Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 Í Kvívíkar kommunu verður í løtuni mælt til at kóka drekkivatnið í øllum bygdum í kommununi. Nú verður nátatíð Eitt sindur ymiskt er ár undan ári, nær náti verpur, og hvussu ungin búnast, men tá ein lítil vika er eftir av august, er vanligt at byrja at stima eftir nátungum Vilmund Jacobsen Nú stundar til nátatíð og teir, sum ætla sær at taka náta á sjónum í vertíðini hesaferð, fara nú so smátt at rigga bátar og útgerð til tøku og reingerð. Hjá teimum, sum bara gera sær ein einstakan túr til húsbrúkt, er ikki nógv tilrigging, men teir, sum taka til at selja, noyðast at vera væl riggaðir og væl útgjørdir. Tað er nógv arbeiði av at taka og gera reint, og tað skulu nógvar hendur til, um nógv skal fáast frá hondini upp á tað lutfalsligu stuttu tíð, sum vertíðin er. Hvussu nátatíðin eydnast, veldst ikki minst um veður og vind. Eru lotið ov frískt, fæst ikki nógv, tí tá flýgur ungin undan báti og glúpi. Tikið verður gjarna í smærri bátum, sum eru best egnaðir til tøku á sjónum. Nær er tíð? Eitt sindur ymiskt kann vera er ár undan ári, nær náti verpur, og hvussu ungin búnast, men tá ein lítil vika er eftir av august, er vanligt, at menn byrja at stima eftir nátungum. Okkurt árið kunnu hampiligir nátadagar gerast, longu tá farið er nakrar dagar út um 20. august, men besta tíðin til tøku á sjónum er ivaleyst um mánaðarskiftið, august/ september. Nátatíðin er hugnalig tíð í bygdum og býum, har menn taka náta og gera reint. Her kann svidnaroykur merkjast í umhvørvinum, tá reingerðin er í gongd. Í summum økjum er traditiónin at royta og svíða, og í øðrum økjum er traditiónin at skolda. Mentan á breddan í Vágum Vilmund Jacobsen Í døgunum, 24. august til 1. september, verður ment­an­ar­ vika í Vágum, sum Visit Vágar í samstarvi við Sørvags komm­ unu og Vága kommunu skipar fyri. Mentanarvikan, sum er hin fyrsta av sínum slag í Vágum, hevur fingið heitið Vest­urskin. Á skránni hesar dag­ar verða hópin av tiltøkum í all­ari oynni. - Mentanarvikan fer at bera brá av, at vit liva í al­ tjóða­gjørdari tíð, sum ríkar okk­ara samfelag við veksandi ment­anarligum fjølbroytni og tekur okkum við á altjóða rák, sam­stundis sum menniskjan leitar aftur til náttúruna - til tað tilvitaða, aftur til seg sjálva og egna skapanarmegi, siga fyrireikararnir. Skráin fyri Vesturskin kann síggjast um heimasíðurnar hjá kommununum í Vágum. FORKUNNUG VITJAN: Tað er í kvøld, mánakvøldið 20. august klokkan 20, at amerikumaðurin, James D. Hicks, fer at hava orgulkonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og tiltakið er partur av Summartónum. Fáir trolarar til fiskiskap Fáir partrolarar og fáir trolbátar eru í løtuni til fiskiskap Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru bara trý par­ trol­arapør til fiskiskap. Eitt par hevur verið á Rygg­ inum og kemur inn at landa í dag. Hini bæði pørini fiska upsa. Annað parið landar helst síðst í hesi vikuni og hitt í næstu viku. Tveir djúpvatnstrolarar eru á Rygginum og koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Ein frystitrolari fiskar svart­ kalva og kongafisk undir Før­ oyum. Restin av djúpvatnstrol­ar­un­ um liggja í løtuni við bryggju. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at tríggir trolbátar eru norðan fyri og fiska tosk, hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi koma allir inn at landa landa fyrst í hesi vikuni. Hinir trolbátarnir lógu allir við bryggju, men fara út aftur í næstum. - Vit vænta, at øll trý garna­ skipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa hesa vikuna, og fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, verður lagt aftrat. Náti er góður og forkunnugur matur Stimað verður gjarna í smærri bátum, sum eru best egnaðir til tøku á sjónum