Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 Í summar hevur verið arbeitt við at gera sitipláss við vøllin á Strondum, og nú er arbeiðið mest sum liðugt. Virkið er nýmálað Seinastu tíðina hava ungir menn fingist við at málað felagshúsið hjá ungmannafelagnum á Sandi Vilmund Jacobsen Leygardagin vóru nógvir í sving við at leggja seinastu hond á arbeiðið. - Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, hóast húsið er stórt, og høgt og nógv er um at fara. Stilladsið er latið til arbeiðið av Articon. Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður víst á, at ungmannafelagið varð stovnađ í 1923, og húsið stóð liðugt 30 ár seinni - í 1953. Meginparturin var sjálvboðin arbeiðsmegi, so hetta hevur verið eitt rættiligt ódnartak. - Seinastu árini eru nógvar umvælingar gjørdar innan, har eitt nú nýggj gólv eru løgd á, nýggj wc eru gjørd, og so er ein útbygging eisini framd, har lyfta til rørslutarnaði er sett upp. Nevndararbeiðið í ungmannafelagnum er eisini alt sjálvboðið.  - Hesar eldsálir eiga stóra tøkk uppiborna fyri teirra ídni og áhaldni at ganga undan at halda karmarnar góðar og virðiligar kring felagslív og trivnað í bygdini, verður lagt aftrat. Flestu tiltøk eru ókeypis Vilmund Jacobsen Seinsummardagurin á Sandi leygardagin 25. August byrj­ar stundisliga klokkan 10 við stórum og ókeypis morg­unmatarborði, og um somu tíð lata eisini ókeypis hoppiborgir upp, umframt boing- bóltar á FIFA-vøll­in­um. Listasavnið letur upp klokk­an 11 og verður opið til klokkan 13, og frá middegi verður eisini høvi at royna 7D-biograf. Klokkan 12 verður fyrsti túrur gjørdur, Kálvstúrur í Todnesi, róptur, har Róin Clem­entsen fer at siga frá. Forvitnisligt sølutorg við lokalum matvørum verður frá klokkan 12-15, og frá á middegi og heilt til midnátt fer Virkið at hava sølubás við mati og drekka. Bygdasavnið í Koytu verð­ur opið frá klokkan 12-14, og klokkan 12.30 verður ókeypis túrur í Klettafjósið. Klokkan 13.30 verður túrur í býlinginum í Koytu, har Tummas Løkjá verður frá­søgumaður. Í Listasavninum verður ókeypis konsert við Mon­key­Rat duo klokkan 13, og klokkan 14 verður skjóti­kapp­ing Úti í Støð. Veltan fer at hava opið hús frá klokkan 14.30 til 15.30. Jákup Reinert Hansen fer at halda fyrilestur í kirkjuni klokkan 15, og her verður evnið kristindómurin fyri 1000 árum síðan. Bæði klokkan 15 og 16 verður filmsýning í Virk­inum, og klokkan 15 fara bæði Marine Harvest, MBM og Føroya Bjór at bjóða ókeyp­ is smakkiroyndir. Ókeypis barnatiltak verð­ ur í tjaldinum við BUBU klokk­an 17, og klokkan 18 fara Ørvaroddar at grilla búff­ar og grís. Stóra konserttiltakið, sum verð­ur í tjaldinum, verður frá klokkan 19-23, og hetta er eitt ókeypis tiltak. At enda á Sein­summ­ar­ degnum á Sandi verður dansur í ungmanna­felags­ hús­inum Virkinum, og her verð­ur dansað til klokkan 04 sunnumorgunin. Trý ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Streymurin verður góður, og tað verður veðrið eisini. Forvitnisligir fyrilestrar á Vinnudegnum Vinnudagurin í ár verður fríggjadagin 28. september, og tilmeldingarfreistin er sett til mikudagin 26. september 2018 Vilmund Jacobsen Síðst í september verður Norð­urlandahúsið aftur karm­ur um spennandi fyri­ lestr­ar á Vinnudegnum 2018. - Her fáa føroyskt vinnu­ lív, politikarar og onnur áhugað møguleikan at hoyra spennandi fyrilestar um viðkomandi evni, sam­ stundis sum vit eisini heiðra Ársins Virki og Ársins Átak. Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag.  Millum fyrilestr­arhald­ar­ ar­nar verður Julio Zaguini, sum í fleiri ár hevur starvast í Silicon Valley sum stjóri í risafyritøkuni Google. Í dag er hann íleggjari og ráð­gevi innan innovatión og tekno­ log­iska menning. Heiða Gunnarsdóttir Nols­øe, stjóri í Dropbucket, fer eisini at greiða frá um einnýtis ruskspannir, har Dropbucket hevur vunnið virðislønir, bæði í Norð­ur­ lond­um og  í altjóða design kapping. Ein annar fyrilestr­arhald­ ari verður Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av RePack. - RePack er skjótt veks­ andi fyritøka, sum veitir burð­ar­dyggar endur­nýtslu­ loysnir innan pakka- og flutn­ings­tilfar til e-handil. Fyri­tøkan fekk norð­ur­ lendsku umhvørvis­virðis­ løn­ina í 2017. Á Vinnudegnum verður eisini spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heit­inum “Lopið út í heim – roynd­irnar hjá føroyskum fyri­tøkum”. - Her fara  Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure,  Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og  Guðrun Rógva­ dóttir, stjóri í Guðrun & Guðr­un, greiða frá teirra roynd­um við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin, vita tey í Vinnuhúsinum at siga í dag. Vinnudagurin í ár verður fríggjadagin 28. september, og tilmeldingarfreistin er sett til mikudagin 26. sept­ ember 2018.