mánadagur 20. august 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Kappingin í Georgia var ein EM-
kapping fyri 11 av teimum næst
bestu londunum í Evropa – altso
tey, ið ikki vóru við til sjálvt EM-
endaspælið, ið var leikt samstundis.
Vinnarin av hesi kappingini fyri
tey næstbestu fekk pláss í næsta
EM-endaspælið. Hjá føroyska U18-
landsliðnum var talan um fyrstu
altjóða kappingina hjá hesum
árganginum, so trupult var at spáa
um støðið í mun til hinar tjóðirnar.
Fyrsti
dysturin
var
móti
Luksemburg, og her fingu Føroyar
ein vátan vøtt í andlitið, tí at
Luksemburg vann greitt, hóast
ein ikki sat við kensluni av at
luksemburgsku leikararnir vóru
so nógv betri.
Føroyar reistu seg teir næstu
dystirnar, har ið liðið sigraði á Est
landi og Litava, meðan tað gjørd
ist til tepur tap móti Makedonia
og Sveis. Serliga dysturin móti
Makedonia sveið, tí her var sigur
in nærum í hondum í seinasta
minutti, men eydnan var ikki við
føroysku leikarunum og sigurin
glapp. Makedonia og Sveis endaðu
ávikavist á fjórða og triðja plássi.
Sostatt rukku Føroyar ikki hálv
finalunum, men skuldu spæla um
fimta plássið í kappingini. Her
eydnaðist tað Føroyum at basa
vertsstjóðini, Georgia, eftir brots
kastskapping,
áðrenn
Føroyar
hevndu seg inn á Luksemburg í
seinasta dystinum, har tað hesu
ferð vóru Føroyar, ið vunnu stór
sigur og tóku fimta plássið.
Italia vann kappingina eftir
sigur á Hvitarusslandi í finaluni.
Hópurin nøgdur
við kappingina
Landsliðsvenjarin, Birgir Hansen,
var eftir kappingina sum heild væl
nøgdur við kappingina. Hann vísir
á, at undan kappingini var nøsin
sett upp í móti at nærkast einum
fimta plássið. At hetta eydnaðist er
venjarin fegin um, men samstundis
situr hann við kensluni av at um
teir vóru eitt sindur hepnari – og
kanska dugnaligari – so hevði liðið
enda millum fýra tey bestu.
Yvirhøvur kann ein tó ikki vera
ónøgdur við endaliga úrslitið, sigur
venjarin.
- “Hetta er ein ólukksáliga sterk
kapping og her eru nógv sterk lið
við, so eitt fimta pláss er flott”,
staðfestir Birgir Hansen.
Altjóða royndirnar
gjørdu mun
Tapið fyri Luksemburg í fyrsta
dystinum situr eisini og nívir, tí tað
var ikki góðskan á liðnum, ið var
avgerandi.
-”Vit vóru bangnir fyri fyrsta
dystinum”, sigur Birgir Hansen
og greiðir frá at hóast venjararnir
hava roynt slíkar kappingar áður,
so er tað sera trupult at fyrireika
unga hópin til upplivingina at
spæla fyrsta altjóða dystin.
Øll mótstøðuliðini hava spælt
venjingarkappingar til at fyrireika
seg til EM-kappingan, men hetta
hevur ikki verið møguligt hjá Før
oyum, vegna vantandi fígging. Tí
hava hini U18-liðini longu leikt
fleiri altjóða dystir enn føroysku
leikararnir, og eitt nú Luksemburg
hevur havt høvi at royna ymsar
spælskipanir móti øðrum londum
til tess at síggja hvat loysir seg
best. Hetta hevur ikki borið til hjá
Føroyum, og tað sást aftur í fyrsta
dystinum, har ið liðið gjørdi ov
nógvar “barnafeilir”, sum Birgir
Hansen tekur til.
Skal sleppast undan slíkum
støðum til aðrar kappingar, er
neyðugt at ungdómsliðini spæla
fleiri dystir sum fyrireiking, sigur
venjarin, men viðgongur at tað er
trupult at fáa fígging.
Sera ungt U18-landslið
Eitt, ið sermerkir hetta U18-lands
liðið er, at fleiri av leikarunum hava
U18:
HONDBÓLTUR
Í farnu viku spældi føroyska U18-landsliðið í manshondbólti EM-
kapping í Georgia. Tá ið kappingin var av, gjørdist úrslitið eitt
heiðurligt fimta pláss til Føroyar og summir av ungu føroyingunum
taldust millum teir bestu leikararnir í kappingini yvirhøvur
U18-LANDSLIÐIÐ
VÍSTI SEG FRAM
Í GEORGIA
Føroyski hópurin undan dystinum móti Estlandi