Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR aldur at spæla við U16. Hendan kappingin er í høvuðsheitum fyri leikarar føddar í 2000 og 2001, men Før­oyar høvdu fimm leikarar við, ið vóru føddir í 2002. Birgir Hansen greiðir frá at onnur lið høvdu onkran einstakan 16 ára gamlan við, men ongin hevði so nógvar ungar spælarar sum Føroyar. Men hesir yngru leikararnir spældu eina sera góða kapping, sigur venjarin og leggur afturat at fleiri av hesum vóru millum mest ber­andi leikarararnar á liðnum. Tað var kærkomið at teir yngru kundu vera við, tí at 2000 og 2001 ættar­liðið í føroyskum hondbólti er nakað smalari enn eitt nú 98 ættarliðið, ið var til U20-kapping herfyri. Tað vil siga at hesin U18- árgangurin hevur færri leikarar enn U20 og U16-árgangurin, so tí er neyðugt at leggja teir 16 ára gomlu afturat fyri at styrkja um hópin. Tað at hópurin er ungur ger kanska eisini at fimta plássið í kapp­ingini er eyka flott, heldur Birgir Hansen, ið greiðir frá at júst 2002 árgangurin er óvanliga sterkur í Føroyum. Ongar uppgávur fyri framman Eftir hesa fyrstu altjóða kappingina hjá árganginum er spurningurin so hvør næsta avbjóðingin skal vera. Men her er einki á skránni næsta árið. Føroyar koma ikki at spæla HM-undankapping við hesum árganginum, og at tað er spell, tí at hópurin tørvar avbjóðingar, sigur lands­liðsvenjarin. Tað verður roynt at fáa samband við hondbóltssambondini í øðrum tjóðum í somu støðu, til tess at skipa fyri innanhýsis kappingum, greiðir Birgir Hansen frá, og leggur afturat at fleiri av londunum, ið Før­oyar leiktu ímóti í hesi kapp­ ingini, hava víst áhuga fyri hesum. Venjarin vónar at tað fer at bera til at skipa onkrar kappingar, og greiðir frá frá at tað er ómetaliga um­ráðandi at hesin árgangurin fær nakað at spæla fyri og venja fram ímóti. “Annars steðgar menningin”, slær Birgir Hansen fast, áðrenn hann greiðir frá at júst hesin árgangurin – og serliga teir yngru leikararnir á liðnum, eru sera góðir, og hava tørv á allari menning teir kunnu fáa, tí teir kunnu røkka heilt langt um rætt verður farið fram. Teir yngstu vóru avgerandi Tveir leikarar, ið settu sín dám á før­oyska avrikið vóru teir báðir 16 ára gomlu, Pauli Jacobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu. Málverjin, Pauli Jacobsen, bjarg­ aði ferð eftir ferð fríum skotum frá mótstøðuleikarunum, eins og hann tók pippið frá langskjúttunum, ið gjørdist ørkymlaðir av at føroyski mál­verjin rætt og slætt stongdi málið. Í álopinum stýrdi Elias Ellef­ sen á Skipagøtu snillisliga spæl­ið, og hann fann ferð eftir ferð loys­ n­ir móti størru og eldru verju­ leikarunum. Skotini vóru avbera góð, og eitt nú makedonar sóu sera bilsnir út, tá ið føroyingurin brád­ liga setti bóltin í netið við vinstru hond, hóast hann vanliga er høgra­ hentur. Hetta góvu mót­ støðu­lið­ini sær eisini far um. Ofta lá ein verjuleikari tætt at honum fyri at taka hann burtur úr spælinum, og eitt nú valdi Litava at mansverja føroyska spælskiparan gjøgnum allan dystin Millum teir bestu í kappingini Pauli Jacobsen var valdur til dag­ sins føroyska leikara heilar fýr­ar ferðir í teimum sjey dyst­un­um, og hann taldist millum bestu mál­ verjarnar í kappingini yvir­høvur. Birgir Hansen, landsliðsvenjari, segði í viðmerking at hann næstan væntaði at Pauli Jacobsen fór at vera valdur til besta málverja, tá ið hesir heiðrarnir vóru latnir. So var ikki, men ein føroyingur var kortini valdur til besta leikara á sínum plássi. Tað var spælskiparin og toppskjúttin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið var valdur til besta spælskipara í allari kappingini. Tað er stuttligt við altjóða avbjóðingum Føroyski toppskjúttin sigur í við­merking at hann er errin av heiðrinum, men er skjótur at leggja afturat at tað er liðavrikið, ið hevur verið avgerandi fyri at hann fekk heiðurin. Spælskiparin sigur eisini at tað hevur verið stuttligt at roynt seg móti stórum hondbóltstjóðum sum Sveis og Makedonia, men er sum heild eitt sindur ónøgdur við tey tvey tepru tapini, eins og hann er misnøgdur við stóra ósigurin í allar­fyrsta dystinum. Bæði Pauli Jacobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið eru upp­vaksnir í H71, fara at spæla á víð­agitna danska hond­ bólts­skúla­num í Skanderborg komandi kapp­ingar­ár. Her hevur eitt nú eisini Jóhan á Plógv Hansen spælt. Dystirnir hjá Føroyum Føroyar – Luksemburg 26-32 Føroyar – Estland 31-21 Føroyar – Makedonia 29-30 Føroyar – Litava 34-23 Føroyar – Sveis 26-29 Føroyar - Georgia 27-27 (32-30 eftir brotskastskapping) Føroyar – Luksemburg 35-28 Fakta: Føroyski hópurin og málskjúttar Heini á Heygum, VÍF (13 mál) Andri K. Hansen, STÍF (1) Martin Danielsen, STÍF (7) Ivan Mrdalo, STÍF (2) Dánjal Ragnarsson, Neistin (11) Julian Kragesteen, Neistin (17) Jónas Rasmussen, Neistin (1) Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold (13) Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold (2) Gilli S. Holm, Oure Pauli Mittún, H71 (28) Sakaris A. Sakarisson, H71 (12) Hákun av Teigum, H71 (45) Bogi Hansen, H71 (1) Elias á Skipagøtu, H71 (52) Pauli Jacobsen, H71 (3) Endaliga støðan í Kappingini 1. Italia 2. Hvítarussland 3. Sveis 4. Makedonia 5. Føroyar 6. Luksemburg 7. Georgia 8. Finland 9.Estland 10. Grikkaland 11. Litava Elias Ellefsen á Skipagøtu var valdur besti spælskipari í kappingini Fegnir føroyingar eftir brotskastssigurin á Georgia Hákun av Teigum skjeyt 45 mál í kappingini Pauli Jacobsen var fýra ferðir valdur til dagsins leikara