mánadagur 20. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
”Nú var eg líka við at fáa hann
aftur, so skorar hann hattrik.”
Orðini eigur Ari Mohr Olsen, sum
hevur skorað fjórða dystin á dag.
Eftir sigurin á KÍ á Summar Festi
valunum, har sandoyingurin í
álopinum hjá HB skoraði annan
dystin á rað, so helt hann skemti
liga fyri, at nú fór hann at taka
toppskjúttaraheitið
frá
Adrian
Justinussen.
Ari Mohr Olsen leggur HB á
odda longu aftaná níggju minuttir,
men so kemur Adrian Justinussen í
gongd. Hann hevur ikki skorað eftir
summarsteðgin, men nú riggar alt.
Eftir at hava brent ein risa møgu
leika, skorar hann ikki færri enn trý
mál upp í slag. Eina ferð bleiv tað
rópt fyri ”reint hattrik”.
Speiskliga
viðmerkingin
hjá
sandoyinginum, lýsir væl andan í
HB-leguni í gjár. Tað er ein lættur
tóni, teir spæla við gleði og hegni,
men samstundis eru teir meiri
kvirrir so skjótt tú nevnir nakað
um gull og FM.
Eitt er tó vist, HB er væl fyri
undan steypafinaluni.
”Málið var 14 mál”
Tað sigur Adrian Justinussen, nú
hann hevur skotið síni mál nummar
16, 17 og 18 í føroysku kappingini.
Undan kappingarbyrjan hevði ungi
gøtumaðurin sett sær eitt mál.
-Eg setti mær fyri, at eg skuldi
skjóta 14 mál í hesum kapp
ingarárinum. Tað havi eg so klárað
nú, men eg havi ikki sett mær eitt
nýtt mál, sum eg skal røkka, sigur
Adrian Justinussen.
Toppskjúttin er saman við lið
feløgunum og rennur av á vølli
num. Tað er ein vika til steypa
finaluna og nú verða alt sett inn til,
at spælararnir verða so klárir sum
gjørligt til tann dystin.
Undan hesum dystinum, hevur
tað ikki eydnast Adrian Justinus
sen at skjóta mál síðani summar
steðgin. Ein orsøk kann verða, at
mótstøðuliðini leggja meiri fyri, at
dekka júst hann.
-Eg merki ein stóran mun. Nú
sleppa vit ikki at spæla út til veng
urnar, men verða trýstir at spæla
inn á miðjuna. So eg merki væl, at
liðini ansa betri eftir mær, sigur
Adrian Justinussen.
Tað er ikki av tilvild, at U21 lands
liðsspælarin fangaði málverjan hjá
Suðringum á skeiva beini, tá hann
hann sendi fríspark beinleiðis í mál
til 2-0, eftir at Ari M. Olsen hevði
lagt HB á odda.
-Eg havi skotið øll míni fríspørk
í hina síðuna. Nú fara málverjarnir
áðrenn, so í dag valdi eg at skjóta í
hina síðuna, sigur Adrian Justinus
sen um frísparksmálið til 2-0.
Glenn ónøgdur
Venjarin hjá Suðringum er ónøgdur
við avrikið. Hann fer so langt,
sum at kalla tað fyri menn móti
dreingjum,
og
at fyrri hálvleikur
er ein katastrofa.
-Fyrri hálvleikur er ein kata
strofa. Hetta eru jú menn móti
dreingjum. Fyrsta málið hjá HB
er ein maður móti einum drongi.
Vit gera ikki tað, sum skal til fyri
at hava ein kjans, sigur svenjski
venjarin hjá Suðringum, Glenn
Ståhl.
HB frá byrjan
Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB,
valdi ikki at spara fleiri spælarar,
hóast HB er átta stig fremst í
landskappingini, og steypafinalan
er um eina viku. Einasta undan
takið er Símun Samuelsen, sum sat
uttanfyri allan dystin, meðan Dan í
Soylu spældi á vinstra vongi.
Tað er skjótt greitt, at HB er
omaná í hesum dystinum. Suðr
ingar eru als ikki við, og HB kundi
verið á odda longu áðrenn Ari M.
Olsen í níggjunda minutti leggur
heimaliðið á odda.
Tá Adrian Justinussen skorar til
3-0 dysturin bara ein stóran hálvan
tíma gamal. Har í millum eru fleiri
gíðar støður, har HB kundi fingið
meiri burturúr.
Seinni hálvleikur er nakað betri
fyri gestirnar, men sannleikin er
at HB hugnar sær á vøllinum. Fyri
uttan onkrar heldur kontantar
taklingar, so er tað HB, ið hevur fult
tamarhald á dystinum. Teir byrja
at skifta út og sjáldan er brúk fyri
Teiti M. Gestsson í málinum hjá
HB.
HB vinnur FM
Tú fær ongan rundanum HB-
leguna, at siga tað hart. Hetta er
ikki ókent fyri lið, sum koma í eina
góða støðu tíðliga í kappingini.
Tey siga sum minst. Tað er støðan
í HB í løtuni, men avrikið móti
Suðringum var so mikið gott og
gjøgnumført, at tað tykist púra
óhugsandi, at HB skal fáa ein
niðurtúr.
Við 52 stigum hevur HB longu
fingið eins nógv stig, sum Víkingur
vann FM við í fjør. Tað skal ganga
nógv galið, um HB ikki skal vinna
FM í ár. Tað prógvaðu teir í gjár.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
HB trumlar víðari:
HB HEVUR FM-NÓGV STIG
Við sigrinum í gjár er HB komið upp á 52
stig, eftir 20 dystir í Betri deildini. Í fjør
vann Víkingur FM við júst 52 stigum. HB
hevur bara sett stig til í trimum dystum
í alt ár. Ein javnleik og tveir taptir dystir.
Annars er talan um 17 sigrar av 20.
Tað sigur Adrian Justinussen, sum í gjár skoraði hattrik og
er toppskjútti í føroyskum fótbólti við 18 málum. Avrikið
hjá HB er sannførandi og alt sær gott út til steypafinaluna
FÓTBÓLTUR
EG ÆTLAÐI
MÆR 14 MÁL