mánadagur 20. august 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. august 2018 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Steypafinalan
savnar
føroyskan
lið-fótbólt
Føroyskur fótbóltur hevur eina stóra avbjóðing
í løtuni. Feløgini sigla sín egna sjógv, og ongin
yvirskipaður leistur er um eitt nú dystaráseting
og stroyming. Feløgini hava ymisk sjónarhorn og
fyribils restar ein yvirskipan ætlan í.
Um vikuskiftið vóru fimm dystir í Betri deildini
hjá monnum. Allir dystirnir vóru klokkan 15 og
ongin bleiv stroymdur. Sum útvarpari merkir tað
væl, at vit fáa fleiri lurtarar og tað er spennandi at
siga frá, tá mál koma í hinum dystunum. Tað ger,
at talan verður um tveir hendingaríkar tímar, men
eg loyvi mær framvegis at spyrja, um tað er fyri tað
besta fyri føroyskan fótbólt?
Í hesum førinum skuldi HB spæla klokkan 17.15,
men sagt verður at talan er um eina misskiljing.
Dystirnir verða lagdir týsdag, men í hesum
førinum verður eisini sagt at tað bleiv torført at
flyta dystin, tí aðrir dystir eisini skuldu spælast í
Gundadali. Eg haldi tó, at vit kunnu semjast um,
at um vilin at flyta dystin var har, so hevði HB væl
kunna lagt sín dyst kl 17.15.
Afturmeldingarnar eru, at spælarar og fólk,
sum eru tengd at dystardegnum dáma betri at
spælt verður kkokkan 15. Tað er eisini siðvenjan í
Føroyum, og fólk hava eisini annað at gera. Tað er
eisini munur á, at koma heim klokkan 17-18, í mun
til 20-21. Tað skilji eg væl og eg haldi eisini, at tað er
sjarmerandi og hugaligt við einum fullum umfari í
senn – men ikki hvørja ferð.
Eg hugsi mest um áskoðaran og um miðlarnar. Eg
haldi meg kunna siga, at tað er partvís prógvað at
tað koma fleiri áskoðarar, tá ein dystur liggur fyri
seg. Hartil tori eg at staðfesta, at miðlingin røkkur
væl longri, tá dystir antin verða spældir dag um
dag, ella forskotnir. Hetta skuldi gjarna gagna
teimum, sum fylgja við fótbóltinum.
Vit hava framvgis ikki funnið ein leist, har
føroyskar familjur kunnu seta seg niður og
tendra sjónvarpið, tá ein stórur dystur er. Hetta
er tó tilfeldið leygarkvøldið, tá HB og B36 spæla í
steypafinaluni. Í tveir tímar kann fótbóltsføroyar
savnast um ein klubb-dyst í føroyskum fótbólti. Eg
vildi mett, at tað gagnar áhuganum fyri føroyskum
fótbólti, sum gjarna skuldi givið avkast í longdini
hjá feløgunum.
P.S.
Beint fyri prentstart staðfestur
Hondbóltssambandið, at Føroyar ikki sleppur at
spæla sínar landsdystir á heimavølli. Jújú, vit skulu
spæla á heimavølli móti Danmark í Skjern....
Mattias
Lamhauge, AB
Jóannes K.
Danielsen, KÍ
Klæmint A.
Olsen, NSÍ
Adrian
Justinuseen, HB
Bjarki
Nielsen, AB
Pól Jóhannus
Justinussen, NSÍ
Steinbjørn
Olsen, KÍ
Lasse
Andersen, HB
Sonny Jakobsen,
07 Vestur
Høgni E. Nielsen,
07 Vestur
Pauli Poulsen,
07 Vestur
Ken Fagerberg,
07 Vestur
Tróndur Arge
Tað vóru fleiri boð um postin
millum
stengurnar.
Rói
Zachariasen úr EB/Streymi
og Silas Eyðsteinsson úr 07
Vestur eru góð boð, men
valið fellur á ein spælara,
sum spældi sínar fyrstu
minuttir í bestu deildini.
Mattias
Lamhauge
er
útleigaður frá HB til AB,
har hann spældi væl í 1-1
javnleikinum móti B36.
07 Vestur flestar
á liðnum
Sigurin hjá 07 Vestur kem
ur púra óvæntað, tí Vík
ingur hevur vunnið fimm
teir seinastu dystirnar í
landskappingini.
Millum
teirra sum koma á liðið eru
málskjúttarnir Sonny Jakob
sen og Høgni E. Nielsen,
men aftur er Ken Fagerberg
ein lyklaspælari hjá vága
monnum. Hartil er Pauli
Poulsen venjarin hesa viku
na. Umframt flotta sigurin
í gjár, so hevur hann eisini
birt vónina hjá 07 Vestur at
yvirliva við tveimum sigrum
eftir summarsteðgin.
Tveir
afturvendandi
spælarar í verjupartinum
eru Jóannes K. Danielsen úr
KÍ og Lasse Andersen úr HB.
Báðir eiga lut í málum um
vikuskiftið, men teir standa
eisini sjónligir í myndini í
vanliga spælinum.
Nýggjur á liðnum er
Steinbjørn Olsen, sum tykist
veksa við uppgávuni á mið
vøllinum hjá KÍ. Hann hevur
vakt nógva styrki afturat
spælinum hjá sær. Ein annar
spælari, sum veksur við upp
gávuni er Bjarki Nielsen hjá
AB. Hesa ferð fekk hann mál
og kundi havt fingið eitt
afturat. Ein støðugt hóttan.
Pól
Jóhannus
Justinussen og Klæmint A.
Olsen koma á liðið frá 2-0
sigrinum hjá NSÍ á Skála.
trondur@sosialurin.fo
07 Vestur ger innrás
Liðið hesa vikuna:
So er liðið hesa vikuna sett fyri 19. umfar í Betri deildini hjá monnum.
Fleiri lið vunnu greiðar sigrar, men sigur var meiri óvæntaður enn 4-1
sigur hjá 07 Vestur á Víkingi í Sarpugerði – tað sæst aftur á liðnum