Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Kofi Annan deyður Fyrrverandi ST-aðalskrivarin doyði leygardagin Fyrrverandi ST-aðal­ skrivarin Kofi Annan doyði leyg­ar­dagin 80 ára gamal. Hann var ein væl­ um­tóktur aðal­skrivari og fekk saman við ST Nobel friðar­heið­urs­lønina. Hann var 80 ára gamal. Kofi Annan arbeiddi næst­an alt vaksna lív sítt í ST-skipanini og var tann fyrsti svarti afrikanski leiðarin fyri felagsskapin.  Hann var aðalskrivari frá 1997 til 2006 og tók við eftir Boutros Boutros- Ghali. Kofi Annan var í 2001 aft­urvaldur til eitt nýtt fimm­ára­skeið á odda fyri ST, sum eisini var tekin um, hvussu væl­lýddur hann var. Sama ár fingu ST og Kofi Annan Nobel friðar­ heið­urs­løn­ina fyri »teirra ágrýtni fyri ein betri felags­skap og ein frið­arlig­ ari heim«. Fyrrverandi aðal­skriv­ ar­in náddi í síni tíð sum leiðari fyri ST mllum annað at seta fokus á manna­rættindi, seta fram tey so­nevndu millennium- mál­ini fyri menning og at gera framstig í stríðnum ímóti sjúk­um sum aids og mal­aria. Harumframt megnaði hann sum aðalskrivari at standa á odda fyri fleiri væl­eydn­aðum semings­ roynd­um í fleiri ósemjum. Sjálvt um hann var ein ógvuliga vællýddur leiðari fyri heimsfelagsskapin, hev­ur seinni verið kjast um, hvørt hann livdi upp til vænt­anirnar. Serliga í hansara tíð sum varaaðalskrivari frá 1993 til 1996 við ábyrgd fyri frið­arvarðveitandi ST- tiltøk­unum koma at kosta hon­um dýrt í umdømi. Soleiðis varð hann í seinni frágreiðingum kritis­eraður fyri ikki at hava gjørt nóg mikið í sam­bandi við fólkamorðið í Rwanda í 1994, tá 800.000 fólk vórðu dripin og blóð­ baðið í Srebrenica árið eft­ ir, meðan hann var sam­ skip­ari. Annan var tó maður fyri at viðganga síni mis­ tøk og greiða frá sínum harmi. Núverandi ST-aðal­ skriv­arin António Guter­ res umrøður hann sum ein »stríðs­mann fyri tí góða«. – Tað var við stórari sorg, at eg frætti um deyða hans­ara. Upp á nógvar mátar var Kofi Annan ST. Hann vaks í tign fyri at leiða felagsskapin inn í eitt nýtt túsúndaáraskeið við stórari virðing, sigur hann. Fyrrverandi ST-aðal­ skriv­arin varð føddur í brekst­stýrda Ghana í Vest­ur­afrika. Pápin var guv­erørur í Ashanti-lans­ lut­inum. Annan var sera væl­ útbúgvin við akadem­isk­ um prógvum frá lærdum há­skúlum í Ghana, Sveis og USA. Í 1962 varð hann sett­ ur í starv í Heims­handils­ felags­skapinum WHO og vaks skjótt í tign haðani. KENNY ROGERS VERÐUR 80 Í morgin fyllir kendi amerikanski countrysangarin Kenny Rogers 80 ár. Hann er ættaður úr Houston í Texas. Her á okkara leiðum er hann væl kendir, og fram um allar sangir hjá honum man The Gambler verða tann mest spældi í Føroyum. 50 ÁR SÍÐANI INNRÁSINA Í KEKKOSLOVAKIA Hendan dagin í 1968 gjørdi Varsjavaverjusamgongan innrás í Kekkoslovakia. Tvey av londunum í samgongui – Albania og Rumenia – vildu ikki luttaka í hernaðarátakinum, sum hevði til endamáls at steðga nýskipanum hjá Alexander Dubcek. Sonevnda varið í Prag var køvd av Sovjetsamveldinum og teirra sameindu, og Kekkoslovakia var undir herleiðslu øll árini fram til 1991. Jacob Lindenskov farin Fyrrverandi løgtingsmaðurin, landsstýris­ maðurin og fólkatings­ maðurin andaðist leygardagin Leygardagin andaðist Jac­ob Lindenskov í Havn. 10. juni fylti hann 85. Síðstu tíð­ina hevur hann búð á Boða­nes­ heim­inum. Jacob Lindenskov var havn­armaður. Borgarliga starv hansara var innan trygg­ing­ar­økið, men mesta part­in av arbeiðslívinum var hann politikari. Longu í 1958, tá ið hann var 25 ára gamal, varð Jacob vald­ur á ting sum umboð fyri Suðurstreymoyar javnað­ ar­felag. Hann varð valdur á øll­um valunum uttan einum fram til 1990, og 1992-1994 var hann eykalimur fyri Maritu Pet­ersen. 1984-1987 var hann løg­tingsformaður. Í ellivu ár – frá 1969 og fram til 1979 – var Jac­ob Lind­enskov lands­stýris­ mað­ur. Tað vóru serliga stóru vælferðarøkini – al­ menna­mál og heilsumál – sum hann hevði við at gera í landsstýrinum. Eitt nú var tað í hansara tíð í lands­stýr­inum at grein tvey yvir­tøkurnar av al­menna­ øk­inum vórðu framdar, og Al­mennastovan varð sett á stovn. Í 1979 varð Jacob Lind­ en­skov valdur í fólkatingið. Har sat hann fram til 1984, og 1987-1988 og 1990-1993 møtti hann sum eykamaður fyri Atla Dam, sum var løgmaður. Jacob Lindenskov var losjumaður, Støt Viljen, og í ítrótti var tað fyrst og fremst hond­bóltsfelagið Kynd­il, sum stóð honum nær. Kynd­il stavaði upprunaliga úr Losj­ uni. Jacob Lindenskov var gift­ur Jónu fødd Jacobsen og ættað úr Fuglafirði. Tey búðu í Tor­finsgøtu úti í Grønlandi og eiga trý børn – Elin, Birita og Eirikur. Heimamissión nýggjan aðalskrivara Øssur Kjølbro hevur latið Andriasi Magnussen stafettina Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið nýggjan aðal­ skrivara. Nýggi aðalskrivarin er Andrias Magnussen. Hann byrjaði í starvinum hósdagin. Andrias Magnussen tekur við eftir Øssur Kjølbro, sum soleiðis gevur stafettina víð­ ari eftir góð 10 ár sum aðal­ skrivari. – Vit takka Øssuri Kjøl­ bro fyri hansara tíð sum aðalskrivari og bjóða sam­ stundis Andr­iasi Magnus­sen hjarta­liga væl­komn­um, eru orð­ini á Face­book-síð­uni hjá Før­oysku Sjó­mans­missión­ ini. Lagt verður aftrat, at tá Andrias Magnussen eisini er aðalskrivari hjá Føroysku Sjó­mansmissiónini, fekk hann eitt krúss við nýggja bú­merk­inum hjá sjó­mans­ missiónini á. Øssur Kjølbro til vinstru, Andrias Magnussen til høgru Jacob Lindenskov var virkin í politikki nógv ár – hann umboðaði Javnaðarflokkin Óli Jacobsen fyllir 75 ár 21. august fyllir Óli Jacobsen 75 ár. Óli varð føddur í Kalundborg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við foreldrum og systkjum til Norðagøtu at búgva. Átta ár seinni fór hann til skips við slupp og er tað júst fiski­skapurin, sum hevur fylt Óla alt lívið. Í 1966 kom hann í nevndina í Føroya Fiski­mannafelag, har hann síðani sat sum formaður frá 1971 – 2007, við undantaki av einum góðum ári sum landsstýrismaður. Óli Jacobsen er giftur við Kirstin F. Nielsen av Eiði. Tey eyga børnini Lindu, Kára, Óla Jákup og Trónd. Í dag er Óli Jacobsen kendur fyri sínar vikuligu siðsøguligu greinar í Sosialinum.