Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Hondbóltsfelagið VB boðar frá, at felagið tekur kvinnuliðið úr Hvonndeildini. Orsøkin er, at tær ikki fáa mannað lið. Víkingur kunnger, at sáttmálin við spanska verjuleikaran, Dennis Nieblas Moreno, í sátt og semju er blivin uppsagdur. KÍ verður varpað úr FM-stríðnum eftir 2-1-tap fyri B36, samstundis sum HB vinnur trygt 4-0 á 07 Vesturi. Hondbóltssamband Føroya setir 41 ára gamla íslendingin, Ágúst Jóhansson, í starv sum venjara hjá kvinnulandsliðnum. U18-manslandsliðið í hondbólti gerst nummar fimm í EM- kapping í Georgia. Elias E. á Skipagøtu verður kosin besti playmaker. HB, KÍ og NSÍ vinna øll sínar dystir í 19. umfari í Betrideildini, meðan Víkingur og B36 missa fet og kappast um evropeiska 4. plássið. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Elias E. á Skipagøtu Aldur: 16 Yrki: Hondbóltsspælari (Føroyar U18) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Pætur S. Clementsen 2. Runavík 3. Molde 4. á Toftum 5. Brian Kerr 6. Dánial Hansen 7. Baseball 8. Dia Midjord 1. Hvussu eitur venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti? 2. Hvørjum býi er hondbóltsfelagið Tjaldur frá? 3. Hvussu eitur norska felagið, sum Sonni Ragnar Nattestad spælir við? 4. Svimjifelagið Flot er úr Runavík, men í hvørjari grannabygd halda tey til? 5. Hvør var venjari hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti áðrenn Lars Olsen? 6. Hvussu eitur formaðurin í NSÍ? 7. Hvørjari ítróttargrein kenna vit hugtakið 'homerun' frá? 8. Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini? Hvussu eru tit nøgdir við 5. plássið í EM-kappingini? - Vit eru ikki heilt nøgdir, tí vit høvdu tvey tepur tap, og vit vóru eisini skuffaðir av fyrsta dystinum. Hvussu ert tú nøgdur við títt egna avrik? - Eg eri nøgdur, men tað ger alt lættari tá man hevur so góðar liðfelagar. Hvussu var støðið í kappingini? - Støðið var høgt. Italia vóru merkverdiga góðir í mun til at tað er Italia, sum ikki er ein so stór hondbóltstjóð. Eisini teir úr Makedonia vóru sera góðir. Hvat sermerkir hetta føroyska U18-landsliðið? - Eg haldi at tað, ið sermerkir okkum, er, at vit hava so gott samanhald. Hvat er títt mál á hondbóltsleiðini? - Eg ætli mær at koma so langt við hondbóltinum sum eg kann. Eg havi ein dreym um at spæla í Bundesliguni. ”Eitt hattrikk er sjálvandi deiligt persónliga, men vit fingu trý stig, og tað var tað, ið vit komu eftir. Vit eru ótrúliga glaðir fyri tey.” - Sonny Jakobsen, hattrikk-hetja hjá 07 Vestur ”Nú mugu bæði nýggir og gamlir leikarar vísa stríðshug. Vit kunnu ikki hava teir við, sum ikki handfara trupul­leik­ an. Slíkar flóttamenn kunnu vit ikki hava umborð.” - Ólafur Kristjánsson, FH-venjari (við fotbolti.net) 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Í desembur í fjør var David Silva ikki við í fleiri dystum hjá Manchester City, tí tað stóð um lív hjá tí ov tíðliga fødda soninum, Meteo. Lítli Mateo er nú komin fyri seg, og í gjár var hann serligur gestur undan dystinum ímóti Huddersfield