mánadagur 20. august 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Flestu golfspælarar spæla golf alt sítt lív uttan at fáa eitt hole-in-one, men hesum
bragdinum stóð Petur Jacobsen fyri í golfkapping á Glyvursnesi um vikuskiftið
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Viljormur Davidsen og teir úr
Vejle runnu seg inn í annað tapið
hetta kappingarárið, tá ið tað í
gjár bleiv til 2-0-tap í vitjanini
hjá FC Nordsjælland í Farum.
Andreas Skov Olsen og Jonathan
Amon stóðu fyri málunum í 8. og
92. minutti. - Hetta er heilt greitt
vánaligasta avrikið hjá okkum í ár.
Taðr er ikki upp til kjak, segði ein
ónøgdur Vejle-venjari, Adolfo Sor
mani, við TV2 eftir dystin. Hann
tók tó alla ábyrgdina á sínar herðar
og segði, at teir nú í felag mugu fara
at greina hvat tað var, ið gekk galið.
Viljormur Davidsen spældi allan
dystin á vinstra bakki í hesum tapi
num, sum hevur við sær, at Vejlje
nú er fjórðniðast við seks stigum
fyri eins nógvar dystir.
Finnur Justinussen var aftur
á blettinum, tá ið Næstved í gjár
var á vitjan hjá Hvidovre. Føroyski
framherjin fekk tó ikki hjálpt lið
feløgunum til stig, tí mál hansara
var ikki nóg mikið til at forða fyri
einum 2-1-tapið. Málið hjá Finni í 50.
minutti legði Næstved á odda 1-0,
men við tveimum málum seinastu
smáu 20 minuttirnar var tað heima
liðið, ið fór við øllum trimum stig
unum. Finnur hevur í ár skotið trý
mál fyri Næstved, sum er nummar
átta í NordicBet Ligaen við fimm
stigum fyri fýra dystir.
Heini Vatnsdal var enn einaferð
við frá byrjan í miðverjuni, tá ið
Fremad Amager í gjár var á vitjan
hjá Superliga-niðurflytarunum úr
Viborg. Tað bleiv til ein 2-0-sigur
til heimaliðið við einum máli í
hvørjum hálvleiki. Fremad Amager
hevur fingið eina vánaliga byrjan
upp á kappingarárið, tí eftir fýra
teir fyrstu dystirnar eru einans
tvey stig komin til høldar. Tað
hevur við sær, at Amager-liðið er
á næstaftasta plássi í NordicBet
Ligaen.
Gilli Rólantsson og teir úr Brann
komu aftur á sigurskós og staðfestu
oddaesessin í norsku Elitserien í
gjár, tá ið teir á heimavølli vunnu
2-0 á Sarpsborg 08. Vito Wormgoor
og Steffen Lie Skålevik stóðu fyri
málunum í hesum dystinum, har
Gilli Rólantsson fekk fulla leiktíð
á vinstra vongi. Brann er oddalið
í Elitserien, eitt stig frammanfyri
Rosenborg. Næsti dystur verður
sunnudagin á útivølli ímóti Våler
enga.
Triðja dystin á rað máttu føroy
ingarnir í FH av vøllinum uttan tey
trý stigini, tá ið verandi íslendsku
meistararnir í gjár einans fingu
1-1-javnleik á útivølli ímóti einum
av botnliðunum, Fylkir. Gunnar
Nielsen, Brandur Hendriksson og
Jákup Thomsen byrjaðu allir inni,
men tveir teir síðst nevndu vórðu
útskiftir í seinna hálvleiki. FH er
nummar fimm í deildini, 10 stig
aftanfyri oddaliðið, Breiðablik. Tað
eru átta stig upp til bronsuplássið
og evropeiskan fótbólt.
Eisini bleiv tað til javnleik hjá
René Shaki Joensen og teimum
úr Grindavík. Teir høvdu vitjan av
einum av oddaliðunum, Stjarnan.
Føroyski landsliðsleikarin spældi
allan dystin fyri Grindavík, sum er
á sætta plássi og hevur eins nógv
stig sum FH, nevniliga 24 fyri 17
dystir.
FLOGBÓLTUR
Úttøkuvenjingar til U16-landsliðið
hjá kvinnum byrja leygardagin.
Hetta skrivar Flogbóltssambandið
á heimasíðu sínari. Flogbóltssam
bandið hevur tilmeldað henda
árgang til EM-kappingina kom
andi ár. Evropeiska Flogbóltssam
bandið hevur harumframt heitt
á Føroyar um at skipa fyri. - Hes
um arbeiða vit við í løtuni, skrivar
fbf.fo.
Ætlandi
verður
kapp
ingin í Stórhøllini á Hálsi í Havn í
døgunum 3. - 7. januar 2019. Liðini,
sum verða við, eru Danmark, Fin
land, Ísland, Svøríki og Írland
umframt Føroyar. Venjarar hjá
føroyska U16-liðnum eru Rajko
Petrovic og Hans Simonsen.
GOLF
Um
vikuskiftið
hevur
felags
meistarakappingin 2018 verið leikt
á golfvøllinum á Glyvursnesi. Kapp
ingin varð skipað sum ein slag
kapping yvir yvir dagar. Úrslitini
vóru hesi: Nummar eitt: Hans Pauli
(Palli) Henriksen, 173 sløg. Nummar
tvey: Janus Norðberg, 182 sløg.
Nummar trý: Óli Edvard Olsen, 183
sløg. Eisini Per Poulsen hevði 183
sløg, men hann hevði færri stig enn
Óli Edvard Olsen. Við til søguna
hoyrir, at Petur Jacobsen fekk hol-
in-one á holi 5.
RÍÐING
Leygardagin var FM-kapping í
kappríðing á flúgvarbedingini í
Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði
fyri, og 21 ross luttóku í kapping
ini. Stóra hetjan hesa kappingina
gjørdist 11 ára gamla Ása Bárðar
dóttir úr Havn. Hon reið á ryssuni
Sílfu, og tær báðar gjørdu tað bragd,
at tær ikki bara vunnu í Tvíspor
ung, men tær høvdu samstundis
eisini bestu tíð av øllum rossunum
hendan dagin. Sílfa rann hálvt
sekund skjótari enn besta ross í
Tvíspor vaksin. FM-kappingin í
Tvíspor ung er annars sera spenn
andi, og tá heystkappríðingin
er í Marknagili um tvær vikur,
verður ein rein finala millum Ásu
Bárðardóttir á Sílfu og Randarsól
Heinesen á Spirit. Spenningur var
eisinum undan Tvíspor vaksin.
Seinasti riðilin var millum Bryndis
Hjartardóttir á Freyr og Hans Paula
Poulsen á Svannu. Á ólavsøku vann
Freyr, meðan Svanna gjørdist
nummar trý. Tí vóru bara tvey stig
á muni millum rossini í FM-stríð
num, har Svanna átti munin. So
um Freyr vann leygardagin, vóru
rossini púra jøvn í stigum. Tað
gjørdist eisini sera tætt, men á máli
num áttu Svanna og Hans Pauli
Poulsen munin, sum tó var somikið
lítil sum tveir hundraðpartar av
einum sekundi. Hetta merkir, at
Svanna nú økir um stigamunin
og er greiður favorittur at vinna
FM. Hinar greinarnar vunnu hesi:
Skeið - Regin Johannessen á Gyll
ing. Tølt - Bárður Johannessen á
Syrpu. Trav Opin flokkur - Marna
Anthoniussen á Oskar. Trav - Krist
fríð D. Jacobsen á Grettir.
albinus@sosialurin.fo
Hole-in-one á Glyvursnesi
Petur Jacobsen