mánadagur 20. august 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
At bólturin framvegis er rundur,
og at tað tískil er møguleiki fyri,
at úrslit kunnu stinga seg upp,
sum fáur hevði roknað við, varð
undirstrikað um vikuskiftið, bæði í
bestu og næstbestu deildini.
Støðutalvan sigur, at undan
vikuskiftinum hevði KÍ í átjan
umførum
bara
tapt
einaferð.
Tað var á norðoyastevnu, tá
ið grannarnir í Víkingi fóru til
hús aftur við 2-1 sigri. KÍ tapti
eisini í síðsta dystinum undan
summarsteðginum á útivølli ímóti
Suðringum, men tað úrslitið varð
seinni broytt, so KÍ nú stendur til
at hava vunnið henda dystin.
Leygardagin var toppliðið KÍ
á Skála. Hóast skálamenn leingi
lógu tungt í sjónum, so hevur tað
gingið væl betri seinastu ferðirnar.
Kring summarsteðgin vann Skála
ímóti NSÍ og B68 á heimavølli og
ímóti Víkingi á útivølli, og tvær
tær
seinastu
ferðirnar
undan
vikuskiftinum endaðu vitjanir í
høvuðsstaðnum hjá Giza Hoyvík
og HB við tvær ferðir 2-2.
Tí var tað ikki heilt óvæntað, at
Skála fór at geva klaksvíkingum
mótstøðu. Hon var so mikið dygg,
at KÍ noyddist sum av torvheiðum
og norður aftur á Sjómannadagin.
Skála vann 1-0, og Karstin Justesen
var einasti málskjútti.
KÍ er framvegis topplið, men
nú eru tað bara trý stig aftur
til ÍF. Skála er sjey stig og betri
málmun frá niðurflytingarplássi.
Tí er tað í løtuni einki, sum bendir
á, at steðgurin hjá næstbesta
Skála liðnum bara verður eitt ár í
næstbestu deildini.
Full ferð á fuglfirðingum
Fyri áttandu ferð á rað fór ÍF í dag
av vøllinum uttan at hava tapt.
Síðsta ferðin, at fuglfirðingar einki
fingu burturúr var 19. mai, tá ið ÍF
tapti 4-2 í Gundadali ímóti HB.
Leygardagin var HB gestur í
Fløtugerði, og ÍF vann 5-2 eftir
hálvleiksstøðuna 3-1.
Úrslitið ber við sær, at ÍF nú
er átta stig og betri málmun frá
fjórða plássinum. Tað vil siga, at
møguleikin fyri uppflyting er heilt
góður.
Ímóti HB var ÍF soleiðis mannað:
Tóri
Traðará
–
Dánjal
Pauli
Højgaard, Hanus Eliasen, Høgni
Zachariasen, Andy Olsen – Arnold
Kristiansen, Frank Poulsen, Sámal
Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard – Jóhan
Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard.
Orsaka av skaða hevur Dánjal
á Lakjuni ikki spælt nakað serligt
nógvu tær seinastu ferðirnar.
Leygardagin varð hann skiftur
inn, og tað munaði, tí Dánjal bæði
skoraði og legði upp til mál.
Umframt
Dánjal
á
Lakjuni
vórðu Sunnvar Hansen og Tóri
Olsen skiftir inn.
B68 er á uppflytingarplássi
Tølini siga, at tað gongur javnt
á, tá ið B68 og grannarnir í NSÍ
dystast. Leygardagin var B68 dagur
á Svangaskarði. Har var nógv fólk,
og tiltøkini vóru væl skipað.
Eftir at barnaligu og familju
vinarligu tiltøkini vóru av, var
mannfólkauppgerð millum B68
og næstbesta liðið hjá NSÍ. Úrs
litið varð 1-1 eftir málleysan fyrra
hálvleik. Hetta var triðja granna
uppgerðin í ár millum hesi bæði
liðini. B68 vann fyrsta dystin á
Svangaskarði 1-0, og so vann NSÍ
2-0 við Løkin.
Úrslitið ber við sær, at B68 fram
vegis er á triðja plássi og harvið á
uppflytingarplássi. Tað eru fram
vegis tvey stig aftur til fjórða
plássið og NSÍ, sum hevur betri
málmun enn B68.
Feðgar úr Brasil hjálpa B71
Tað riggaði beinanvegin, tá ið gamli
kenningurin Clayton Soares og
sonur hansara leygardagin spældu
við B71. Tað var bæði nýtt og gott
gamalt, tá ið B71 hevði vitjan av
næstbesta liðnum hjá Suðringum.
B71 vann 2-0. Bæði málini vórðu
skorað
síðsta
korterið
undan
steðginum, og í báðum førum
var tað Clayton Soares, sum var
málskjútti. Í seinna førinum var tað
við brotssparki.
Sigurin er kærkomin, eftir at B71
fimm tær seinastu ferðirnar einki
hevur fingið burturúr.
Úrslitið ber við sær, at B71 er á
sætta plássi, og at tað eru tíggju stig
aftur til niðurflytingarpláss.
Merkisvert var tað, at gamli
kenningurin í føroyskum fótbólti,
Clayton Soares úr Brasil, sum 24.
november verður 40 ár, var millum
teir fyrstu ellivu hjá B71. Millum
liðfelagarnar hjá honum var 18 ára
gamli sonur hansara Klayver.
Úr
B71
verður
upplýst,
at
feðgarnir úr Brasil eru komnir henda
vegin at arbeiða á Sandoy Seafood, og
at teir hava játtað at hjálpa B71 tað, ið
er eftir av hesum kappingarárinum.
Klayver legði upp til fyrra málið,
og Tijani Mohammed tiltuskaði B71
brotssparkið, sum Clayton Soares
umsetti til 2-0.
Hoyvíkingar krøktir
í Leirvík
Tað er framvegis ein lítil møguleiki
fyri – men hann er ógvuliga lítil – at
næstbesta liðið hjá Víkingum kann
fáa ávirkan á, hvussu tað verður við
uppflytingini.
Eftir 2-1 heimasigurin á heima
vøllinum í Leirvík leygardagin eru
tað átta stig fram til B68 og triðja
plássið.
Á Víkinga liðnum leygardagin
vóru veteranurin Gert Hansen og
so nógvir ungir spælarar.’
20 ára gamli Finnbjørn Hansen
varð í fjúrtanda minutti skiftur inn
fyri Fannhard Skoradal, sum í hesi
vikuni hevur 20 ára føðingardag.
Fannhard noyddist skaddur av
vøllinum.
Ein minutt, eftir at hann varð
skiftur inn, legði Finnbjørn Han
sen heimaliðið framum. Lítla løtu
undan steðginum javnaði Giza
Hoyvík til 1-1. Málskjútti var Ahmed
Keita, sum harvið skoraði triðja
dystin á rað.
Longu tríggjar minuttir eftir
steðgin skoraði heimaliðið sigurs
málið. Tað var 19 ára gamli Tonni
Thomsen, sum umsetti brotsspark
til mál.
Giza Hoyvík er í tungum sjógvi.
Nú tað resta átta umfør eru tað
fimm stig og verri málmunur fram
til HB, ið er á áttanda plássi. Giza
Hoyvík hevur vunnið tríggjar ferð
ir. Enn er tað ikki eydnast liðnum at
vinna fulla úrtøku á útivølli.
20. umfar
Mikudagin 22. august
KÍ – B71
NSÍ - Víkingur
B68 – Giza Hoyvík
Skála – ÍF
HB - Suðringar
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
14
Tijani Mohammed B71
12
Steffan Løkin NSÍ
10
FÓTBÓLTUR
1. deild menn støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ II
19
14
3
2
50
19
+31
45
2
ÍF
19
13
3
3
65
32
+33
42
3
B68
19
11
3
5
41
25
+16
36
4
NSÍ II
19
10
4
5
51
28
+23
34
5
Víkingur II
19
9
1
9
29
31
-2
28
6
B71
19
8
0
11
36
45
-9
24
7
Skála II
19
6
3
10
31
38
-7
21
8
HB II
19
5
4
10
31
32
-1
19
9
Giza Hoyvík
19
3
5
11
22
38
-16
14
10 TB/FCS/Royn II
19
1
4
14
15
83
-68
7
Kelda: faroesoccer.com
ÍF – HB 5-2 (3-1)
0-1: John Frederiksen 2.
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard 4.
2-1: Jóhan Petersen 23.
3-1: Ari Ó. Ellingsgaard 29.
3-2: Hjalti K. Djurhuus 48.
4-2: Dánjal á Lakjuni 56.
5-2: Sámal Joensen
Víkingur – Giza
Hoyvík 2-1 (1-1)
1-0: Finnbjørn Hansen 15.
1-1: Ahmed Keita 45.
2-1: Tonni Thomsen 48.
B68 – NSÍ 1-1 (0-0)
1-0: Sveinur Justinussen 61.
1-1: Atli Petersen 66.
Skála – KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Karstin Justesen 61.
B71 – Suðringar
2-0 (2-0)
1-0: Clayton Soares 31.
2-0: Clayton Soares br 45.
1. deild:
Toppliðið koppaði á Skála
Tað er full ferð á fuglfirðingum, og toftamenn eru framvegis við, hóast teir ikki vunnu grannauppgerðina