mánadagur 20. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinasta hálva árið hava fýra kvinnur vent sær til løgregluna,
tí tær meta, at onkur hevur rúsað tær og neyðtikið tær.
Danjal av Rana
Seinastu mánaðirnar hava fleiri
kvinnur sett seg í samband við løg
regluna, tí tær meta, at onkur hevur
koyrt okkurt í drykkin hjá teimum,
sum hevur gjørt, at tær svíma, og
síðani hevur neyðtikið tær.
Hildur Hentze, kanningarleiðari,
váttar hetta fyri Sosialinum.
- Síðani mars hava vit fingið
fýra
fráboðanir
frá
ymiskum
kvinnum, umframt at vit hava
hoyrt leysasøgur um, at tað skal
hava verið hent øðrum eisini, sigur
hon. Hildur Hentze sigur, at talan
er um bæði ungar og miðaldrandi
kvinnur. Tann yngsta er í 20’unum,
meðan tann elsta er miðskeiðis í
50’unum.
Stoyta okkurt í drykkin
Málini snúgva seg um, at kvinnur
nar óttast, at onkur hevur stoytt
okkurt í drykkin hjá teimum, tá
tær hava verið í býnum ella í balli.
Síðani eru tær dotnar av ella eru
svímaðar av rúsevninum. Hildur
Hentze sigur, at felags fyri kvinn
urnar er, at tær minnast ikki, hvat
síðani er hent.
- Tær minnast kvøldið upp til
eitt ávíst punkt, men síðani er alt
svart, og tær vita ikki til sín, fyrr
enn tær vakna aftur morgunin
eftir og merkja, at okkurt er hent,
sigur hon.
Hildur Hentze sigur, at vinfólk
RÚSAÐAR OG
NEYÐTIKNAR
BÝNUM