Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Blíðskaðurin óførur á Sjómannadegnum Hanus og Kristian Martin fóru niður á gólvið, meðan Regin fór niður á dekkið og sýndu teir almiklan blíðskað hvør í sínum lagi. Eitt stórt lið av fólki handan fyritøkurnar, hesir megnar menn eiga, gjørdu tað møguligt at ambæta tusundtals fólkum, sum fingu ein sera vælsmakkandi bita á sjómannadegnum í Klaksvík í gjár. Áðrenn Hanus lat upp sína Fish & Chips búð, hevði hann latið um 1000 verðar til stovnar í býnum. Sambært tí eina bretanum, sum hjálpti til, metti hann, at teir høvdu latið 10.000 verðar um diskin, tá ið dagurin var liðin. Í fjør var talan um eini 8.500 verðar. Tað gekk skjótari at lata verðar út í ár, tí ein pottur var meir í ár at steikja í. Reiðarin, Kristian Martin, skip­ arin, Jón og stjórin, Jan við teirra fólki stóðu í eini búð niðanfyri Han­us og lótu út nýroyktan makr­ el við nógv­um góðum aftur við – Eitt fantastiskt upplivilsi, sum eisini tús­undavís av fólki nuttu gott av. Regin á Bakkafrost hevði latið útgerðar- og hjálparbátin, Rólant verða part av sjómannadegnum bæði fríggjadagin í vatnkrígnum og leygardagin, har báturin varð vístur fram og annars varð karmur um eitt stórt matarborð. Stórt telt stóð afturi á dekkinum, har tað varð borðreitt við grillaðum laksi, hagreiddur á ymsan hátt. Aftur her varð væl vitjað av túsundtals fólki, sum vóru takksom fyri frálíka verðan, og at stjórin sjálvur rætti tær bitan, gjørdi løtuna og helst smakkin eisini serligan og betri. Tað kann illa gerast upp í peningi, hvussu nógv verður lagt nið­ur í Føroya Sjómannadag av hesum serstøku monnum og virkj­ um teirra á henda hátt – og skal tað nokk heldur ikki gerast upp soleiðis, annað enn ótrúlig vælvild og blíðskapur. Men av somu grund er torført at vera nóg takksamur, tí hetta stig teirra hevur so óendaligan týdning fyri Føroya sjómannadag og fyri Klaksvík annars. Mær unntist  at smakka av øll­ um hesum ótrúliga frálíku verðum, og kann bert siga við øll­um hinum mongu takk, takk, takk! Sjómannadagur 2018, Dávur Winther bloggar