mánadagur 20. august 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
hjá teimum greiða eisini frá, at tað
tyktist teimum, sum blivu kvinn
urnar sera fullar sera brádliga ella
brádliga ikki vóru til at hava við at
gera longur.
- Vit hava eisini hoyrt at hetta er
hent fyri aðrar gentur, men tá hava
vinfólk traðka til og hava fingið tey
heim í song, áðrenn nakað meiri er
hent, sigur hon.
Kanningararbeiðið er torført
Løgreglan hevur kannað málini,
men sigur, at kanningararbeiði er
torført.
- Tað, sum er so forgjørt, er at
rúsevnini fordampað ofta skjótt,
so longu áðrenn genturnar vakna
aftur, eru fáa spor eftir teimum.
Tíbetur verða slík rúsevni verða
eisini tikin upp í hárið á teimum,
sum nýta tey. Tí vóna vit, at tær
hárroyndirnar, sum vit hava sent
til Danmarkar, kunnu geva okkum
okkurt svar, sigur hon.
Hon kann tí ikki í verandi støðu
vátta, at kvinnurnar eru blivnaðar
rúsaðar, men hon heldur tað vera
merkisvert, at løgreglan brádliga
skal fáa somikið nógvar fráboðanir
um tað sama, tá tey ikki eru von at
fáa slíkar fráboðanir.
- Vit hava hoyrt um, at hetta skal
vera hent áður, men ongantíð áður
hevur nakar vent sær til okkara.
Tí er tað merkisvert, at vit nú fáa
fýra fráboðanir upp á líka nógvar
mánaðir, sigur Hildur Hentze.
Mugu venda sær
til løgregluna
Hon heitir á aðrar kvinnur, ið halda
seg hava upplivað tað sama, um at
seta seg í samband við løgregluna
beinanvegin.
- Tað er týdningarmikið, at vit
fáa tikið royndir so skjótt sum
gjørligt. Eg skilji væl, at tað kann
vera sárt og torført at viðganga fyri
sær sjálvum, hvat møguliga er hent,
men kortini er týdningarmikið, at
venda sær til løgregluna. Jú skjót
ari royndir verða tiknar, jú betri
verður kanningararbeiðið, sigur
hon.
Hon greiðir frá, at tá kvinnurnar
venda sær til løgregluna, verða
tær tiknar út á Landssjúkrahúsið,
har læknar taka blóð-, land- og
hárroyndir av teimum. Nakrar
mánaðir seinni skulu nýggjar
royndir takast til samanberingar,
greiðir hon frá.
- Tað er tíverri ein trupulleiki, at
kvinnurnar ofta ganga og ivast í eitt
døgn ella meiri, áðrenn tær koma
til okkara, men tá eru sporini eftir
evnunum longu burtur, burtsæð
frá kanska í hárinum, sigur hon.
Hildur Hentze sigur, at kendasta
evnið, sum verður nýtt í slíkum
førum er rohypnol, eisini nevnt
flótandi extasy. Hon sigur, at hon
kennir ikki til, at hetta evnið verður
nýtt til annað enn tað at doyva fólk.
- Hetta verður rópt flótandi
extasy, men tá fólk vilja rúsa seg,
taka tey antin extasy í pulvurformi
ella í tablettformi. Tær líkjast ofta
smáum bommum, sigur hon.
Vandin við rohypnol er júst, at
tað er so torført at varnast, um
nakar oysir okkurt í drykkin hjá
tær.
- Føroyingar eru góðtrúnir og
hava stórt álit á fólki, so tey fæstu
fáa seg at takka nei, um onkur
bjóðar tær at drekka. Sannleikin er
tó, at tað ikki er til at vita, um onkur
hevur koyrt okkurt annað í glasið,
greiðir hon frá.
Ansið hvør eftir øðrum
- Hetta vísir seg at henda úti í
býnum, í morgunballum og ofta
millum fólk. Sum sagt, vit føroy
ingar taka ofta ímóti, um onkru
bjóðar okkum okkurt. Vandin er, at
tað skal ikki altíð so nógv til, fyri at
rúsevnini skulu virka. Tí kann ein
slurkur eisini vera nokk, sigur hon.
Hon heitir tí á kvinnur um at
ansa eftir hvørji aðrari.
- Tað er umráðandi, at vit ansa
eftir teimum, sum vit fylgjast sam
an við. Fólk, sum vit hava tosað við,
siga, at tær varnast ofta, at okk
urt er galið við vinkonuni. Tí er
umráðandi, um ein varnast, at vin
konan brádliga tykist óvanliga full
ella í ørviti, at taka sær av henni og
royna at fáa hana heim. Tað kann
sjálvandi vera, at hon bara hevur
drukkið ov nógv, men tíverri kann
tað eisini vera, at onkur roynir at
fáa hana í eina støðu, har hon ikki
fær vart seg, sigur Hildur Hentze.
Hetta er
rúsneyð
tøka
Norska sendirøðin Skam fekk nógv rós, fyri at taka hetta evnið upp í
einum parti. Høvuðspersónurin Noora vaknaði ein morgun, uttan at
minnast, hvat var hent kvøldið fyri, men við einum sterkum illgruna
um, at hon var blivin misbrúkt kynsliga.
Drugrape merkir neyðtøka ella neyðtøkuroynd, har neyðtakarin,
uttan at ofrið veit av tí, hevur koyrt rúsevni í drykkin ella matin.
Onkuntíð er kvinnan framvegis við vit, men veit ikki, hvat hon ger
ella sigur ja til. Onkuntíð verður hon heilt burtur. Oftast er tað ofrið
sjálv, sum fær illgruna um rúsneyðtøku, tí hon vaknar við eini kenslu
av, at okkurt seksuelt er hent, uttan at hon minnist tað klárt.
Hetta kunnu vera tekin um rúsneyðtøku:
•
Ein minnist einki eftir hendingina
•
Støðan samsvarar ikki við nøgdina av rúsdrekka, sum ein
hevur drukkið
•
Hvørvisjónir ella løgnar kropsupplivingar
•
Kensluloysi í varrum og tungu
•
Kenslan av at vera serstakliga rúsað ella ómetaliga troytt
Tað kann vera torført at prógva neyðtøkuna, um ein sjálvur einki
minnist, serliga um ein ikki beinanvegin letur seg kanna.
Tí er tað so týdningarmikið, at man skjótast gjørligt eftir at ein
fær illgruna um rúsneyðtøku letur seg kanna á skaðastovuni, so
blóðroynd og landroyndir kunnu takast. Spor av rúsevnunum kunnu
síggjast í blóðnum ella landinum. Í dag ber eisini til at finna spor av
rúsevnum í hárinum heilt upp í tríggjar mánaðir eftir neyðtøkuna.
Oftast nýttu rúsevnini í slíkum førum eru:
•
GHB (Fantasy)
•
Rohypnol
•
Ketamin
•
Kokain
•
Soviheilivágur
•
Morfin
•
Kannabis/Hassj
G R