mánadagur 20. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Botnliðið 07 Vestur. Tað hevur verið
endurtikið aftur og aftur. 07 Vestur
hevur higartil verið botnlið, men
tað er 07 Vestur ikki eftir nítjanda
umfar.
Tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði
fyri síðstu ferð í góðveðrinum í
Sarpugerði, vísti máltalvan 1-4. Tað
er mest óvæntaða úrslitið higartil í
ár. Sigfríður Clementsen og hansara
menn høvdu undan degnum í gjár
vunnið seks ferðir á rað, men nú
skrædnaði tað fullkomuliga.
Sølvi Vatnhamar var ikki før
ur fyri at spæla, og fyri dystar
gongdina var tað avgerandi, at
Andreas Lava Olsen longu í 26.
minutti sá gula kortið fyri aðru ferð
og harvið noyddist av vøllinum.
Tá var tað framvegis málleyst.
Ken Fagerberg og Sonny Jakobsen
mynda 07 Vestur álop við broddi
og tyngd, og tað vísti seg skjótt, at
hetta fór at vera torfør avbjóðing
hjá tvífalda meistaraliðnum.
Heilt stóri maðurin í Sarpugerði
var Sonny Jakobsen, sum skoraði
hattrikk, og sum tiltuskaði 07
Vestur brotssparkið, sum liðfor
maðurin Høgni Egilstoft Nielsen í
tveimum royndum umsetti til mál.
Beinanvegin eftir at Sonny
Jakobsen tíðliga í seinna hálvleiki
hevði
lagt
gestirnar
framum
2-0 svaraði Víkingur aftur, tá ið
veteranurin
Hanus
Jacobsen
minkaði um munin. Víkingur hevði
næstu løtuna bóltin ikki so lítið,
men tá ið gestirnir øktu um munin,
var spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin fór at verða.
Pauli Poulsen og hansara menn
hava støðugt sagt, at teir framvegis
rokna við møguleikanum at halda
tørn um plássið í fremstu røð.
Síðani summarsteðgin hava teir
vunnið tvær ferðir, og í gjár skor
aðu teir fýra mál:
-Vit eru ovurfegnir. At spæla í
Sarpugerði verður roknað at vera
torfør avbjóðing, so sigurin kennist
søtur, og hann gevur okkum mót
uppá, at tað fer at eydnast at vinna
okkum undan niðurflyting. Tað
er langt eftir á mál, og tað valdast
eisini, um tað verða eitt ella tvey lið,
sum fara at flyta niður, sigur fegni
trífaldi málskjúttin, og hann heldur
fram:
-Nú eru vit frammanfyri AB,
sum vit skulu spæla ímóti í 23. um
fari, og í síðsta umfari skulu vit
spæla ímóti Suðringum. Men av
rikið og úrslitið ímóti Víkingi er
staðfesting av, at vit hava møgu
leika ímóti øllum.
Í Víkinga leguni var lagið einki
serligt, nú stígur kom í eftir góða
stiman:
-Vit løgdu ikki sannførandi fyri,
og fyritreytirnar vórðu uppaftur
verri, tá ið vit mistu Andreas Lava
Olsen. Tá ið vit høvdu
minkað um munin, spentu vit
álopsbogan fyri at vinna javnleik,
men tá skoraðu teir tvey mál. Sølvi
Vatnhamar er skaddur, og hann
saknaðu vit, sigur Gert Hansen,
hjálparvenjari hjá Víkingi.
KÍ aftur á beint
Eftir tapini ímóti HB á heimavølli
og B36 í Gundadali eydnaðist tað
KÍ at vinna tryggan 3-0 heimasigur
ímóti EB/Streymi.
KÍ hevði beinanvegin fleiri
góðar
møguleikar,
men
tað
eydnaðist bara at skora eitt mál
í fyrra hálvleiki, sum Páll A.
Klettskarð var meistari fyri.
Ofta hevur Arnbjørn Hansen
verið avgerandi, tá ið EB/Streymur
hevur spælt ímóti KÍ. Veteranurin
hitaði upp longu í fyrra hálvleiki,
og so leingi,sum støðan var 1-0,
lúrdi møguleikin, at Heðin Askham
fór at seta Arnbjørn á vøllin, og at
hann skuldi verða dystaravgerandi.
Arnbjørn
Hansen
varð ikki settur á vøllin.
Tað mundi Heðin Askham
ikki halda orsøk vera til, eftir at
heimaliðið miðskeiðis í seinna
hálvleiki økti um leiðsluna. Tá
hevði EB/Streymur í eina løtu verið
heilt væl við.
Páll A. Klettskarð royndi tvær
ferðir, men bólturin varð bloker
aður til Jóannes K. Danielsen, sum
úr spískum í høgru setti bóltin í
handara síðunetið. Innskifti Óli
Eyðsteinsson Poulsen staðfesti 3-0
sigurin í yvirtíðini, eftir at innskifti
Ronni Møller-Iversen hevði lagt
innfyri úr vinstru.
-Vit høvdu tak á tí mest sum
alla tíðina. Málmøguleikarnir vóru
nógvir, og vit kundu havt vunnið
meiri, men vit eru nøgdir við 3-0
sigurin. Nú hava vit fokus á næstu
avbjóðing. Hvat tað fer at enda við
fáa vit at síggja, men tað er týdn
ingarmikið, at vit gera okkara, sigur
Jóannes K. Danielsen, sum var ein
av málskjúttunum hjá KÍ.
Tvey systkinabørn hjá Jóannesi
K. Danielsen, Ragnar B. Danielsen
og Aksel B. Danielsen, vóru á EB/
Streyma liðnum.
-Fyrstu løtuna vóru vit undir
øgiligum trýsti, men vit fótaðu
okkum, og fyrstu løtuna eftir
steðgin var spælið ikki so galið.
Trupulleikin er, at vit megna ikki
at spæla okkum til upplagdar
málmøguleikar. Nú verður tað
Skála á heimavølli, og tað eigur at
verða øðrvísi uppgáva enn henda,
sigur Aksel B. Daneilsen, sum EB/
19. umfar:
07 Vestur gevur ikki skarvin yvir,
og B36 snávaði enn einaferð
ímóti einum longri niðri á talvuni
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Skála og Suðuringar taptu
eisini
KÍ var fleiri klassar
omanfyri okkum í dag
Uttan Róa hevði tað veri
7-0
Saman standa vit sterk.
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Deiligt at síggja KÍ
spæla fótbólt aftur,
hondbremsan var
slept, og leikarnir
sóu út at hugna
sær. Meir av hasum.
Koyr a KÍ
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Ein stillur dagur á
kontórinum.
Havi hildið tætt síðan
steðgin, og skorað 10. So
tað sær bara gott út!
Vónandi heldur góða
gongdin fram.
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Altíð strævið at tapa,
men tá tað er móti
NSÍ er tað uppaftur
strævnari. Mugu bara
stríðast víðari, og helst
fáa ein sigur hósdagin.
Go Skála
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR:
SORLA
FØROYAMEISTARARNAR
Í EGNARI HOLU, OG VÓRU
MENN EITT SINDUR
NEYVARI ENDAÐI TAÐ 8-1.
KONGAR!
HETTA MÁ FYLGJAST UPP.
SONNY OG TEIR
GJØRDU AV VIÐ
MEISTARARNAR
FÓTBÓLTUR