdi eisini til, at meira er komið fram um lívið hjá Peter Jac­ ob frá tí, hann fór úr Føroyum fyri meira enn 100 árum síðani. Herfyri kom til Føroya tað bræva­skifti, sum hevur verið mill­ um ættirnar í Føroyum og New Zea­landi øll hesi árini. Hetta gevur grund­arlag fyri ein áhugaverdari ætt­ar­søgu, sum eisini er eitt fittligt ískoyti til Havnar søgu. Umframt hetta er frásagnir um ætt­ina í New Zealandi og annað til­far, sum kann hava áhuga í Før­ oy­um. Okkurt av hesum er komið á prent fyrr, men nú er tilfar til eina meira fullkomna søgu, har eisini verð­ur greitt frá søguni hjá øðrum før­oy­ingum, sum eru komnir til New Zealand. Henda frásøgnin verður ikki bara um Glyvrasnikkaran og son hans­ara Peter Jacob, men eisini um tey fólk, sum hann kom at hava samband við í Føroyum. Føroyar kendar í New Zealandi Tað er eisini áhugavert, at Føroyar hava verið kendar í New Zealandi heilt aftur til 19. øld. Ì umrødda til­farinum, eru tvær greinir um Før­oyar, sum hava staðið í blaðn­ um, Otago Witness, sum kom út í New Zealandi. Tann fyrra er frá 2.juli 1886. Hon er nokk so áhugaverd, tá ið sam­ mett verður við tíðina í dag. Grein­ in eitur Faroe and the Faroese, Før­ oy­ar og føroyingar, har tað m.a. verð­ur sagt: Hóast tað ikki eru meira enn 200 míl, 320 km, frá norðast í Het­ landi, so eru Føroyar hvat við­vík­ ir handilsskap og samskifti eins langt frá Bretlandi sum suð­ur­end­ in av Afrika ella Australia. Í miðal kemur postskip til Havn­ar eina ferð um mánaðin. Ferða­manna­ skipið leggur á leiðini at í Leith, og skapar hetta samband millum Bret­land og Føroyar. Annars er møguleikin at ferð­ ast til og úr Føroyum ógvuliga av­ mark­aður. Tí er talið á ferðafólki ógvu­liga lítið. Tað eru ár, tá ið tað ikki kemur so mikið sum ein útlendingur til Før­oya, undantikið danir. Summi ár koma tveir ella trígg­ ir eingilskmenn, og tá kunnu teir føla seg at vera uttan fyri tann sivil­iseraða heimin. Í vikur eru teir ikki plágaðir av brøvum ella avís­ um sum heima. Her eru teir eisini í einum samfelagið, har álvarslig brots­verk ikki verða framd. Veðrið er milt, men mjørkin kann vera so áhaldandi, at tað kann vera ein lætti at koma heim aftur. Hesir ferðamenn kunnu hava veitt nøkur fá síl og skotið nakrar fugl­ar, eisini tjøldur. Teir kunnu hava hava skotið onkra haru utt­ an­fyri harutíðina. Fyri hetta mugu teir gjalda eina bót uppá seks shill­ ing­ar. Teir koma við vælvild at minn­ast hjálpsemið frá teimum einføldu men sera gestablíðu fólk­ un­um í oyggjunum. Tað verður annars í grein­ini greitt gjølla frá sam­felags­við­ur­ skift­um og um lívið í Føroyum. Tann 9. august 1902 er ein grein um føroyskan dans. Serliga er tað um Óluvukvæðið. Her verður eisini sagt, at ein hjúna­vígsla uttan dans bæði áðr­ enn og aftaná er óhugsandi. Ofta dans­ar presturin við í presta­kjól­ an­um. Hesin dansur kann halda á fleiri dagar eftir vígsluna. Men hetta gongur alt sámiliga fyri seg, tí før­oyingar duga hógv og drekka við máta. Hvør var Glyvrasnikkarin? Tað er ikki nógv vit vita um sjálvan Glyvrasnikkaran. Men her skal nevn­ast tað, sum ymsar keldur hava skrivað um hann. Peter Jacob Hansen var føddur á Glyvrum 28. mars 1850. Hann var snikkari og hann doyði í 1890, hann doyði av tuberklum ein­ans 40 ára gamal. Kona hansara var Kristina Simon­sen, sum var av Selatrað. Hon doyði í 1896. Tey giftust í 1880 og fingu fimm børn. Tey vóru: Christiane Julina, (1880-1917) gift­ist við Niels Holm (1855- 1933). Tey fingu tvey børn. Anna Cathrina fødd í 1915 og deyð longu í 1922 og Niels Juel, sum doyði sum ný­føð­ingur í 1917. Mamma og barn vórðu jarðað samstundis. Tað verður komið aftur til Niels Holm. Hans (1883-1895). Hann bleiv 11- 12 ára gamal Niels Pauli, doyði sum nýføð­ ing­ur í 1889. Yngstur var Peter Jacob f. 1890, sum henda søgan kemur at snúgva seg um. Glyvrarsnikkarin var úrmælingur Peter Jacob, eldri, var ein stórur og sterkur maður. Hann lærdi til snikk­ara í Nólsoy og Danmark, har hann búði eitt skifti. Tá ið hann flutti heim aftur til Føroya við seglskipinum Lerken, gjørdist ferð­in so hættislig, at teir mundu ikki borið boð í bý. Fólk søgdu, at um Glyvrasnikkarin ikki hevði verið við tann túrin, so hevði verið illa vorðið, tí ódnarveðrið var so ræðu­ligt, at tað brotnaði burtur av skip­inum. Glyvrasnikkarin hekk í línu uttanborðs og umvældi skað­ an. Hetta gjørdi hann fleiri ferðir á túr­inum. Skiparin segði, at slíkt bragd hevði eingin gjørt honum eftir. Hann bygdi umleið 1880 tey hús­ini við Tinghúsvegin, sum í dag eru Heinesens hús. Glyvrasnikkarin var við til at Tað eru nógvir føroyingar, sum eru endaðir úti í heimi. Nógvum frættist ikki meira frá, meðan tað hjá øðrum er ein spennandi søga ÆTTIN HJÁ GLYVRASNIKKARANUM ENDAÐI Í NEW ZEALANDI Húsini eru vinstrumegin frá: Hjá Byrger A. Samuelsen, hjá Glyvrasnikkaranum, nú Heinesens hús, og hjá Jógvan Simonsen, nú Sloans hús. Lerkurin, sum Glyvrasnikkarin bjargaði úr vandastøðu