Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Streymur í summarsteðginum leigaði frá KÍ. B36 kiksaði aftur Eftir fína 2-1 sigurin í Gundadali hós­kvøldið ímóti KÍ varð tað av álvara aftur gerandisdagur hjá B36, tá ið tað á Argjum endaði 1-1. Tey ovaru hava fyri tað mesta vunnið á teimum niðaru higartil í ár. B36 er eitt av undantøkunum. B36 hevur tapt og spælt javnt ímóti EB/Streymi, spælt javnt ímóti Suðringum, og í gjár endaði tað 1-1 á Argjum. -Vit mugu bara staðfesta, at vit megna illa at avgera ímóti botn­ lið­un­um. Bjarki C. Nielsen legði teir framum við fínum langskoti, og so royndu og royndu vit, uttan at tað eydnaðist at skora meiri enn tað eina málið, sum Erlendur Magnusson skoraði. Spælararnir vístu góðan hugburð, og vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydn­ aðist at skora sigursmálið. Tað var stong út fleiri ferðir, og AB vísti gott verjuspæl, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Meðan gestirnir vóru vón­brot­ nir um at hava mist tvey stig, so sást væl í heimaleguni, at AB hevði vunn­ið eitt stig: -Hetta var fyrsta stigið hjá okk­ um síðani fimtanda mai. Vit hava ofta víst góðan hugburð og eisini í løtum gott spæl. Vit vístu ímóti B36, at vit framvegis trúgva uppá, at tað eigur at bera til, og vit eru fegnir um javnleikin. Vit leigaðu Matihas Lamhauge úr HB, nú Heðin Stenberg er skaddur, og eg haldi, at nýggi málverjin kanska var besti maður á vølli. Hann vísti, at hann hevur framúr evni sum mál­verji, sigur AB venjarin Sorin Anghel. AB er niðast, men venjarin hev­ ur ikki lagt kongin: -Vit hava møguleika ímóti øllum, og ungu menninir mennast í hesum a­v­bjóðingunum. Klæmint er í sama lagnum Kommunuuppgerðirnar í Ruavík kostaðu í fjør NSÍ níggju stig. Undan Skála vitjanini við Løkin var støðan eitt stig til Skála og fýra til NSÍ. Í gjár vann NSÍ 2-0, og søgan var tann sama, sum hon so mangan hevur verið. Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini við høvdinum. Í fyrra førinum var tað eftir innlegg úr vinstru frá Pól Jóhannus Justinussen, og í seinna førinum var tað eftir innlegg frá Árna Frederiksberg úr høgru. Síðani á ólavsøku hava Sámal Erik Hentze og NSÍ av álvara funnið stevið. Hetta var fjórði sigurin á rað, og málmunurin sigur, at tað riggar í báðum endum. NSÍ hevur frá og við 2-0 sigrinum ólavsøkuaftan ímóti HB skorað tíggju mál, og einki er farið ígjøgnum hjá Tórði Thomsen. -Talan var um tætta avbjóðing og nógvar nærdystir. Í fyrra hálv­ leiki høvdu vit møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Teir vóru betri við í seinna hálvleiki, og talan var um fleiri góðar støður. Eftir at vit høvdu økt um leiðsluna, kendu vit okkum hava tak á tí, hóast tað var neyðugt at arbeiða nógv fyri søkini, sigur Sámal Eril Hentze, og hann leggur aftrat: -Vit kunnu røkka langt. Hvussu langt valdast um, hvønn hugburð liðið og spælararnir vísa. Seinastu ferðirnar hava alt fleiri tikið ábyrgd, og tað hevur borið úrslit við sær, sigur NSÍ venjarin. Skála liðformaðurin er realist­ iskur: -Tað kendist tungt hjá okkum, og vit mugu staðfesta, at NSÍ var uppiborin vinnari. Fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu vit onkrar støður, men vit spældu okkum ikki til upplagdar møguleikar. Vón­in hjá okkum var, at munurin bara skuldi verða eitt mál inntil fram ímóti dystarenda, og at vit so kundu spenna álopsbogan, men tað varð ikki, tá ið teir øktu til 2-0, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen Betri-deildin NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 20 17 1 2 42 14 +28 52 2 KÍ 20 14 2 4 37 14 +23 44 3 NSÍ 19 12 3 4 42 15 +27 39 4 Víkingur 19 11 2 6 32 23 +9 35 5 B36 19 10 4 5 38 25 +13 34 6 EB/Streymur 19 4 6 9 20 31 -11 18 7 Skála 19 5 3 11 16 29 -13 18 8 TB/FCS/Royn 19 4 3 12 17 33 -16 15 9 07 Vestur 19 3 1 15 19 47 -28 10 10 AB 19 2 3 14 9 41 -32 9 Kelda: faroesoccer.com LISSI MOURITSEN B36: Og vit komu á odda MEN HVAT ..... rengstaddur ! Menn arbeittu hart allan dystin men hepni var ikki við okkum... øvøvøv Einaferð og altíð B36 JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Skommin er fullkomin, úrlatnir á heimavølli av botnproppinum í betri deildini. Eg skal hava 3 stig næstu ferð. Fái fingurin úr einum vissum stað og ikki lata nakað líknandi koma fyri aftur! Fy fy... WLYV TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: Hatta gekk bara væl! Sá tíverri bara ein lítlan part av dystinum, men nú traðka vit bara speedarin niður! Koyri á dreingir! JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN: Gud havi lov fyri, at okur hetta kappingarári eru ferdigir at spæla ímóti komandi FM vinnarinum. SUĐRINGAR FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Góður hugburður í dag. Ein javnleik móti B36 er ok. Enn eru 24 stig at leika um. Sjálvt um vit eru á botni nú, so kann bert ganga framá. Come on You frens. KÍ – EB/Streymur 3-0 (1-0) 1-0: Páll A. Klettskarð 17. 2-0: Jóannes K. Danielsen 68. 3-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen 94. Dómari: Kári J. á Høvdanum KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Hørður H. Askham, Predrag Pocuca, Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 67.) – Steinbjørn Olsen (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 79.), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Richard Møller-Iversen, 56.) – Jóannes Bjartalíð, ,Semir Hadzibulic – Páll A. Klettskarð Gult kort: Predrag Pocuca Venjari: Mikkjal Thomassen EB/Streymur: Rói Zachariasen – Gestur B. Dam, Petur Zachariasen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Marni Djurhuus (Ári Kruse, 85.), Arnar Dam – Leif Niclasen (Ragnar Danielsen, 21.), Hans Pauli Samuelsen (Fríði Johansen, 76.), Pætur J. Petersen – Aksel B. Danielsen Gult kort: eingin Venjari: Heðin Askham Víkingur – 07 Vestur 1-4 (0-1) 0-1: Sonny Jakobsen 38. 0-2: Sonny Jakobsen 53. 1-2: Hanus Jacobsen 54. 1-3: Høgni Egilstoft Nielsen 69. 1-4: Sonny Jakobsen 82. Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten (Hans Jákup Lervig, 75.), Hanus Jacobsen – Karl Løkin, Gunnar Vatnhamar – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen (Adrian Cascaval, 46.), Philip Djordjevic – Adeshina Lawal Gult kort: Andreas Lava Olsen, Karl Løkin, Atli Gregersen Reytt kort: Andreas Lava Olsen 26. (tvey gul) Venjari: Sigfríður Clementsen 07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson, Martin Tausen, Dann Fróðason, Jákup S. Olsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Charlie Machell, Teitur Olsen (Janus Svabo Samuelsen, 34.), Kyrylo Silich – Ken Fagerberg (Asbjørn Heðinsson, 85.), Sonny Jakobsen (Niels Mouritsen, 91.) Gult kort: Kyrylo Silich, Charlie Machell Venjari: Pauli Poulsen NSÍ – Skála 2-0 (1-0) 1-0: Klæmint A. Olsen 20. 2-0: Klæmint A. Olsen 65. Dómari: Per Melin Svøríki NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Per Langgaard, Johan Troest Davidsen, Jens Joensen – Fróði Benjaminsen, Betuel Hansen (Magnus Olsen, 81.) – Árni Frederiksberg (Jann Benjaminsen, 81.), Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen (Andri Benjaminsen, 93.) – Klæmint A. Olsen Gult kort: Betuel Hansen Venjari: Sámal Erik Hentze Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic (Teitur R. Joensen, 20.), Leivur Joensen – Edvin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard (Jannik Olsen, 78.), Heðin Klakstein – Brian Jakobsen (Jákup Johansen, 68.), Søren Nielsen Gult kort: Edvin Jakobsen, Haraldur R. Højgaard, Ari Olsen, Jákup Jakobsen Venjari: Eyðun Klakstein AB – B36 1-1 (1-1) 1-0: Bjarki C. Nielsen 23. 1-1: Erlendur Magnusson 26. Dómari: Alex Troleis AB: Mathias Lamhauge – Bjarni Skála, Árni G. Olsen (Beinir Henriksen, 61.), Sørin Samuelsen, Jónas Stenberg (Tóki á Lofti, 71.) – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze – Hans Jákup Annfinsson, Bjarki C. Nielsen, Jobin Drangastein (Filip í Liða, 71.) – Rasmus Dan Sørensen Gult kort: Bjarni Skála, Beinir Henriksen Venjari: Sorin Anghel B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (Róaldur Jakobsen, 78.), Erlendur Magnusson (Robert Heðin Brockie, 58.) – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski – Kaimar Saag (Hugin Samuelsen, 58.) Gult kort: Andrias H. Eriksen, Odmar Færø Venjari: Jákup á Borg 20. umfar Hósdagin 23. august EB/Streymur - Skála Víkingur - Suðringar AB – NSÍ Máltindurin Adrian Justinussen HB 18 Kaimar Saag B36 10 Klæmint A. Olsen NSÍ 9 Meinhard E. Olsen B36 9 FÓTBÓLTUR