mánadagur 20. august 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
TÍÐINDI SÍÐA 9
Nú
byrjar
nátatíðin
SÍÐA 6
Kofi
Annan
deyður
Sjómannadagarnir
í
Klaksvík
geva føroyingum, høgum sum
lágum,
ungum
sum
gomlum,
eitt gott høvi at savnast kring
høvuðsvinnuna.
Dagarnir
eru
óformligir
og
hugnaligir,
teir
bjóða fyrilestrar, kjak, kappingar,
mat, hugna og aktivitetir, og teir
eru
ókeypis.
Samstundis
sum
børn kunnu spæla við krabbar og
eygleiða smáfiskar, kappast menn
í at egna og bøta trol, og stjórar
fyri
stórar
vinnulívsfyritøkur
bjóða smakkiroyndir av fiska- og
laksavørum.
Fiskivinnan er høvuðsvinnan,
og hon hevur verið púra avgerandi
fyri framburðin í samfelagnum,
og fyri at vit hava eitt nútímans
samfelag
við
øllum
hugsandi
hentleikum og tænastum. Dugnalig
vinnulívsfólk og røsk sjófólk hava
verið við til at menna vinnuna og
landið, og vit njóta øll gott av teirra
framtaks- og arbeiðssemi. Fólk á
landi – í almennum og privatum
størvum – hava eisini tikið lut í
samfelagsmenningini, og hugsa vit
um fortreytirnar fyri at skapa eitt
samfelag mitt úti í Atlantshavinum,
kunnu vit siga, at fólk á sjógvi og
landi hava í gjøgnum ættarlið strítt
seg fram á leið, hóast tað stundum
hevur verið mótvindur, mótburður
og mótrák.
Seinastu árini hava verið merkt
av hørðum kjaki um fiskivinnuna,
tí politiska leiðslan í landinum
setti sær fyri at gera nýskipan av
fiskivinnuni. Hendan nýskipan
gjørdist ikki so umfatandi, sum lagt
var upp til at byrja við, tí neyðugt
var at gera fleiri semjur á vegnum
fyri at fáa lógina samtykta, men
lógin um sjófeingi hevur broytt
ymiskar treytir í vinnuni. Hetta
hevur skapt misnøgd hjá teimum,
sum standa til at missa ella ikki
kunnu vaksa, og tey, ið ynskja
at vinnulívið kann virka uttan
stórvegis forðingar, hava talað
ímóti nýskipanini, sum millum
annað hevur havt til endamáls
at
geva
nýggjum
aktørum
møguleika at sleppa uppí og at býta
samfelagsvirðini eitt sindur øðrvísi.
Á Sjómannadøgunum hittast
tey, sum virka í vinnuni, politikarar,
sjófólk, arbeiðsfólk og onnur, og
dagarnir kunnu viðvirka til, at
partarnir koma nærri hvørjum
øðrum, at teir skilja sjónarmiðini
hjá hvør øðrum eitt sindur betri, og
at summi koma úr skotgrøvunum
eina løtu. Støðugt samskifti er ein
lykil at mýkja støðuna og fáa tað
besta burturúr. Tað snýr seg um
at virða sjónarmiðum hjá hvørjum
øðrum, at bera síni sjónarmið
sakliga fram og hava ein vilja til
at koma víðari fram á leiðina.
Tá ið tey, sum vanliga kjakast úr
hvør sínum herðashorni, hittast á
bryggjuni, har kaffi og heitar vaflur
anga, har fiskur, makrel og laksur
er at fáa til matna, og har mangt er
at lata seg undirhalda av, kann tað
styrkja kennskap og kann skapa
størri virðing millum partar, sum í
gerandisdegnum kunnu vera púra
ósamdir um vinnulívspolitikk.
GOTT HØVI AT HITTAST
Trý valevni kláraðu
sperrumarkið seinast
Tað er bara trý
løgtingsfólk, sum á
seinasta løgtingsvali
fingu nóg nógvar
atkvøður til at verða
vald uttanflokka
Aksel V. Johannsen við 2.405
atkvøður. Høgni Hoydal við
1.149 atkvøðum. Og Sonja
J. Jógvansdóttir við 1.021
atkvøðum. Tey trý eru tey
einastu av løgtingsfólkunum,
sum fingu meira enn 1/33
av atkvøðunum, sum vóru
greiddar á løgtingsvalinum
í 2015.
Um tey stillaðu upp
uttanflokka
og
fingu
somu atkvøður, so vórðu
tey trý vald uttanflokka.
Fyri at fáa umboð valt á
ting uttanflokka, skalt tú
hava 1/33 av atkvøðunum.
Á
seinasta
løgtingsvali
greiddu 32.374 fólk atkvøðu.
1/33 partur av tí er 981,03. Tað
merkir, at tú skuldi hava í
minsta lagi 982 atkvøður fyri
at verða valdur á ting.
Tað er galdandi fyri
flokkar sum stilla upp. Og
tað er eisini galdandi fyri
persónar, sum stilla upp
uttanflokka.
Tað hendir seg meira enn
so, at nýggir flokkar stilla
upp, og at persónar stilla
upp uttanflokka.
Í síðstu viku skrivaði
in.fo, at Sonja Jógvansdóttir
fer upp í Tjóðveldi, og at
fráboðan kemur fyrsta dag
in um, at Sonja Jógvans
dóttir verður partur av
tingmanningini hjá Tjóð
veldi. Sonja Jógvansdóttir
vil ikki vátta hesi tíðindi.
Tað er heldur ikki vanligt,
at politikarar, sum skifta
millum flokkar, boða frá
slíkum frammanundan. Tað
verður boðað frá tí, tá tað
hendir.
Men greitt er, at um
uttanflokkatingfólkini Sonja
Jógvansdóttir
og
Magni
Laksafoss ætla sær eina
framtíð
sum
politikarar,
so mugu tey skjótt til at
velja sær ein flokk at fara í.
Tey kunnu sjálvandi velja
at stilla upp uttanflokka,
men tá verður tað bara ein
hypotetiskur
spurningur,
um tað ber til.
Tað er bara hent tvær
ferðir áður, síðani vit fingu
floksbýti á tingi í 1906, at
nakar er valdur á ting uttan
flokka. Tað hendi, tá A. C.
Evensen varð valdur uttan
flokka í Sandoyar valdømi í
1916, og tá Kjartan Mohr varð
valdur uttanflokka í Suður
streymoyar valdømi í 1954.
Hugnaligir dagar kunnu
skapa størri virðing
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Fyri fyrstu ferð síðan 1995
fær Mikladalur fríggjadagin
kongaliga vitjan, tá danska
krúnprinsaparið við børnum
kemur á vitjan.
Talan verður ikki um
ein drúgvan steðg, men á
almenni skránni sæst, at
tað serliga er kenda stand
myndin av kópakonuni, ið
vitjanin fer at snúgva seg
um. Vitjað verður í húsunum
har kópakonan búði og
seinni verður so gingið oman
til sjálva standmyndina.
Ein sum fegnast yvir
kongaligu vitjanina er Olivur
Thomsen, ið er dagligur stjóri
í Visit Kalsoy. Hann vónar at
kópakonan við hesum verð
ur kend kring alt ríkið.
- Man kann siga, at danir
hava sína egnu kópakonu
við lítlu havfrúnni, men
um okkurt myndafólk frá
Billed-bladet ella líknandi
fær eina mynd av teimum
saman við kópakonuni, so
kann tað vekja ans millum
danskar lesarar. Danir kenna
jú einki til kópakonuna, men
tað kann ein góð mynd við
teimum og henni broyta,
sigur Olivur Thomsen.
Vóna hon verður
kend um alt ríkið