Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 29 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá brævaskiftinum við svágin Niels Holm. gera fleiri kirkjur og hesar vóru eis­ini merktar av, at hann var hegnis­maður. Yngsti sonurin, Peter Jacob, misti pápan, áðrenn hann var fødd­ur, og mammuna sum smá­ drongur. Lívið hjá Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum Sonur Peter Jacob, Bernhard Rob­ert Hansen, skrivaði søguna hjá pápanum niður fyri nøkrum ár­um síðani. Bernhard skrivaði hetta til son sín, Peter James Hansen, sum hevði ynskt at fáa nakað at vita um abba sín. Tað er Peter, sum hev­ur sent hetta tilfar til Føroya. Okkurt er so skoytt uppí hesa hans­ara frásøgn: Peter Jacob var føddur 25. apríl 1890. Hann kom at búgva hjá postmeistaranum Christoffer Cornelius Danielsen, sum var ein merkismaður. Tað verður eisini sagt, at hann fór út í Bø í Havn til fosturs hjá gomlu Elin, sum hevði hildið hús hjá gamla Andrass á Argjum. Peter Jacob kann vera farin haðani til postmeistaran. Um C.C. Danielsen C. C. Danielsen, sum hann vanliga varð skrivaður, var sonur Lise Margr­ethe f. Reinert (1812-1869) og Daniel Danielsen, í Tranti, (1813- 1896), timburmann í Havn. Hann kom fyrst at arbeiða hjá landfútanum, síðan gjørdist hann fulltrúi hjá sorinskrivaranum. Hann kom tá fleiri ferðir at vera settur sorinskrivari. Han var við til at stovna Tórs­ havn­ar Fráhaldsfelag og var for­ mað­ur í mong ár. Umframt sítt starv í sparikassanum og sum post­ meist­ari var hann fýra ár limur í komm­unustýrinum í Havn og gjørd­ist kommunugrannskoðari í 1894. Hann var stigtakari til at stovna tryggingarfelag fyri av­ varð­andi hjá sjólátnum í 1882 og var formaður frá 1901. C.C. Danielsen hevur verið ein sera fjølbroyttur maður. Men hann hevur ikki verið heilt van­ ligur heldur. Hann var vítt­gang­ andi á átrúnaðarliga øk­in­um og er fyrimyndin fyri ”spare­kasse­ be­styrer Ankersen” í bókini De for­tabte Spillemænd”. William Heine­sen hevur vist gjørt nakað nógv av, men søgur siga, at nakað var um hetta. Hann var ein av odda­monnunum í Meinig­heits­ hús­inum í Havn. Hesum greiðir Jó­hannes Andreas Næs frá í bók síni um Meinigheitshúsið. C.C. Danielsen var mammu­ beiggi Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, sum var trúboðari í Congo í 1901-3. Andrew Sloan hevur skrivað, at hann vaks upp hjá mammu­beiggjanum. Men tað kan hægst hava verið partvíst, tí Dollin greið­ir sjálvur í greinum frá sínum barn­dómi heima hjá mammuni. Kona postmeistaran, Anna Sofía, var ættað úr Porkeri. Hon var mostir Kristian Djurhuus, løg­mann. Eisini var hon kend sum heima­doktari, sum kundi greiða tað, sum læknarnir ikki kundu. Fór at arbeiða á posthúsinum Peter Jacob mintist sum drongur at hava havt eitt heimalamb. Heima­lomb vóru nýtt til at eta grasið á takinum. Hann plagdi eis­ini at spæla við kanónirnar á skans­anum. Peter Jacob arbeiddi á post­hús­ in­um hjá C.C. Danielsen í Havn sum ungur drongur. Eina Mohr var telefondama. Ein dagin blakaði Peter Jacob ein vátan svamp eftir Einu men rakti postmeistaran sjálv­an, sum rópti: “Hvør blakaði svamp­in?” Eingin gjørdi vart við seg, so tað slapp hann væl burtur úr. Peter Jacob mátti ganga við posti yvir fjøll. Tá ið tað kavaði ella var mjørki mátti hann fylgja varð­um. Soleiðis vóru tíðirnar tá. Av landinum Peter Jacob varð sendur til Dan­ markar at arbeiða á posthúsi í Keypmannahavn. Hetta mann hava verið fyriskipað av post­ meist­aranum. Her hitti hann Knud Lambaa, sum seinni fór at handla í Havn. Í einum komandi parti verð­ ur greitt frá sambandinum, sum var teirra millum. Teir avgjørdu at fara til sjós. Frá umleið 1910 sigldi Peter Jacob kring heimin við seglskipum. Eitt av skipunum, hann var við, var hildið at vera burturgingið, men kom tó aftur í aftur. Teir ringastu túrirnir vóru, tá ið farið varð til Suðuramerika við guano. Lukturin var ræðuligur alla tíðina. Peter Jacob hevur verið ein rætt­hugsandi maður. Í USA fekk hann ávaring frá politisti, tí hann hevði latið einum svørtum manni sítt sitipláss í einum bussi. Hetta var eitt brotsverk tá í tíðina. Til New Zealand Í 1917 kom Peter Jacob til New Zealand, har hann bleiv ver­andi. Hetta var undir fyrra ver­ald­ar­ bardagi. Tá Peter Jacob varð rokn­ að­ur fyri at vera dani, mátti hann møta upp á politistøðini hvørja viku at skráseta seg. Hetta østi hann alt lívið. Hann vónaði at kunna nýta sín málkunnleika, tí hann tosaði um­ framt tey størru norrønu málini eis­ini týskt og spanskt. Men hetta bar so ikki til. Hann kom alt lívið at arbeiða í havnum og umborð á skipum. Undir stóru kreppuni í 30- unum vóru nógv skip uppløgd runt í New Zealandi. Peter Jacob hevði arbeiði umborð á einum kola­skipi, sum var lagt upp í West­port. Í 1929 var jarðskjálvti, og sjógvurin fjaraði ógvusliga. Hann fekk tá ein slitnaðan weir um beinið og fekk mein fyri lívið. Undir kreppuni arbeiddi Pet­ er Jacob eisini á einum heimi fyri illa stødd og fekst við urta­garðs­ arbeiði. Her kom ikki nógv burtur úr, tí jørðin var so vánalig. Pápi gjørdist vinur við ein, sum koyrdi mjólk út, og hann kom at koyra hjá honum. Teir koyrdu í landbúnaðarøkjum við vør­um, men hetta gekk ikki væl. Peter Jacob sat eftir við skuld og óseldari vøru. Hann var ein góður kortspælari, drakk ikki, men roykti illa. Roykti sterkasta tubbakið og skráaði eisini. Hann var sera ruddiligur. Í 1920 hevði Peter Jacob ein Model T Ford vøruvogn. Hægsta ferð­in var 25 miles (40 km) um tím­an. Eina ferð bjargaði Peter Jacob lívinum á kolasølumanninum í okkara gøtu, sum hevði tikið eitur. Errin av at vera uppvaksin í Føroyum Peter Jacob lærdi sonin Bernhard dansk­ar sangir. Hann var annars errin av at vera uppvaksin í Før­ oy­um. Í 1922 umhugsaði hann at flyta til Føroya aftur, men fóru i staðin til Australia. Men her eydnaðist ikki at fáa arbeiði, og tey fluttu aft­ ur til New Zealand. Fyrst fór tey til Auckland og seinni til Wellington. Eina ferð var Peter Jacob við ein­um tangaskipi, Otrkaia. Áleiðis til San Pedro gjørdist hann sjúkur og endaði á sjúkrahúsinum á staðn­um. Tá hann kom nakað fyri seg, virkaði hann sum tulkur á sjúkra­húsinum. Tá gjørdi hann tað, sum hann altíð ynskti at gera. Tá skipið kom til Wellington, har tey búðu, fór konan og sonurin ímóti honum, men tá var hann ikki umborð. Tá hevði mamma eingi boð fingið um, at hann var inn­lagdur. Peter Jacob var sera politiskt áhug­aður, altíð í parti við arbeiðs­ mann­inum. Honum dámdi væl kapp­ríðing. Hann keypti allar bøk­ ur um ross og las tær gjølla. Hann arbeiddi eisini á skipa­ smiðj­uni í Wellington sum spæl­ mað­ur. Hann var einaferð raktur av einum umfatandi verkbanni, sum vardi í 151 dagar. Tað gekk sera harð­liga til. Í 50-unum keyptu hjúnini eini hús í Paremata. Tey vóru sera err­ in av teirra fyrsta húsi. Peter Jacob gjørdi nógv burtur úr at halda alt við­líka. Bernhard segði, at hann hevði stóra virðing fyri pápa sínum, sum ofta hevði eitt hart og trupult lív. Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranun, 25 ára gamal. Gamla posthúsið, har Peter Jacob arbeiddi. C.C. Danielsen, postmeistarin, sum Peter Jacob arbeiddi hjá og búði hjá.