mánadagur 20. august 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BORÐTENNIS
Borðtennis til EM í Spania
Bæði A-landslið og ungdómslandslið í borðtennis eru úttikin. Tey eldru fara
til EM í Spania, meðan tey yngru fara til vinarkapping í Íslandi
Tróndur Arge
Í døgunum 18. til 23. septembur fer
føroyska landsliðið í borðtennis at
luttaka í EM í einmansleiki, sum
verður í spanska býnum Alicante.
Hetta verður fyrstu ferð í mong ár,
at Føroyar fara at luttaka í EM. Før
oyar hava hinvegin javnan dystast
í HM, men ein nýggj skipan ger, at
tað er neyðugt at spæla seg til HM
umvegis at skapa eitt nóg gott úrs
lit í sínum heimsparti; í førinum hjá
Føroyum, Evropa og EM.
Tey, sum fara at umboða Før
oyar, eru Fróði Fríðason Jensen,
Hallur Thorsteinsson, Durita Fríða
dóttir Jensen og Sólja Hilduberg
Djurhuus. Fróði og Hallur vóru
báðir í FM-finaluni í apríl. Ta
finaluna vann Fróði 4-3. Eisini
Durita var í FM-finaluni. Hon
tapti fyri Henriettu Nielsen, sum
upprunaliga eisini varð úttikin til
EM, men hevur givið avboð vegna
skaða.
Í staðin fyri Henriettu sleppur
tann einans 15 ára gamla Sólja
Hilduberg Djurhuus at royna seg
ímillum tey stóru. Hon hevur fyri
ein part fingið sína uppaling í júst
Spania, har hon nú tískil aftur
sleppur at spæla.
Fróði og Hallur spæla við
Amager BTK í Danmark, meðan
Durita og Sólja spæla við borð
tennisfelagnum Tór í Havn. Við
á ferðini verður eisini venjarin,
danski Simon Nykjær-Fisher.
Upplivilsi
Føroyskir leikarar hava vunnið ein
stakar dystir, tá ið teir hava verið
til HM, og væntað verður, at mót
støðan eisini verður hørð í EM.
Talan verður um eitt upplivilsi
fyri leikararnar, men tó vera helst
møguleikar at vinna onkrar dystir.
- Sum eg havi skilt, so kemur
man at møta onkrum rímiliga
sterkum, miðal sterkum og onkrum,
sum er á sínum egna støði. Summir
dystir vera meira eitt upplivilsi
enn nakað annað, meðan vit satsa
uppá at taka onkrar sigrar ímóti
teimum veikaru spælaranum, sigur
ein av landsliðsleikarunum, Hallur
Thorsteinsson.
Nú summarferia hevur verið
og føroyskir útisetar hava verið
heima í Føroyum, so hevur borð
tennishópurin, har helvtin er úti
setar, vant dúgliga í Tórshavn.
- Vit hava vant so nógv sum
tilber í summar við øvilsum, sum
hava serliga havt fokus á teknikk
og dystarvenjing, sigur hann.
Í septembur verður enn ein
venjingarlega. Hon verður stutt
undan fráferðini til Spania, og tann
venjingarlegan verður í Danmark.
Til Íslands
Tað er ikki bara A-landsliðið, sum
fer uttanlands at kappast. Eisini
ungdómslandsliðið fer. Eitt júst
úttikin hópur av ungdómsleikarum
fer nevniliga til Íslands at kappast
vikuskiftið 5. til 7. oktobur. Talan er
um eitt nýtt samstarv saman við
íslendska
borðtennissambandið,
har føroyskir og íslendskir ung
dómsleikarar fara at venja saman
og síðani eisini kappast ímóti
hvørjum øðrum.
Føroyar og Ísland hava verið
vinartjóðir í borðtennis í mong
ár, og seinastu árini hava Føroyar,
Ísland og Grønland árliga havt
millumtjóðakappingina
Arctic
Open, har hesi trý londini skiftast
um at hava vertsskapin.
Ungdómslandsliðið í borðtennis
hevur havt regluligar landsliðs
samlingar síðani fyrst í hesum
árinum. Í februar kappaðist liðið
í Danmark, og nú verður so onnur
stóra royndin hjá ungu føroysku
leikarunum, sum eru ímillum 11 og
16 ára gamlir.
trondur@sosialurin.fo
F.v.: Victoria Debes, Sólja H. Djurhuus og Britt Michelsen
Systkini Fróði og Durita F. Jensen